leygardagur 13. mars 2004síða 18
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 51 - 13. mars 2004
35
12
Sosialurin Nr. 51 - 13. mars 2004
Í morgin er tað Kollen-sunnu-
dagur. Fyri føroyingar flest
sigur hetta ikki tað stóra, men
fyri norðmenn og stórar partar
av skíheiminum er hettar
dagur tey flestu gleða seg til.
Hetta er dagurin tá heimsins
bestu skíhopparar og skískjót-
arar koma til Oslo og luttaka í
seinastu kappingini í kapp-
ingarárinum.
Í ár rokna norðmenn at teir
endiliga aftur skulu kunna
vinna hesa kappingina. Seinast
var í 1993. Tíggjutúsundtals
áskoðarar hava seinnu árini
fylgt nøvnum sum finska
Janne Ahonen, týsk Martin
Schmitt, eysturríkska Andreas
Goldberger, japanska Noriaki
Kasai og øllum hinum útlend-
ingunum. Norskir hopparar
hava í fleiri ár havt trupult við
at koma inn millum teir 30
bestu í heiminum. Men nú er
vent í holuni. Orsøkin er ein
sera fryntligur og lítillátin
finni. Mika Kojonkoski hevði
møguleikar til at halda fram
við at vera venjari hjá heim-
sins bestu hopparunum. Men
hann tók av tilboðnum um at
gera gull burturúr norsku
grásteinunum. Hann tók við
leiðsluni í 2002. Skjótt sóu vit
at norðmenn aftur dugdu at
hoppa langt, og teir vunnu
aftur eina kapping. Hetta
kappingarárið sum nú nærkast
endanum skuldi vera eitt stig á
vegnum móti komandi kapp-
ingarárum. Kojonkoski hevði
sum mál at norðmenn aftur
skuldu vinna nógv næsta
kappingarár. Men longu hetta
royndarárið 2003/2004 hava
norðmenn sett seg á hopptrún-
una. Teir hava vunnið 11 ein-
staklingakappingar og tríggjar
liðkappingar (allar sum hava
verið hetta árið), teir hava
vunnið týsk-eysturríksku
hoppvikuna og teir fingu mínn
sann heimsmeistaran í skí-
flúgving í Planica. Í Planica
blivu teir eisini heimsmeistarar
fyri lið.
Hesa seinastu vikuna hava
hoppararnir verið í Finlandi -
heimlandinum hjá Mika - og
har vunnu norðmenn báðar
kappingarnar - og ikki bara tað
teir blivu eisini nummar tvey í
báðum kappingunum. Sigurs-
vandu finnarnir kundu bara
gleða sum at Mika Kojonkoski
hevur eydnast í Noregi. Undir
báðum kappingunum sungu
áskoðararnir "Mika kom heim,
Mika kom heim".
Mika Kojonkoski skal vera í
Noregi fram til 2006 - í øllum
førum. Og tað kunnu norð-
menn vera glaðir fyri. Í morgin
kann hann fáa enn ein vinnara.
Hvør hesin verður er ikki gott
at siga. Norska liðið hevur 5-6
hopparar sum allir eru millum
teir 10 bestu í heiminum.
Men tann størsti vinnarin í
morgin er ein ung genta,
Annette Sagen. Hon elskar at
hoppa á skí. Hon hevur eisini
vunnið týsk-eysturríksku
hoppvikuna fyri kvinnur í
vetur. Í vetur kom hon við
einum ynski um at sleppa at
royna teir stóru skíflúgvings-
bakkarnar. Kappingarleiðslan í
norska Vikersund lovaði at hon
og hinar genturnar skuldu
sleppa at kappast har fyrst í
mars í ár.
