leygardagur 13. mars 2004síða 16
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 51 - 13. mars 2004
9
8
Sosialurin Nr. 51 - 13. mars 2004
og hav sostatt ein hægri
lutfalsligan vøkstur enn tey stóru
fiskasløgini. Kanningin vísti
eisini, at miðallongdin á tí
gýtandi fiskinum var vorðin
minni, samstundis sum at gýting-
araldurin hjá fiskasløgunum í
Norðsjónum var lækkaður. Tíðan
verri eru tílíkar kanningar ikki
gjørdar fyri føroyska havøkið.
Vit kunnu tí ikki við vissu siga,
hvussu statt er á okkara leiðum,
men gongdin hevur óivað verið
hin sama, men tó helst ikki so
greflig sum fyri Norðsjógvin, tí
tað eru helst fá havøki í heimin-
um, sum verða so trároynd sum
Norðsjógvurin.
Skøta - eitt viðkvæmt
fiskaslag
Vanliga kann fiskiskapur ikki út-
rudda eitt fiskaslag, hvørki úr
einum havøki, ella fáa tað at
hvørva heilt. Hetta kemst av, at
tá ið stovnurin minkar, gongur
hetta eisini út yvir fiskiskapin.
Minni verður at fáa, og er fiska-
stovnurin komin so langt niður,
at tað ikki loysir seg at fiska,
velja skipini aðrar leiðir, ella
onnur fiskasløg at royna eftir.
Stovnurin fær nú frið, og kann
koma fyri seg aftur. Øðrvísi er
við teimum fiskasløgum, sum
verða fingin sum hjáveiða. Her
verður veiðitrýstið ikki minkað,
hóast stovnurin er í minking. Er
talan um fiskasløg við lágum
nøringsevnum, kann vandi verða
á ferð. Skøta er eitt av hesum
fiskasløgunum. Tað er eingin
beinleiðis fiskiskapur eftir skøtu,
men hon sløðist í millum veið-
una av øðrum botnfiskasløgum.
Skøtan hevur útsjóndina
í móti sær
Fyri flestu fiskasløg eru tað bert
tann stóri fiskurin, sum verða
fiskaðir. Men hetta er ikki gald-
andi fyri skøturnar. Tær hava
útsjóndina ímóti sær. Tá skøtan
kemur úr egginum, er hon longu
9-25 cm til longdar, og við sín-
um stóru ræðum og fýrkantaða
skapi, verða flestu teirra tiknar
av trolinum, longu frá tí tær eru
føddar. Nógvar teirra fáa tí
ongantíð møguleikan sjálvar at
gýta, tí tær verða ikki gýtingar-
førar fyrr enn tær eru 8-11 ára
gamlar og eru tá 40-180 cm til
longdar.
Skøtan í Norðsjónum
Fyri Norðsjógvin eru gjørdar
nágreiniligar kanningar av teim-
um ymisku skøtusløgunum og
hvussu hesi eru fyri. Støðan er
syndarlig. Samlaða veiðan av
skøtu er minkað munandi. Frá at
verða 18.000 tons miðskeiðis í
50-unum, hevur veiðan verið í
støðugari minking og var mið-
skeiðis í 90-unum komin niður á
einans 4.000 tons. Eisini støddar-
samansetingin hjá skøtunum er
broytt hesi árini. Flestu skøtur-
nar, sum verða fingnar í dag eru
minni enn 70 cm.
Hetta er serliga følsamt fyri
skøtu og naglaskøtu, tí hesar
verða ikki kynsbúnar fyrr enn
tær eru ávikavist 180 og 72 cm.
Hjá hesum báðum sløgunum eru
so at siga allur tann gýtandi
fiskurin horvin. Hetta kemur
fram í einari í vísindaliga grein í
tíðarritinum ICES Journal of
Marine Science, har skotsku
fiskifrøðingarnir P.Walker og
J.Hislop greiða frá støðuni. Tá
skøturnar harafturat bert gýta
millum 40 og 140 egg um árið,
er veruligur vandi á ferð. Til
samanberingar kann sigast, at
toskur gýtir 2 til 10 milliónir
rogn um árið og longa 5 til 20
milliónir rogn. At summi skøtu-
sløg minka, hevur tindaskøtan
notið gott av. Kappingin frá
skøtu og naglaskøtu er vorðin
minni, bæði um føði og pláss, og
hon kann nú veruliga folda seg
út. Alt hetta hevur skapt eina
broyting í skøtusamfelagnum í
Norðsjónum. Vanliga skøtan er
so at siga horvin, meðan tinda-
skøtan hevur yvirtikið plássið.
