Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-27, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juli 2012síða 40

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 86 ·27. juli 2012 8 VIKUSKIFTI Brúðleyp Rannvá G. Fossaberg rannva@sos.fo Tað byrjaði alt í september mánaði í fjør, tá 32 ára gamla Inga var til arbeiðis á barnadeildini á Landssjúkrahúsinum. Ein av sjúklingunum hevði brúk fyri læknahjálp, og Inga ringdi eftir lækna­ num, sum tá var á vakt. Læknin var 27 ára gamli Rasmus, sum júst var út­lærd­ ur lækni og skuldi arbeiða í eitt hálvt ár á Landssjúkrahúsinum í Tórshavn. - Eg minnist væl, tá eg kom á barna­ deildina, og Inga var har. Í roynd og veru ræddist eg hana at byrja við, tí hon hevði stýr upp á alt og dugdi væl, grei­ð­ir Rasmus frá og flennir. Eisini Inga minnist væl ta ferðina, hon hevði ringt eftir Rasmus. - Hann riggaði væl, hugsaði eg, og so virkaði hann eisini so øgiliga fittur, sigur Inga, sum hereftir sá Rasmus av og á, tá hon var til arbeiðis. Bjóðaði sær sjálvum til døgurða Tað gekk tó eitt hálvt ár, áðrenn nakað veru­ligt hendi teirra millum. Bæði arbeiddu tey nógv og høvdu skiftandi arbeiðs­tíðir. Eina viku í januar hevði Ras­mus fleiri samdøgurðsvaktir, meðan Inga ikki arbeiddi so nógv júst ta vikuna. Eftir at tey høvdu hitt hvønn annan fyrstu ferð á barnadeildini, prát­ aðu tey javnan og dugdu bæði at síggja, at vinarlagið kundi blíva til okkurt meira. Tí valdi Rasmus ein dag í eini hekt­isk­ari arbeiðsviku í februar at biðja Ingu bjóða sær til døgurða. - Eg hevði langar vaktir og als ikki tíð til at eta ordiligar døgurðar, so ein mál­tíð heima hjá Ingu helt eg riggaði fínt sum undanførsla fyri at sleppa at sígg­ja hana uttan fyri arbeiði. So eg spurdi, um hon ikki kundi gera mær okkurt at eta, sigur Rasmus. Hóast Inga at byrja við flenti eitt sindur eftir fyri­ spurn­inginum frá unga læknanum, helt hon, at sjálvandi kundi hon gera hon­ um ein døgurða. - Tað fyrsta eg segði við hann, tá hann bjóðaði sær sjálvum til døgurða, var ”skal eg veruliga gera mat til tín?”. Hin­vegin so hugsaði eg eisini, at vit vóru væl og høvdu altíð okkurt at práta um, so eg bjóðaði honum heim til ein bita, greiðir Inga frá. Og døgurðin eydn­að­ist væl. - Tað gekk væl, og sum altíð prátaðu vit um alt millum himmal og jørð, sig­ ur Rasmus og leggur aftrat, at tað var aftan á hetta kvøldið, at tey tóku avgerð um at vera par. - Vit høvdu tað altíð gott, tá vit vóru sam­an, og alt var bara, júst sum tað eig­ur at vera. Starvsfelagar argaðu At Inga og Rasmus vóru góð við hvønn ann­an og trivust væl saman var nakað, starvsfelagarnir høvdu lagt til merkis, væl áðrenn tey bæði blivu par. - Tær, sum eg arbeiði saman við á deild­ini, søgdu ofta okkurt við meg, tí Ras­mus kom so líðandi rættiliga nógv á deildina, og so endaðu vit bæði altíð við at práta eina góða løtu, tá arbeiðið loyv­di tí, sigur Inga, sum tó ikki læt við­merk­ingarnar frá starvsfelagunum við seg koma. - Eg segði við