leygardagur 13. mars 2004síða 17
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Sosialurin Nr. 51 - 13. mars 2004
FERÐAFRÁSØGN
Orð og myndir:
Edvard Joensen
Galilea
8. partur
So liggur tað her og speglast í
sólskininum. Genesaret vatnið.
Hetta vatnið, ið so nógv er
skrivað og talað um í okkara
vesturlendsku mentan. Ivaleyst
tann blettur, ið stórsta týdning
hevur havt fyri okkara mentan
yvirhøvur. Hiðani er alt tað,
vesturlendsku samfeløgini
byggja á, komið.
Við einum nótakasti her á
vatninum varð grundin løgd
undir ta samkomuna, sum vaks
úr mestsum ongum til ta størstu
heimsreligiónina, vit í dag
kenna.
Hiðani løgdu teir út á dýpið,
lærusveinarnir. Bæði so og so.
Og teir máttu eisini bøta fyri tað
á so mangan hátt. Ikki altíð var
dirvið tað, sum tað ivaleyst hevur
verið ein slíkan morgun sum
hendan, her vit standa uttan fyri
kapellið, har sagt verður, at læru-
sveinarnir eftir uppreisinina
fingu steiktan fisk bornan upp í
hendurnar. Og vit frætta eisini
um, hvussu bebbaræddir teir
vóru, tá teir eitt kvøld í myrkrin-
um vóru staddir á vatninum í
illveðri við einum sovandi manni
afturi í skuti.
Her er staðið
Tað stendur ein kirkja niðri við
vatnið. Hon er bygd á staðið, har
sagt verður, at lærusveinarnir
møttu Jesusi aftur, eftir at hann
var risin upp og farin til Galileu.
Hann stóð har á klettinum, tá teir
løgdu aftur at landi eftir at hava
drigið vaðskít á vatninum um
náttina.
Har stóð hann á klettinum,
sum víst verður á, og har hendan
kirkjan, ið nevnd er Sankta
Pæturs Kirkja, er bygd.
Jóhannes veit at siga okkum
frá hesin hendingini og um,
hvussu teir vórðu sendir avstað
aftur at royna einaferð enn. Og tá
bar til.
Jóahnnes var jú sjálvur lokalur
útróðrarmaður, og tað sæst aftur
í eini lítlari detalju í 11. ørindi í
21. kapitli hansara, har hann
hevur talt, hvussu nógv var í.
Júst sum føroysku garnamenninir
plagdu at gera á várleiðini í
gomlum døgum. 153 stórar
fiskar fingu teir í. Og kortini
skrædnaði ikki, leggur gamli
útróðrarmaðurin afturat. Tilfarið,
hann hevur havt til at gera gørn
úr, var ikki grønt nylon, uttan
okkurt meira ella minni hálv-
rotið, ið ivaleyst ikki hevur tolað
so nógva vekt.
Uttan fyri kirkjuna hitta við
Faðir Jerome, sum stendur og
prátar við ein araba, ið situr við
eitt borð og selur ymiskar
minnislutir til fólk, ið koma
framvið.
Legg út á dýpið
Okkum føroyingum dámar væl at hoyra søgurnar úr Nýggja Testamenti
um útróðrarmenninar á Genesaret vatninum. Hetta er nakað, vit halda
okkum kenna aftur og kunnu »identifisera« okkum við. Ein samleiki at
bera saman við, hóast umstøðurnar eru rættiliga ymiskar
Útróðrarstøð Pæturs, siga munkarnir, hevur verið júst her. Her er kletturin, sum Jesus beyð lærusveinum sínum morgunmat á, tá teir komu aftur av útróðri ongul
í reyv. Í dag er kirkja bygd á staðnum, og vatnið fjarað so munandi, at neyðugt hevur verið at leggja skerv framman fyri klettin, so ferðafólk, ið vitja staðið, sleppa
undan móruni
Kenda myndin úr kapellinum í Tabgha vísir teir tveir fiskarnar og breyðini,
sum Jesus brúkti til tað stóra undurið, tá hann mettaði fimmtúsund mans
umframt kvinnur og børn. Leggið til merkis, at myndin bara sýnir fýra
breyð
Sosialurin Nr. 51 - 13. mars 2004
11
Faðir Jerome, er ein sera
fryntligur og fyrikomandi
munkur úr Ghana, ið ger tænastu
við kirkjuna her við vatnið. Hann
vil vera við, at júst her í granna-
lagnum eru so nógv ting hend í
teimum døgum, tá Harrin gekk
her og gjørdi væl.