Eisini er ein "nýggj" skøta
komin. Blettaskøta, sum fyrr ikki
var at fáa í Norðsjógvin, var
fyrstu ferð at finna í landingar-
hagtølunum í 1991.
Støðan undir Føroyum
Hvussu skøtan hevur tað undir
Føroyum, er enn ikki so væl
kannað. Men hon sær eisini út til
at vera í minking. Í 1995 vórðu
fiskaði 200 tons av skøtu undir
Føroyum. Í ár 2000 var veiðan
minkað til 113 tons. Á hvørjum
ári ger Magnus Heinason tveir
túrar við yvirlitstroling á Føroya-
banka. Á hesum túrum verður
gjølla kannað, hvørji fiskasløg
finnast á bankanum og hvussu
nógv er til av hvørjum slagi. Og
her sær út til at skøtan er í mink-
ing. Hvørki á vár- ella heyst
túrinum 2003 ella 20031var
nøkur skøta fingin á bankanum,
men í 2002 var ein einstøk skøta
fingin hvønn túrin.
Menn ganga kvikliga á dekkin-
um. Summir rópa, meðan aðrir
veittra við ørmunum. Ketur
verða skeklaðar fastar og onkur
endi verður loystur úr. Veirurin
rennur aftur úr skipinum. Teir
eru við at skjóta trolið. Løtu
seinri hvørva trolkúlurnar frá
vatnskorpuni. Trolið er komið
niður á botnin, og fer nú gapandi
fram eftir botninum. Lemmarnir
spíla tað sundur, samstundis sum
teir fara skúrandi eftir botninum;
grópandi sand, móru og smá-
steinar eftir sær. Frammanfyri
trolið sæst væl av fiski. Teir ræð-
ast trolið, og svimja tí undan,
men við tíðini lúgvast teir og
fara sendandi aftur í móti trol-
inum. Fyrst teir smærru, síðani
teir størru. Hýsurnar royna at
flýggja uppeftir, meðan toskurin
sær størri møguleika við at far
niður móti botninum. Men sama
ger. Her er einki at gera. Við
sínum gapandi meskum, tekur
trolnetið ímóti teimum, og beinir
teir aftur í trolposan. Teir allar
smæstu fiskarnir eru tó so
hepnir, at teir kunnu snúgva sær
út gjøgnum trolmeskarnar, og
undrandi svimja teir nú aftur í
Guds fríu náttúru. Hesaferð
kláraðu teir tað. Øðrvísi er tó við
teimum størru fiskunum. Teir
enda allir afturi í trolposanum.
Har verða teir stúgvaðir saman
við hinum botnfiskunum, sum
vóru so óhepnir, at svimja júst
har, sum trolið kom. Eftir
tveimum tímum, verður trolið
drigið upp, og menninir á
dekkinum taka spentir í móti við
nýhvestum knívum. Havið er
vorðið 500 fiskar fátækari.
Við trolara eystanfyri
Fugloynna
Vit eru við trolara eystanfyri
Fugloynna. Undir okkum svimur
nógvur fiskur. Vit síggja tað á
ekkoloddinum, men vita ikki við
vissu, hvørji fiskasløg, talan er
um. Heldur ikki hvussu nógv er
til av teimum. Eina hóming fáa
vit tó, tá trolið kemur inn. Størst
er rúgvan av teimum vanligastu
fiskasløgunum: toski, hýsu og
upsa. Onkur havtaska og kalvi
sløðast eisini í millum. Tvær
reyðsprøkur og ein tunga eru
eisini at síggja í rúgvuni. Og so
er tað alt hitt, sum fer útaftur,
men sum menn ikki reiðiliga
geva sær far um. Har er trant-
kongafiskur, glýsufiskur, silvur-
murtur, gulllaksur, havmús og
ein einstakur glíggjhávur er
eisini at síggja í rúgvuni. Jú
sanniliga, nógv eru fiskasløgini.