Hetta fekk gomlu menninar í
hoppheiminum til at reisa seg
og við reglugerðum og goml-
um sannleikum at nokta
gentunum at hoppa. Hopp-
bakkarnir eru fyri rættar menn,
og kvinnur eru ikki bygdar til
at hoppa ella flúgva. Hetta
fekk Annettu Sagen til at fara í
hernað móti teimum gomlu
monnunum. Herferðin var sum
eitt skalvalop, og Sagen fekk
stuðul úr øllum krókum av
skíheiminum, kvinnurørsluni
og øðrum sum ikki duga at
síggja hví kvinnur sum vilja
hoppa 200 metrar skulu sleppa
at gera tað.
Men nei, teir gomlu menn-
inir hava brúkt alla sína orku
til at nokta Annettu Sagen at
hoppa í teimum stóru bakkun-
um. Men Annette Sagen hevur
bein í nøsini. Hon hevur hoppa
í Vikersund-bakkanum, og hon
yvirlivdi. Hon hoppað longri
enn meginparturin av mann-
fólkunum sum luttóku í somu
kapping.
Í morgin hoppar Annette
Sagen enn einaferð í Holmen-
kollen. Bakkin kallast K120
metrar. Sambært gomlu
monnunum hevur hon ikki
loyvi at hoppa í bakkum
omanfyri K90 metrar.
Kanska vit skuldu sent
Annette Sagen til Føroyar at
læra føroyskar kvinnur hvussu
ein hoppar útí tað. Hugsi fyrst
og fremst um fráveruna av
kvinnum í politikkinum.
Flúgvandi finni fær norðmenn til at hoppa
TELDUBRÆVIÐ
Frá: Jógvan H. Gardar – hugoga@online.no
Til: post@sosialurin.fo
Evni: Vikuskifti
Kemur tú úr einum heimi við
ljóðføri?
– Babba hevði eitt orgul einaferð
laaangt síðani, sum eg av og á
royndi
Spælir tú nakað ljóðføri?
– Ja, gittar.
Syngur tú undir brúsuni?
– NEI. Men tá eg koyri bil við
rútunum uppi, tá kann eg syngja
nokk so hart.
Hevur tú nakrantíð droymt um at
gerast tónleikari?
– Ja, næstan hvønn dag.
Hvat hevur tónleikur at siga fyri
teg?
– Aftaná Kristu, alt
Hvussu nógvar
fløgur/plátur/bond eigur tú?
– Eg havi aldrin talt, men eg
meini tað má liggja um 100 til
130 fløgur og nøkur
kasettu/videobond og ongar
plátur.
Hvat er tín yndisfløga?
– Eg havi onga yndisfløgu.
Hvørja fløgu hevði tú ikki viljað
átt, um tú so fekst pengar
afturfyri?
– Eg tori ikki at siga tað her.
Hvør sangur skuldi ongantíð
verið skrivaður?
– Tað eru so nógvir, allir sangir
sum hava ósømiligan tekst skuldi
aldrin verið skrivaðir – tað er eitt
boð.
Hvat er tann pínligasta plátan,
sum tú eigur?
– Eg haldi ikki at eg eigi nakran
pínligan tónleik.
Hvønn sang hevði tú valt, um tú
skuldi sungið karaoke?
– Eg fari aldrin at royna karaoke.
Hvat er tann besti tónleikurin til
eitt hugnaligt kvøld?
– Friðaligir sangir hjá David
Foster, Chicago og Peter Cetera
osv.
Hvønn tónleik vilt tú helst hoyra
sunnumorgun?
– Ongan.
Hvør tónleikur fær teg í ringt
lag?
– Eingin tónleikur fær meg i
ringt lag. Bert ein sangur, sum eg
haldi eitur »Jeg kan en sang der
kan drive dig til vanvid.«
Hvør sangur kann fáa teg út á
dansigólvið?
– Ongin.
Hvat er tann fyrsti sangurin, sum
tú minnist teg dáma?
– Undirfulla land hjá Finnur
Hansen.
Hvønn sang ert tú fegnast um at
hava verið við til at gjørt ella
spælt inn?
– Alla Leið, Hundur mín
Kingoson og Ommu tíni hjá.
Hvør sangur skal spælast til tína
jarðarferð?
