Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-27, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juli 2012síða 31

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Fríggjadagur 27. juli 2012 · Nr. 86 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Metini standa ikki fyri falli Kappróður Fýra met eru sett higartil í ár, men høgættin leggur ikki upp til, at nýggj met verða sett í ólavsøkuróðrinum í morgin Jóannes Hansen Punktum fyri róðrarárið verður sett í morgin. Tað er greitt, at Junkarin hjá kvívíkingum hevur vunnið FM í barnaróðrinum hjá dreingjum. Páll Fangi úr Klaksvík hevur vunnið FM í kappingini millum 6-mannafør við kvinnum. Lómur av Argjum hevur vunnið FM í kappingini millum 6-mannafør við monnum. Miðvingur hevur vunnið FM í kappingini millum 8-mannaførini, og Klaksvíkingur hevur vunnið FM í kappingini millum 10-mannaførini. Jallurin hjá Róðrarfelagnum Knørri í Havn er stórfavorittur í barnakappingini millum gentur, og tað skal ganga ógvuliga illa hjá fuglfjarðargentum umborð á Erlu Kongsdóttir, um tær ikki skulu vinna FM. Talan verður um sanna FM fi­ nalu millum 5-mannaførini við dreingjum millum Jallin hjá Róðrar­ felagnum Knørri í Havn og Drekan hjá Havnar Róðrarfelag. Men hóast FM spurningurin í flestu kappingum er avgjørdur ella so at siga er svaraður, so hevur tað ongan týdning fyri kappróðurin í morgin. At vinna á Ólavsøku er nakað heilt serligt, og allar mann­ ingarnar, sum í morgin leggja til fasta startin undir Argjahøvda hava eina vón um, at tað við sigri í morgin skal eydnast at seta flott punktum fyri róðrarárið 2012, sum er nummar fjøruti í røðini, síðani tað í 1973 varð farið undir FM kappingar í tí líki, sum tað framvegis verður kappast. Metini Hóast tað ikki verður so nógv tosað um met, tá ið tað ræður um kappróður, sum tað verður eitt nú í svimjing og súkkling, og sum tað verður í hesum OL tíðum, so hava kapprógvarar og tey, sum fylgja væl við, eitt vakið eyga við tíðunum og møguleikanum fyri at seta met. Higartil í ár eru fýra met sett í kappróðrinum. Klaksvíkingur eigur tvey av metunum. Hitt fyrra setti hann í heimasjógvi á Norðoya­ stevnu, og tað seinna róði Klaks­ víkingur seg til á Eystanstevnu á Skálafjørðinum. Á Norðoyastevnu var vinnara­ tíðin 6.38.24. Besta vinnaratíðin á 1500 metra teininum á Norðoya­ stevnu var frammanundan 6.46.03. Hetta var vinnaratíðin hjá Nóls­ oyingi í Klaksvík í 2005. Á Eystanstevnu var vinnaratíðin hjá Klaksvíkingi á 2000 metra teininum 8.53.07. Tað gekk akkurát hjá klaksvíkingum at seta met og harvið at gera upp við metið, sum Skálabáturin setti í 1976. Ta ferðina var vinnaratíðin hjá skálamonnum 8.53.30. Tveir aðrir bátar settu eisini met á Eystanstevnu. Teir vóru Erla Kongsdóttir við gentumanning og Havfrúgvin við kvinnumanning. Erla Kongsdóttir tók metið, sum Hvassi setti fyri fýra árum síðani. Tíðin hjá Erlu Kongsdóttir í ár var 5.20.11, og tíðin hjá Hvassa fyri fýra árum síðani var 5.35.13. Havfrúgvin við kvinnum vann á Eystanstevnu í tíðini 5.18.20. Harvið gjørdu vestmannakvinnur upp við 30 ára gamla metið, sum