Bert ein lítil partur av
heimsins fiskasløgum
verða gagnnýtt
Vit kenna í dag umleið 26.000
ymisk fiskasløg, men bert ein
lítil brøkpartur av teimum verða
fiskaði, og hava sostatt nakran
fíggjarligan týdning fyri samlaðu
veiðuna av fiski. Tjúgu av hesum
26.000 fiskasløgunum standa
fyri heilum 40 % av samlaðu
heimsveiðuni. Ansjósurnar við
Peru eru tær týdningarmestu.
Heili 7,7
milliónir tons verða
árliga veiddi av hesum
fiskaslagnum. Við Føroyar
finnast okkurt um 180 ymisk
fiskasløg. Hetta talið er óivað
væl hægri, enn flestu fólk geva
sær far um, tí flestu teirra hoyra
vit lítið um í okkara gerandis-
degi. Tað er ikki fyrr enn
lívfrøðingarnir fara at tosa um
havið, ella tá vit síggja
náttúrufilmar í sjónvarpinum, at
vit verða gjørd varug við alt
hetta náttúruríkidømið, ið dag-
liga svimur rundan um okkum.
Men eisini á okkara leiðum er
tað bert partur av øllum hesum
fiskasløgum, sum koma til lands
og fer gjøgnum maskinurnar á
flakavirkjunum. Árliga botn-
fiskaveiðan við Føroyar liggur
um 100.000 tons. 80 % av hesi
veiðuni kemur frá 10 fiskasløg-
um, har toskur, upsi og hýsa eru
tey týdningarmiklastu.
Náttúran - eitt fantastiskt
fjølbroytni
Hóast tað bert er ein lítil partur
av heimsins fiskasløgum, sum
verða fiskaði við peningaligum
vinningi fyri eygað, hava tey
kortini týdning fyri vistskipanina
í havinum. Hvørvur okkurt
teirra, viðførir hetta broytingar í
vistskipanin og plássið verður
yvirtikið av onkrum øðrum.
Soleiðis er náttúran. Einki pláss
fær loyvi at standa óbrúkt. Hetta
hevur við tíðini givið eitt fantast-
iskt fjølbroytni. Tey ymisku
djóra- og plantusløgini
hava, hvørt í
sínum lagi,
tilpassað seg,
so mest kann
fáast burtur úr
tí tilfeingi, tey
liva í. Summi
sløg eru stór,
meðan onnur eru
lítil. Summi vaksa
skjótt, onnur vaksa
seint. Nøkur gerast gomul, með-
an onnur bert liva í stutta tíð.
Hetta er eisini galdandi fyri fisk.
Brugda kann vera upp til 10
metrar long meðan tey minstu
sløgini bert eru nakra centi-
metrar til longdar.
Búrfiskur gerst 100 ára gamal
og kongafiskur kann gerast 30-
40 ár, fær hann loyvi til tað, men
hetta er eftir hondini sjáldsamt,
av tí at so nógv verður fiskað av
honum. Í hinum endanum er
mathøgguslokkurin, hann verður
bara 1 1/2 til 2 ára gamal. Tá
hann hevur gýtt, doyr hann.
Eyðkenni fyri tey smáu fiska-
sløgini er, at tey vanliga vaksa
skjótt og verða tíðliga fullvaksin
og byrja at gýta. Tey stóru
sløgini vaksa harafturímóti ofta
spakuligt og eru fleiri ára gomul,
áðrenn tey gýta fyrstu ferð. Júst
hetta, at livimátin er so ymiskur,
hevur týdning fyri hvussu følsom
tey eru yvirfyri fiskiskapi.
Livimátin er avgerandi
Fiskasløgini, sum hava ein seina
seinan livimátan eru viðkvæm-
ast, tá nógv verður fiskað í
einum øki. Hetta eru fiskasløg
sum vaksa seint og eru gomul
áðrenn tey gýta fyrstu ferð. Hetta
er staðfest í kanningum, sum
enskir lívfrøðingar hava gjørt av
fiskinum í Norðsjónum. Teir
kannaðu hvussu gongdin hevði
verið í stovninum hjá 23 ymisk-
um fiskasløgum í Norðsjónum
árini 1925 til 1996. Um tað í
miðal var vorðið meira ella
minni til av teimum ymisku
fiskasløgini í áðurnevnda tíðar-
skeiði. Við at samanbera 2 og 2
fiskasløg sum líktust í útsjónd og
høvdu líknandi lívshátt, funnu
lívfrøðingarnir, at tey fiskasløg-
ini, sum minni var vorði til av,
næstan altíð vóru størri enn tey
sløgini, sum vóru vaksin í nøgd.
