fríggjadagur 27. juli 2012síða 30
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. juli 2012 · Nr. 86
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
KÍ skal standa
royndina á heimavølli
ÍF hómar
málmin
Fuglfirðingar fáa í kvøld
vitjan av FC Suðuroy. ÍF er
fimm stig aftanfyri Víking og
seks stig aftanfyri KÍ. Tí er
møguleiki fyri, at fuglfirðingar
í kvøld kunnu lyfta seg nærri
toppinum. Tað gera teir, um
tað eydnast at vinna fulla
úrtøku ímóti FC Suðuroy.
Suðuroyingarnir eiga fram
vegis fyrsta sigurin til góða.
Tað er rættuliga sjáldan, at
tað ikki hevur eydnast einum
liði at vinna í sekstan um
førum. Hetta er ikki komið
fyri síðani 1994, tá ið tað í 17.
umfari eydnaðist EB/Streymi
at vinna fyri fyrstu og einastu
ferð tað árið (2-1 ímóti NSÍ).
Bartal Eliasen hjá ÍF er
leikbannaður, og verjuálitið
hjá FC Suðuroy, Heini Vatns
dal, hevur verið skaðaplágað
ur í fleiri vikur. Uni R. Peter
sen er sannlíkur avloysari í ÍF
miðverjuni, og Heri Nesá,
sum er komin aftur í ÍF, eftir í
fleiri ár at hava verið á flat
londum, er gott boð upp á
høgra vongverja.
ÍF hevði 6-0 sigur við til hús
eftir vitjan á Vágseiði 20. mai.
ÍF-FC Suðuroy: Alex Tro
leis fríggjadagin kl. 20.00.
Fótbóltur Tað er óført fótbóltslag í Klaksvík og Norðoyggjum. Fyri fyrstu ferð síðani
1999, tá ið tað eydnaðist at vinna FM, er KÍ er topplið í Effodeildini eftir 16 umfør. Harvið
eru øll eygu vend ímóti oddadystinum, sum verður á Eiðinum í kvøld, tá ið Víkingur kemur
á vitjan.
Jóannes Hansen
Tað eru tvey lið á aldukambinum,
sum bresta saman. KÍ og Víkingur
fara sjáldan stigaleys av vøllinum.
Men meðan KÍ bara hevur mist stig
í einum av ellivu teimum seinastu
umførunum, so hevur tað kostað
nógv hjá Víkingi síðani 1-0 tapið á
heimavølli ímóti KÍ í Fuglafirði, at
tað bara hevur eydnast at vinna
tvær ferðir, meðan tað fýra ferðir
er endað við javnleiki.
Higartil í ár hevur KÍ ikki spælt
á heimavølli ímóti trimum teimum
fremstu
kappingarneytunum
–
EB/Streymi, Víkingi og ÍF. Tvey tey
næstu í røðini – B36 og HB – hava
verið í Klaksvík, og tá royndist tað
ikki so væl hjá KÍ, sum tapti ímóti
B36 og spældi javnt ímóti HB.
Hetta var tíðliga í kappingini, og
síðani er nógv vatn runnið í ánni.
Sjálvsálitið og yvirskotið, sum eitt
nú sæst í, at tað er rár hending, at
gul kort verða víst KÍ spælarunum,
hevur borið teir bláu upp á topp
in, og nú skal støðan verjast á
heimavølli, har áskoðarafjøldin í
kvøld ivaleyst verður størri, enn
hon hevur verið nakrantíð nógvu
tey undanfarnu árini.
Tað verður pinnpakkað kring
vøllin í Klaksvík í kvøld, eisini tí
Víkingur eigur sera trúfasta áskoð
arafjøld, og tí talan er um granna
uppgerð.
Klaksvíkingar hava seinastu
ferðirnar víst seg at vera alt tryggari
við bóltinum, og teir arbeiða øgiligt
og flyta eg nógv fyri hvørjum øðr
um. Allir KÍ spælararnir eru tøkir.
At tað er kapping um plássini sást
ikki minst síðsta sunnudag í stór
sigrinum á útivølli ímóti TB, tá ið
Heðin Klakstein var nýggjur ímill
um teir fyrstu ellivu og skoraði, og
tá ið Ivan Joensen í 2. hálvleiki
avloysti á miðvøllinum og var ein
av seks málskjúttum.
Hjá Víkingi kemur tað illa við, at
liðformaðurin og miðverjin Atli
Gregersen framvegis er leikbannað
ur, og at vongverjin í høgru, Bárður
Hansen, eisini er leikbannaður.
Merkisvert er tað eisini, at Filip
Djordjevic, sum inntil fyri lítlari
viku síðani var KÍ spælari, nú
umboðar Víking. Í Klaksvík halda
teir tað ikki hava so stóran týdning
fyri teirra lið, at Djordjevic er fluttur
til grannarnar. Víkingur hevur ikki
spælt síðani summarsteðgin, og tí
verður tað ikki fyrrenn í kvøld, at
tað verður møguleiki at meta um,
hvønn týdning tað hevur fyri teir
ljósabláu, at serbiski spælarin nú
umboðar teir.
B36 er
illa spert
Tølini siga, at tað gongur einki
serligt hjá meistarunum í B36.