Royndin Fríða setti í 1982. Tá var vinnaratíðin 5.18.20. Ólavsøkumetini Róðrarteinurin á Ólavsøku er stív­ liga 900 metrar. Tað ber tískil ikki til at sammeta tíðirnar á Ólavsøku við tíðirnar á øðrum stevnum og søkum. Serligur glansur er kring met­ tíðina hjá 10-mannaførunum. Í 1992 ella fyri tjúgu árum síðani róði Skálabáturin teinin av Argjahøvda og inn á málið í tíðini 3.52.00. Hetta er styttsta tíðin, at nakar kapp­ róðrarbátur nakrantíð hevur róð henda teinin. Fleiri royndir hava verið gjørdar at taka metið hjá skálamonnum. Fyri ellivu árum síðani var tað um reppið, at tað eydnaðist hjá Havnar­ bátinum, men tað gekk akkurát ikki. Tíðin var 3.52.03. Klaksvíkingar høvdu ógvuliga góðan hug á mettíðini fyri trimum árum síðani, men tað eydnaðist ikki. Klaksvíkingur vann í tíðini 3.56.19, sum er triðibesta vinnara­ tíðin á Ólavsøku. Fyri trimum árum síðani varð sagt, at ættin og vind­ ferðin ikki spældu við í royndini at seta met. Um tað skal eydnast, so skal hann vera lágur í ættini, og tað skal vera so mikið slætt, at tað á ongan hátt órógvar rógvararnar. Umstøðurnar Ofta hevur verið sagt, at óvissan kring róðrartíðirnar hevur verið stór, tí málið ikki altíð hevur verið so neyvt, og at teknikkurin kring klokkuskipanina heldur ikki hevur verið nóg góður. Kanska er tað nakað um hetta, men fasti starturin og serliga fasti starturin á Ólavsøku, sum er festur inn á land, eiga at borga fyri, at róðrarteinurin á Ólavsøku altíð er tann sami. Í summar hevur tað nógv størsta partin av tíðini verið høgætt, og soleiðis verður tað eisini í morgin. Veðurforsøgnin sigur, at í morgin, ólavsøkuaftan, aftan á døgurða verð­ur hann landnyrðingur, og vind­ferðin verður umleið ellivu metrar um sekundið. Hitin fer at liggja um 12 stig, og tað verður turt í veðrinum. Høgættin er góð í høvuðs­stað­ num og harvið fyri ólavsøkuveðrið. Men um veðrið verður soleiðis, sum tað verður roknað við, so eru lík­ indini ikki góð fyri, at met verða sett í kappróðrinum á ólavsøku í ár. Og skuldi tað lagað seg soleiðis, at eitt ella fleiri met verða sett, hóast fríska lotið verður beint ímóti, so kann ikki sigast annað, enn at talan verður um stórt bragd. Barnaróðurin dreingir 1 Junkarin 42 2 Fípan Fagra 36 3 Pílur 27 4 Kollur 21 Barnaróðurin gentur 1 Jallurin 41 2 Hulda 36 3 Teistin 26 4 Royndin Fríða 25 6-mannafør kvinnur Masters 1 Lómur 13 2 Gongurólvur 10 3 Herningur 7 4 Sølmundur 6 10-mannafør Masters 1 Havnarbáturin 14 2 Skálabáturin 12 3 Ormurin Langi (RK) 10 4 Eysturoyingur 4 5-mannafør dreingir 1 Jallurin 39 2 Drekin 38 3 Havfrúgvin 26 4 Teistin 24 6-mannafør kvinnur 1 Páll Fangi 42 2 Hvessingur 33 3 Rádni 31 4 Herningur 6 5-mannafør gentur 1 Erla Kongsdóttir 40 2 Hvassi 37 3 Blikur 26 4 Sílið 20 5-mannafør kvinnur 1 Havfrúgvin 42 2 Blikur 36 3 Firvaldur 30 4 Strípan 20 6-mannafør menn 1 Lómur 42 2 Riddarin 35 3 Skúgvur 29 4 Herningur 12 8-mannafør 1 Miðvingur 42 2 Argjabáturin 35 3 Gullbrandur 30 4 Kvívíkingur 5 10-mannafør 1 Klaksvíkingur 41 2 Suðuroyingur 34 3 Vestmenningur 33 4 Havnarbáturin 12 5 Nólsoyingur 8 Støðan í FM kappingini