Her var tað, Pætur fekk ta
stóru veiðuna, sum bæði
Jóhannes og Lukas vita um at
siga, hóast teirra frásøgur eru eitt
sindur ójavnar.
Her í grannalagnum var tað, at
Jesus mettaði øll tey mongu tús-
und fólkini við tveimum fiskum
og fimm breyðum, verður greitt
frá her á leiðini. Og víst verður
til klettin, har teir báðir smáfisk-
arnir og tey fimm byggbreyðini
vórðu løgd og vælsignað.
Í einum kapelli í Tabgha stutt
hiðani er tann kletturin at síggja.
Og har eru eisini bæði fiskar og
breyð avmyndað, hóast breyðini
á myndini har bara eru fýra.
Her hevði Pætur støð, vil Faðir
Jerome vera við. Her hevði hann
bátin liggjandi, og her var tað, at
teir vóru kallaðir til lærusveinar.
Hann og bátsmanningin saman
við lagsbrøðrunum.
Tað kann væl vera, at teir ein
morgun hava ligið her og reinsað
og bøtt gørn, tá Jesus er komin
gangandi framvið og hevur biðið
teir kastað aftur, hóast illa hevði
borið til um náttina.
Tað kann eisini vera, at teir
hava lagt at her, tí teir ein morg-
un hava sæð eld í sjóvarmálan-
um, tá teir - ivleyst móðir og
troyttir - hava verið á veg til hús
aftur.
Men ivasamt er kortini, um teir
beinleiðis hava havt støð her. Tí
hetta var í óbygdum, hóast tað
eftir okkara meting í dag ikki er
so langt til bygdirnar, sum hava
ligið fram við vatninum í teim-
um døgum. Og skulu vit rokna
við, at breyðundurið eisini hendi
í óbygdum, er lítið sannlíkt, at
Pætur beinleiðis hevur havt støð
her.
Vit fætta frá Lukasi, at Pætur
búði í Kapernaum, og ógvuliga
lítið sannlíkt man vera, at hann
hevur havt bát og støð her burt-
uri í óbygdum heldur enn har,
veiðan varð avreidd og arbeidd.
Flutningsstuðul hava teir neyvan
fingið her niðri tá, og tí er heilt
sjálvsagt at hugsa, at í bygdun-
um, har nógv arbeiði var av at
flekja og salta fiskin, sum seinni
varð seldur fólki í stóru býunum,
sum eitt nú Jerusalem, varð
eisini avreitt beinleiðis til virkini.
Vatnið og báturin
Í dag er lítið, sum bendir á, at
Pætur hevur lagt at klettinum,
har munkarnir vísa á, at tað
hendi. Tí kletturin stendur væl og
virðiliga flóðfríur, hóast tað ikki
fløðir og fjarðar eftir sjóvarfalli
her. Men tað hevur fjarað reiði-
liga nógv av mannaávum her
uppi kortini. Ella rættari sagt her
niðri, tí Genesaret vatnið liggur
umleið 210 metrar undir
sjóvarmálanum. Vatnið er 21 km.
langt og 13 km. breitt, har tað er
breiðast. Dýpið er, við vanligari
vatnstøðu, mált til 49 metrar.
