Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-27, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juli 2012síða 39

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 86 ·27. juli 2012 7 www.floghavn.fo sansir.fo Vága Floghavn er í eini menningartilgongd. Flogvøllurin er longdur frá 1250 metrum til 1799 metrar. Nýggj farstøð verður í løtuni bygd og vænta vit, at hon er liðug í fyrru hálvu av 2014. Útbyggingarnar lata upp møguleikar fyri nýggjum ferðamálum og tilboðum til verandi og nýggjar marknaðir og víðka um inntøkugrundar­ lagið hjá Vága Floghavn. Sum liður í menningar­ tilgongdini søkir Vága Floghavn eftir einum stjórnarsamskipara. Starvið fevnir í høvuðsheitum um heimasíðu­ røkt, starvsfólkaviðurskifti, skrivarauppgávur, viðlíkahald av skjalasavninum, samskipan, móttøku, bókhald, fíggjarrapportering, rokn­ skap og aðrar uppgávur. Harumframt kann væntast, at samskiparin í ávísan mun eisini skal verða við til at menna marknaðar føring­ ina av Vága Floghavn og Føroyum sum ferða­ mannalandi. Stjórnarsamskiparin skal, við tilvísing til stjóran í Vága Floghavn, og í samstarvi við starvsfelagar sínar, luttaka í arbeiðinum við teimum uppgávum, sum partar av leiðslubólk­ inum taka sær av, umframt øðrum uppgávum í sambandi við virksemi felagsins. Bílegging av ferðum og hotellum til leiðslubólkin er eisini partur av starvsøkinum. Stjórnarsamskiparin skal hava hóskandi útbúgving, so sum skrivstovuútbúgving ella líknandi, ella viðkomandi royndir, góð sam­ starvs evni og duga at arbeiða sjálvstøðugt og hava kunnleika til føroyskt, danskt og enskt mál. Miðað verður ímóti at seta starvið 1. oktober 2012, ella eftir nærri avtalu. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til: Jákup Sverra Kass á telefon 354400 ella við telduposti á jsk@fae.fo Umsóknir saman við prógvum, C.V. og øðrum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 20. august 2012. Allar umsóknir við neyðugum fylgiskjølum verða viðgjørdar í trúnaði og skulu sendast til: Jákup Sverri Kass, stjóra á jsk@fae.fo Stjórnar-SamSkipari til Vága FloghaVn