Somuleiðis vísti kanningin, at
fiskasløgini, sum vóru fyri mink-
ing, eisini vuksu spakuligari, og
vóru bæði longri og eldri áðrenn
tey gýttu fyrstu ferð. Soleiðis var
minni til av reyðsprøku, meðan
skrubban var vaksin í tali. Glýsu-
fiskurin var minkaður, men
meira var til hvítingsbróðir.
Hávurin var eisini minkaður,
meðan skilmaðurin, reyðhávurin
var øktur í nøgd. Tílíkar broyt-
ingar vilja við tíðini ávirka alla
fiskavistskipanina.
Tað er ikki longur ein fyrimun-
ur at vera stórur. Tvørtur ímóti.
Minni tú ert, størri er møguleikin
fyri at yvirliva. Hetta vil við tíð-
ini viðføra, at meira verður til av
teimum smærru fiskasløgunum.
Og tað var júst hetta sum teir
ensku lívfrøðingarnir staðfestu.
Tá hugt varð samlað at øllum
fiskasløgunum í Norðsjónum,
vísti tað seg, at miðallongdin á
fullvaksna fiskinum var broytt
frá at vera einar 55 cm í 1925 til
at verða einar 40 til 45 cm í
1996. Eisini miðal vakstrarratan
var hækkað hesi árini, tí at tey
smærru fiskasløgini verða skjót-
ari fullvaksin
Big is beautiful
– men ikki altíð tað besta
N Á T
N Á T T Ú R
T Ú R U V Í S I N D I
U V Í S I N D I
N Á T
N Á T T Ú R
T Ú R U V Í S I N D I
U V Í S I N D I
N Á T
N Á T T Ú R
T Ú R U V Í S I N D I
U V Í S I N D I
Tað hevur skøtan sannað. Hon er eitt av
fleiri fiskasløgum, sum er nógv minkað av
tí ógvusliga fiskiskapinum, sum fer fram
um okkara leiðir. Í einum hart fiskaðum
havøki, er tað livihátturin hjá
fiskasløgunum, sum avgerð hvørji sløg
koma at valda. Tey smáu fiskasløgini, vilja
við tíðini yvirtaka plássið, meðan tey stóru
og seintvaksandi sløgini so líðandi minka
Eyðfinn Magnussen
Biologur,
Fróðskaparsetur Føroya
e-mail: eydfinnm@setur.fo
Eginleikar hjá 5 skøtusløgum í Norðsjónum. Við kunnleika um kynsbúning og nøringsevni hjá teimum ymisku
skøtusløgunum er ásett eitt langtíðar haldbart veiðitrýst fyri tey einstøku skøtusløgini. Við hesum veiðitrýsti
hvørki økjast ella minka skøturnar uppá longri sikt. Uttast høgrumegin er víst verandi veiðitrýst, sum í flestu
førum er væl hægri enn stovnurin tolir. Fyri vanligu skøtuna er ikki møguligt at meta um veiðutrýsti, av tí at
hon longu er so illa fyri.
Við sínum stóru ræðum og fýrkantaða
skapi, er skøtan ein lættur fongur
hjá trolinum, longu frá tí
hon kemur úr
egginum
Kongafiskur
kann gerast 30-
40 ára gamal
Tað eru eftir hondini ikki nógv øki á havbotninum
kring Føroyar sum fáa frið fyri okkara
fiskiskipum. Á myndini er víst hvar skipini veiddu
undir Føroyum í 1997. Grønu prikkarnir eru
lemmatrolarar, svørtu prikkanir Cubatrolarinir,
bláu eru teir stórur línubátarnrir og
garnabátarnir eru brúnir (reyðu litirnir er
endapositiónin á torvunum og setunum hjá
teimum ymisku skipunum). Umframt hetta, koma
útróðrarbátarnir, sum royna við línu og snellu.
Hesir dekkað tað mesta av økinum innanfyri 12
fjórðingar markið
(Mynd Fiskirannsóknarstovan)
Tann lítla støddin og skjóti vøksturin gera, at
hvítingsbróðurin klárar seg væl í mun til
nógv onnur fiskasløg
C
M
Y
K
31
30