Men turkur og vatntøka til
dyrkilendi og annað hava gjørt,
at her er fjarað ógvusligt, og tí
liggur klettur Pæturs í dag einar
tveir metar hægri enn vatn-
skorpan.
Men tað hevur verið verri. So
ringt, at vatnstøðan nærkaðist
álvarsliga teirri reyðu linjuni,
sum tikið verður til. Og tann
støðan gjørdi so, at ein av stóru
fornfrøðiligu dýrgripunum her á
leiðini aftur sá dagsins ljós eftir
at hava ligið undir í eini 2.000 ár.
Nevniliga ein útróðrarbátur frá
Jesu døgum, ið beinanveg varð
nevndur »Jesusbáturin«.
Tveir brøður, sum høvdu
stóran áhuga fyri fornfrøði - tveir
»amatørarkæologar« - funnu í
1986 hetta vrakið, sum við
miklum hóvastáki varð tikið upp
og konserverað. Hetta arbeiðið
vardi heili níggju ár. Í dag er
báturin at síggja á stásiliga Yigal
Allon savninum sunnanvert
Tabgha við Genesaret Vatnið.
Báturin er til longdar sum ein
føroyskur seksæringur ella so,
men væl breiðari. Hann hevur
verið ogn hjá einum fátækum
útróðrarmanni, sum ivaleyst teir
flestu teirra hava verið, greiðir
frásøgumaðurin á savninum frá.
Og tað grundar hann á, at
báturin er pjøssaður aftur sum
frægast, so hvørt eitthvørt
hóttafall hevur verið á. Forn-
frøðingar og konservatorar hava
ávist ikki færri enn 12 ymisk
timbursløg her og har á bátinum.
Eitt borð ella eitt band úr hesum
ella hasum viðaslagnum. Eitt
stykki úr stevninum er úr øðrum
tilfari, enn kjølurin er o.s.fr.
Og vit lata hugan sveima eina
løtu yvir hesum vrakinum, sum
kanska hevur verið fyri sama
veðrinum, sum »okkara menn«
hina vanlukku náttina, tá for-
maðurin lá sovnaður afturi í
skuti. Ella ta ferðina, hann kom
spákandi eftir vatninum teimum
til hjálpar.
Kanska hevur hesin báturin,
vit her hava, eisini rent seg í ein
slíkan storm, men ikki verið so
væl fyri, at hann hevði mann við,
ið hevði vald á óveðrinum. Og tá
hann hevur verið í so ringum
standi, sum nútíðar serførðingar
siga, kann tað hava verið ein
orsøk til, at hann kanska er ging-
in burtur og endaður í móruni,
sum hevur varðveitt hann heilt til
okkara dagar.
Tí so stórur bátur átti at klárað
seg á vatninum í nokk so nógv-
um vindi. Vatnið er lítið, og
havalda er eingin. Og neyvan
hevur tað verið so ógvusligt
kortini, at so stórur bátur skuldi
havt nakra neyð av sjógvi, um
hann annars var í líkinda standi.
Men hann kann sjálvandi vera
kolsigldur við seglinum uppi.
Saman við souvenirseljaranum uttan fyri kirkjuna hitta vit Faðir Jerome úr Ghana, sum heldur uppá, at tað var júst hiðani,
Pætur róði út, og at hann her gjørdi tað stóra hálið
Pætur búði í Kapernaum, sigur Lukas. Jesus fór inn til hansara og grøddi
vermóður hansara. Í Kapernaum er Pætur avmyndaður við lyklinum til
Himmiríkis dyr, pávastavinum og einum fiski. Teir hava ikki gloymt
upprunan, sum hava gjørt standmyndina
Vrakið av 2.000 ára gamla bátinum, sum varð funnið í 1986, er í dag at
síggja á Yigal Allon savninum í kibbutzini Ginosar millum Tabgha og
Tiberias við Geneseret vatnið
C
M
Y
K
33
32