– Tað havi eg ikki hugsað um.
Men »Gakk tú fram við góðum
treysti« er góður.
Hvat er tann besta konsertin,
sum tú hevur verið til?
Dream Theater.
Hvønn tónleikara hevði tú viljað
hitt?
– Allar kendar gittarleikarar.
Mikkjal Hvannastein, tónleikari
Nýggjar
TANNPROTESUR
Broytingar og umvælingar av gomlum protesum
Børkuvegur
620 Runavík
Tlf. 448480
Opið er:
mánadag-hósdag frá kl. 9-16
fríggjadag frá kl. 9-12
Kliniskur tannteknikari
Bergur á Reynatrøð
Sethús til sølu
Talan er um eini stór sethús í góðum standi og við
fastbygdum bilhúsi. Helmingurin av kjallaranum
verður nýttur til vinnuligt endamál. Umhvørvið er
barnavinarligt og stutt er til handils og dagstovn.
Alt er liðugt gjørt rundan um húsið.
Adressa:
Lambagarði 1, 100 Tórshavn
Stødd á húsunum:160 m2 x 2, umframt altan og
terassu
Loft:
Ovasta loft
Miðhædd:
Køkur/stova, 2 stovur, hjúnar-
rúm/bað, wc, 2 kømur, wc/bað,
gong og gestatoilett
Kjallari:
Køkur/stova, 2 kømur, wc/bað,
gong, 2 stór rúm, kontór og
fýrrúm
Stødd á grundøki: 504 m2
Byggiár:
1982
Yvirtøkudagur:
Eftir avtalu
Kostnaður:
Hóskandi boð ynskist.
Áhugað verða biðin um at ringja ella støkka inn á
gólvið hjá Húsamekling. Her kunnu vit greiða nærri
frá ognini, og avtala tíð at sýna húsini fram.
Húsamekling
Sp/f Protek, Vaglið, Postsmoga 331,
110 Tórshavn,
Tlf. 319321, Fax 319331,
E-mail: protek@post.olivant.fo
www.husamekling.fo
Avgreiðsla kl. 9-12 og 13-16
Hús í Klaksvík
til sølu
Ogn á Grønabóli til sølu, um hóskandi boð fæst.
Matr. nr.
968
Grundøki: 9042 m2 (trøð)
Húsini:
ca. 140 m2, deilvís í tveimum hæddum
+ hjall
Húsini eru bygd í 1979, eru úr betongi, tó ein
partur úr timbri.Takið tjørupapp.
Húsini standa vakurt við útsýni norður gjøgnum
Haraldsund og yvir allan Pollin. Umframt til set-
hús eru húsini eisini vælegnað til onnur endamál.
Á ognini eru eisini úthús uml.40 m2 og neyst uml.
50 m2.
Nærri upplýsingar á tlf.457791,best eftir kl.10.00.
Suðuroyar Sjúkrahús
800 Tvøroyri
Sjúkrarøktar-
frøðingar
Til sjúklingadeildina á Suðuroyar Sjúkrahúsi verður
søkt eftir sjúkrarøktarfrøðingi til fast starv við fullari
arbeiðstíð í skiftandi vaktum frá 15. apríl 2004.
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjar-
málaráðið.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
fyristøðukvinnuna tlf. 371133 lokal 128.
Skrivlig umsókn við prógvum skal sendast til:
Umsjónarmannin
Suðuroyar Sjúkrahús
Postsmoga 51
800 Tvøroyri
Umsóknarfreist 29. mars 2004.
Hús í Klaksvík
til sølu
Ogn á Skáltavegur 11 til sølu um hóskandi boð
fæst.
Matr. nr.
1151
Grundøki: 194 m2
Húsini:
ca. 60 m2 í tveimum hæddum + hjall
Húsini eru bygd í 1954.
Húsini eru úr betongi og klødd við timbur.
Nærri upplýsingar á tlf. 457791
C
M
Y
K
35
34