starvsfealgarnar, at hann kendi ongan her, og tí vildi hann bara práta við onkran. Eisini segði eg fleiri ferðir, at hann var dani og skuldi aft­ur til Danmarkar, og tað var orsøkin til, at vit prátaðu ofta saman, sigur Inga og smílist. Men okkurt var, og síðani febru­ar mánað hava tey verið par. - Vit gjørdu okkum onkran tankar um, hvussu tað fór at vera hjá okkum, nú vit eisini vóru starvsfelagar, men bert fáar vikur eftir, at vit vóru komin saman, skuldi eg av Lands­sjúkra­ húsinum og byrjaði sum kommunu­ lækni, sigur Rasmus. Men starvs­felag­ ar­nir á Landssjúkrahúsinum vóru ikki bilsn­ir, tá teir frættu, at Inga og Rasmus vóru blivin par. - Eg haldi, at tey vistu tað. Tey høv­ du jú sæð, at vit prátaðu nógv saman og vóru væl, men allíkavæl so fortaldi eg tað fyri teimum, eg arbeiddi saman við á deildini, at nú vóru eg og Rasmus al­ment par, sigur Inga. Fríggjaði áðrenn kvøldvakt Stutt eftir at Inga og Rasmus vóru bliv­ in par, tosaðu tey um at giftast. - Vit eru vaksin fólk og vita bæði, hvør­ji vit eru, og hvat vit vilja í fram­ tíð­ini. Tí fellur tað okkum natúrligt at gan­ga saman í hjúnalag, greiðir Inga frá. Hesum er Rasmus samdur í. - Vit føla, at vit kenna hvønn annan væl, og haraftrat dámar okkum tann trygg­leikan, sum liggur í tí, at vera gift, sigur Rasmus, og minnist aftur á tað kvøld­ið, hann bað Ingu um at gifta seg við sær. - Eg hevði keypt henni ein ring, sum lá í skuffuni, men har bleiv hann liggj­andi nakað leingi. Eg royndi at fram­skunda eina avtalu, vit høvdu um at fara út at eta, har eg so ætlaði at frígg­ja til Ingu, men hon arbeiddi so nógv júst tá, so tað bar ikki til, greiðir Ras­mus frá. Men eitt kvøldið ein tíma áðr­enn Inga skuldi á náttarvakt, helt Ras­mus, at nú skuldi tað vera. Inga visti av ongum, hóast tey bæði høvdu prátað um at giftast. - Beint áðrenn eg skuldi út, segði Ras­mus, at hann hevði eitt yvirraskisi til mín. Eg hevði ikki ánilsi av, hvat tað var, men gav honum greið boð, at eg vildi ikki hava nakað yvirraskilsi, um ikki tað var nakað gott, sigur Inga, og Rasmus heldur fram: - Eg segði, at eg sjálvur helt tað vera eitt rættiliga gott yvirraskilsi, og so læt eg upp eskjuna við ringinum í beint framm­an fyri henni, sigur Rasmus. Inga var als ikki í iva, um hvat hon skuldi svara, tá Rasmus spurdi, um hon vildi gift­ast við sær. - Alt við okkum báðum kennist bara rætt, so sjálvandi segði eg ja. Kjólin keyptur í London Hesa vikuna hevur brúðarparið havt úr at gera við at fáa seinastu fyri­reik­ ingarnar undir land. Men ein rætti­liga týdningarmikil partur av fyri­reik­ing­ unum, kom skjótt upp á pláss. Hasi damuni tori eg ikki koma upp á tvørs av, hugsaði læknin, Rasmus Maltesen, fyrstu ferð hann arbeiddi á Landssjúkrahúsinum saman við sjúkrarøktarfrøðinginum Ingu Old. – Men hon var so fitt og áhugaverd, at eg fall skjótt fyri henni, sigur Rasmus, sum í dag giftist starvsfelagnum, hann at byrja við ræddist Funnu kærleikan á sjúkrahúsinum Vit skulu giftast!