Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-27, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juli 2012síða 41

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 86 ·27. juli 2012 9 - Eg og tríggjar vinkonur vóru nakað síðani í London. Áðrenn farið varð avstað, hevði eg hugt eftir kjólum á netinum, og valt mær tríggjar, sum eg vil­di royna. Vinkonurnar vóru við sum dóm­ar­ar, og í felag funnu vit fram til rætta kjólan, sigur Inga og flennir. Hjá Ras­mus hevur tað verið væl lættari at funn­ið stás til tann stóra dagin. - Vit fóru ein túr inn í Magasin, tá vit vóru niðri, og har funnu vit mær ein penan klædning, sigur Rasmus, sum saman við Ingu gleðir seg til fríggja-dag­ in, tá tey geva hvørjum øðrum sítt ja. Tey verða vígd í Býráðssalinum og aftaná verður nátturði á Lærara­skúla­num. - Vit ivaðust leingi í, nær brúdleypið skuldi verða, men vit hildu, at hesin dag­urin fór at passa teimum flestu av okkara gestum. Fleiri koma jú eisini niðri frá, og tá riggaði best við einum summar­brúdleypi, sigur Inga, sum tó ikki sleppur á brúðarferð beint eftir brúd­leypið. - Vit skulu bæði til arbeiðis aftur fyrst í august, og tí valdu vit herfyri at fara til París í eina viku, so vit verða ikki snýtt fyri nakra brúðarferð, sigur Ras­mus. - Eg hevði keypt henni ein ring, sum lá í skuffuni, men har bleiv hann liggj­andi nakað leingi Mynd: Heinesen myndir