Hvørki í landskappingini ella
á Ólavsøku. Fýra tær seinastu
ferðirnar í landskappingini
hevur samlaða úrtøkan bara
verið tvey stig. B36 hevur ikki
vunnið síðani grannaupp
gerðina, tá ið úrslitið ímóti
HB var 1-0.
Ólavsøkutølini síggja held
ur einki serlig út. Í fjør eyd
naðist tað við neyð og deyð at
vinna 1-0 ímóti 07 Vestur. Í
fyrraárið fór Víkingur av
Ólavsøku við 3-1 sigri, og 26.
juli 2009 fór B36 úr Runavík
við 3-0 tapi.
NSÍ kemur á Ólavsøku við
stórum sjálvsáliti. Sunnudag
in eydnaðist at vinna 4-2 á HB
í Gundadali, og síðani tá er
Viljormur Davidsen komin
aftrat. Tað kemur illa við, at
sera eyðsýndi Árni Frederiks
berg hesa ferð er leikbannaður.
Allir B36 spælararnir eru
tøkir uttan Heini í Skorini,
sum framvegis er skaðaplág
aður. Stigatalvan sigur, at tað
bara eru tvey stig frá meist
araliðnum og niður til niður
flytingarplássið. Avrikið í
Streymnesi síðsta sunnudag
bar boð um, at tað leikliga
gongur rætta vegin, og sam
stundis bar enn eina ferð til
at staðfesta, at marginalirnir,
sum í fjør vóru í parti við B36,
ikki longur eru á somu síðu!
Tølini siga, at tað gongur einki
serligt hjá HB á Ólavsøku. Trý tey
seinastu árini hevur umfar í
landskappingini verið á skránni um
tjóðarhátíðina, og higartil hevur
tað ikki eydnast HB at vinna fulla
úrtøku. 26. juli í 2009 endaði tað
málleyst, tá ið ÍF var í Gundadali,
ólavsøkuaftan í 2010 var lagið gott í
bygdarskýlinum, tá ið B71 vann 2-1
á HB, og í fjør var úrslitið málleysur
javnleikur, tá ið NSÍ ólavsøkudag
vitjaði HB.
Onkuntíð hevur verið meiri
toppsnitt yvir klassikaranum, enn
tað er, nú HB ólavsøkuaftan fær
vitjan av TB.
Eftir lúsingin á heimavølli ímóti
KÍ brennur rættuliga undir TB, sum
bara er betri málmun frammanfyri
B68 og harvið røttu megin niður
flytingarstrikuna. Tað sá heilt
øðrvísi út, tá ið TB í 9. umfari á
nýggja heimavøllinum við Stórá
vann 4-2 á HB. Síðani tá hevur TB
bara
vunnið
oyggjauppgerðina
ímóti FC Suðuroy.
Tað er sjáldan, at HB tríggjar
ferðir á rað fer av vøllinum uttan
fulla úrtøku. Soleiðis hevur tað
verið seinastu ferðirnar, og nú eru
tað bara fýra stig niður til TB og
harvið hóttanina av niðurflyting.
Hjá HB kemur tað illa við, at
liðformaðurin Fróði Benjaminsen
er leikbannaður. Hallur Hansson,
sum var leikbannaður ímóti NSÍ, er
upplagdur avloysari. Í TB verður
vónað, at tað nú verður loyvt Nenad
Stankovic at stýra miðvøllinum.
HB-TB: Rúni Gaardbo ólav
søkuaftan kl. 18.00.
28. mai var 10. umfar á skrán
ni. Ta ferðina megnaði B68 1-1 á
heimavølli ímóti Víkingi, sum var
oddalið. Tá varð kanska roknað
við, at hetta var fyrsta fetið hjá
toftamonnum úr botninum og
fram ímóti plássunum, sum bera
altjóða luttøku við sær.
Soleiðis hevur tað ikki verið.
Síðani eru seks umfør avgreidd,
og tað hevur bara eydnast B68 at
vinna eina ferð – síðsta sunnudag
á heimavølli ímóti FC Suðuroy.
Tí er støðan hættislig.
28. mai vann EB/Streymur 3-0
á útivølli ímóti TB. Tað úrslitið
saman við javnleikinum í oyggja
uppgerðini á Toftum henda
sama dagin var orsøk til, at EB/
Streymur varð nýtt oddalið.
Inntil síðsta sunnudag, tá ið tað
í evstu løtu eydnaðist at bjarga
javnleiki á heimavølli ímóti B36,
var EB/Streymur topplið.
Nú EB/Streymur og B68 hitt
ast, eru tað oddasessurin og at
sleppa undan hóttanini av niður
flyting, sum eru á dagsskrá. Fyrr
í summar vann EB/Streymur 2-1
á Svangaskarði.
Hjá B68 eru Christian Høgni
Jacobsen og Jóhan Dávur Høj
gaard tøkir aftur eftir leikbann.
Miðvallarin Jústinus R. Hansen
er farin uttanlands at arbeiða.
Miðverjin Marni Djurhuus er
leikbannaður hjá EB/Streymi, og
tað er ivasamt, hvussu tað verður
við toppskjúttanum Arnbirni
Hansen.
EB/Streymur-B68: Eiler Ras
mussen fríggjadagin kl. 19.00
Stríðast í hvør sínum enda HB og Ólavsøkan ikki vinir