fríggjadagur 27. juli 2012síða 38
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 86 ·27. juli 2012
6
VIKUSKIFTI
ÓLAVSØKURØÐAN
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Ólavsøkan er Føroya størsta hátíðar
hald, men samstundis er ólavsøkan
eisini at rokna sum politiski nýggjárs
dagurin, sum skrivað stóð í ólavsøku
blaði Miðlahúsins fyrr í vikuni, tí løg
tingssetan byrjar ólavsøkudag.
Tá skal løgmaður sambært lógini
vera til arbeiðis, og fremsti setningur
hansara henda dagin er at halda ólav
søkurøðuna. Tað er lógarfest, hvat ólav
søkurøðan skal snúgva seg um. Kaj
Leo Holm Johannesen, løgmaður, skal
sunnudagin 29. juli klokkan 13 greiða
frá gongdini í samfelagnum seinasta
árið, og so skal hann eisini gera greitt,
hvørjar ætlanir landsstýrið hevur fram
til ólavsøku 2013.
Ársins ólavsøkurøða er tann fjórða,
Kaj Leo Holm Johannesen heldur,
samstundis sum tað er tann fyrsta av
slagnum, síðani nýggj samgonga varð
skipað 14. november í fjør. Løgmaður
ynskir ikki at koma inn á staklutir í
røðuni, men við Dimmalætting í farnu
viku segði løgmaður so mikið sum, at
hann fór at royna at vera savnandi.
- Vit hava verið ígjøgnum eitt øgi
liga hart tíðarskeið hesi fýra árini vit
hava sitið, helst tað ringasta tíðar
skeiðið nakrantíð, og vit hava tikið
nógvar ópopulerar avgerðir. Tí fari eg
í hesi røðuni at leggja dent á at vera
savnandi og fáa allar politiskar flokkar
við í arbeiðið hesi góðu trý árini, sum
eru eftir av hesum valskeiðinum, sigur
Kaj Leo Johannesen.
Røða í tveimum pørtum
Ólavsøkurøðan er í tveimum. Annar
parturin er røðan, løgmaður heldur í
løgtinginum ólavsøkudag. Hin parturin
er drúgva hagtalstilfarið, sum í stóran
mun er grundarlagið undir røðuni. Tað
verið seg hagtøl um búskap, arbeiðs
loysi, fólkatal og so framvegis.
Fyri seks árum síðani greiddi távera
ndi løgmaður, Jóannes Eidesgaard, so
leiðis frá um ólavsøkurøðuna.
- Tað eru nógv fólk um at leggja
røðuna til rættis. Fyri tað fyrsta eru
tað øll aðalráðini og allir landsstýris
menninir, sum geva sítt íkast til røðuna
har tey greiða frá, hvat er hent á teirra
málsøkjum hetta farna árið og, hvat
fer at henda hetta næsta árið. Fyri tað
næsta skal ólavsøkurøðan vera ein
lýsing av samfelagnum út frá teim
um hagtølum, sum eru til skjals um
gongdina. Í triðja lagi skal ein listi
fylgja við yvir tey mál, sum landsstýrið
ætlar at fremja hetta næsta árið, segði
Jóannes Eidesgaard við Sosialin 25. juli
í 2006.
Byrja við feriu
Eftir ólavsøku byrjar so ársins størsta
politiska kjak í løgtinginum, tá ólav
søkurøða løgmans verður umrødd. Eitt
kjak sum eisini plagar at verða vent og
viðgjørt í landsins fjølmiðlum. Men so
fær tingið aftur frí, og tingarbeiðið
verður ikki tikið uppaftur fyrr enn út
á heysti.
Í so máta er skipanin kring ólavsøku
røðuna nakað øðrvísi í Føroyum, enn
hon er í grannalondum okkara. Har er
setanarrøðan hjá forsætisráðharrunum
byrjanin upp á tingarbeiði, men tað er
tað ikki í sama mun hjá okkum, tá
tingið fer í feriu beint aftaná.
Aftur og fram
á ólavsøku
Ólavsøkurøðan krevur av løgmanni, at hann bæði setir punktum og
byrjar nýggjan setning, tá tingið verður sett ólavsøkudag. Tí verður
ólavsøkurøðu løgmans afturlítandi, samstundis sum hann fer at
hyggja fram eftir, sum Kaj Leo Holm Johannesen plagar at taka til
Stýrisskipanarlógin
§ 12. Á ólavsøku greiðir
løgmaður frá støðu landsins
og tí, ið landsstýrið hevur
í ætlan at fremja
Stk. 2. Við støði í røðu løgmans
tekur tingið innan 6 yrkadagar
støðu landsins til umrøðu