Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-27, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juli 2012síða 37

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 86 ·27. juli 2012 5 Vit kenna øll politisku stereotypurnar: Høgra­sinnað ganga inn fyri einum av­markaðum vælferðarstati, sið­bundnum familjuvirðum, avmarkaðari immi­gra­tión, trygd og harðari revsing fyri brots­verk. Og tey lesa nógv heldur eina biografi um Mærsk McKinney Møller, enn nýggj­asta samfelagskritikkin av megin­landi­num. Vinstrahall rópa um sosial­ar kollveltingar, rættvíst býti av bú­skap­ar­lig­um ágóðum, mannarættindi og kanska enntá djórarættindi. Alt hetta skurr­ar eitt sindur í oyrunum hjá teim­um høgrasinnaðu Spurt varð í einari kanning í fleiri londum, hvørt fólk heldur vildi hava ein hund, ið var loyalur, og ikki ov skjótur at gerast vinur við fremmand, ella ein hund, ið var opin ímóti fremmandum, og sum sá eigaran sum ein javnbjóðis vin. Úrslitið vísti greitt, at tey, ið mettu seg meiri høgrasinnað, heldur vildu hava hundin við sterkum loyalitetseyðkennum. Tey vinstrahallu vildu hava hundin, ið var teirra javnbjóðis vinur.