fríggjadagur 27. juli 2012síða 36
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 86 ·27. juli 2012
4
VIKUSKIFTI
Moralur
Janus á Ryggi
post@sosialurin.fo
Moralskar sannføringar goyma seg
undir øllum samfelagskjaki, uttan at
vit geva okkum stórvegis far um tað.
Føroyskir politikarar hava ofta dugað
væl at gjørt summi viðurskifti til ”etisk
mál”, eitt nú spurningar um fosturtøku
og samkyndarættindi, ímeðan onnur
mál verða til ”politics as usual”. Men
politikkur stingur nógv djúpri enn so.
Politisk umboðan, rættarskipan, til
feingislutan og skattaprosent eru øll
tengd at grundleggjandi menniskja-
og samfelagsfatanum. Spurningar um
hvat tað góða samfelagið nú einaferð
er, og um hvat menniskju í roynd og
veru hava uppiborið.
Men hvussu avgera vit um okkurt
er rangt ella rætt? Klassiska kjakið í
heimsspekini snúði seg um nyttumoral
vs. pliktmoral. Nyttumoralurin sigur,
at tað sum er best fyri flest, eisini er
tað rætta. Til dømis kann væl vera rætt
at lúgva, um sannleikin er skaðiligur,
og ger minni nyttu enn lygnin. Plikt
moralurin sigur tvørturímóti, at ávísar
moralskar meginreglur altíð eru rættur,
óheftar av umstøðunum.
Nú royna granskarar innan sálar
frøði og samfelagsfrøði at førka aldar
gamla kjakið víðari. Kann vísindin
siga okkum nakað um moral og etikk?
Eru vit útgjørd við einum moralskum
kumpassi? Og mest av øllum: Hví eru
vit so ósamd um rangt og rætt? Er talan
kanska um eina ”smagsak”?
Ert tú til vinstru ella høgru?
Vit kenna øll politisku stereotypurnar:
Høgrasinnað ganga inn fyri einum av
markaðum vælferðarstati, siðbundnum
familjuvirðum, avmarkaðari immi
gratión, trygd og harðari revsing fyri
brotsverk. Og ofta dámar teimum ikki
akademikarar, ið vilja seta spurnartekin
við verandi samfelagsskipan. Tey lesa
nógv heldur eina biografi um Mærsk
McKinney Møller, enn nýggjasta
samfelagskritikkin av meginlandi
num. Vinstrahall rópa um sosialar
kollveltingar, rættvíst býti av búskap
arligum ágóðum, mannarættindi og
kanska enntá djórarættindi. Alt hetta
skurrar eitt sindur í oyrunum hjá teim
um høgrasinnaðu.
Trupult er at fáa veruligan dialog í
lag millum partarnar. Nei, veruleikin er
sjálvandi ikki so einfaldur. Ein skal vera
varðin við stereotypum. Tí fleiri kenna
seg aftur onkrastaðni á miðjuni millum
hesar stereotypur - og tó, okkurt er
kanska um prátið.
Jonathan Haidt, professari í sálar
frøði á New York University í USA,
hevur ment eina hypotesu um, hvussu
allar moralskar sannføringar spretta
úr nøkrum úrvaldum grundleggjandi
menniskjasligum kenslum. Hansara boð
uppá, hví vinstra og høgrasinnað hava
so ymsar moralskar fatanir av samfelag
num, er, at tað er sera ymiskt hvussu
sterkar hesar somu kenslur eru í hvørjum
einstøkum føri. Kenslurnar eru viðføddar,
og treytaðar at aldargomlu menniskjas
ligu evolutiónini, men sera ymiskt er
hvussu stóran dent umhvørvið leggur
á tær, meðan vit vaksa upp. Vit hava tí
avmarkaða ávirkan á, hví okkum dámar
betri summar moralskar sannføringar
enn aðrar. Men hvørjar kenslur eru talan
um?
Loyalitetur vs. opinleiki
Sambært granskingini hjá Jonathan
Haidt, ið hevur samanborið spurnar
kanningar frá eini ørgrynnu av londum,
mentanum og politiskum skipanum,
ber til at kóka allan moral niður til
nakrar fáar kensluligar súlur – ið,
sambært honum, allar aðrar moralsk
ar sannføringar spretta frá. Og sum so
nógvar aðrar hypotesur, grundar hann
eisini sína hypotesu á menningarlæruna.
Menniskjað er ment í ættarbólkum, undir
heilt øðrum fortreytum enn tær vit kenna
í dag og hiðani stava okkara moralsku
kenslur eisini.
Millum hesar moralsku súlur eru,
í fyrsta lagi: umsorgan fyri øðrum og
illvilji ímóti teimum, ið gera øðrum
skaða. Flest øll fólk eru samd um, at tað
ikki er í lagi at likamliga skaða onnur
uttan orsøk. Í øðrum lagi: rættvísis
kensla, ynski um at fara við øðrum sum
tey hava uppiborið og sjálvi at vera væl
viðfarin. Í triðja lagi: bólkaloyalitetur,
hetta er millum annað orsøkin til, at tað
ber til at samla heil samfeløg at fara í
kríggj – um tað eydnast at fáa tað at
kenna seg sum ein bólk. Í fjórða lagi
”reinleiki”, hetta snýr seg um, at ein
bólkur er samdur um, at summi ting
eru skitin ella órein. Hetta er til dømis
klassiskt innanfyri religiøsan moral.
Niðurstøðan úr spurnarkanningun
um hjá Jonathan Haidt er, at tey ið
síggja seg sjálvi sum meiri vinstrahøll,
leggja størsta dentin á umsorganar- og
rættvísiskensluna. Og samstundis sum
tey, ið eru meiri høgrasinna, eisini
taka undir við menniskjanligari um
sorgan, leggja tey nógv størri dent á
bólkaloyalitetin og reinleikapartin.
Bólkaloyaliteturin er, sambært Haidt,
frágreiðingin uppá, at teimum til dømis
ikki dámar prátið um ov opnan immi
gratiónspolitikk ella linari revsing, tí
tað ræður um at vera trúgvur mótvegis
egnum myndugleikum og virðum.
Millum vinstrahall hava kanning
arnar hjá Haidt ikki víst, at hesi leggja
sama dent á bólkaloyalitet. Tvørtur
ímóti eru vinstrahall ofta sera kritisk
mótvegis øllum, ið verður grundað
við loyaliteti, siðvenju ella myndug
leikatrúgv. Vinstrahall hava ofta ment
eina persónstypu, ið er meiri opin, spyrj
andi og kritisk, ímeðan høgrasinnað av
lyndi dáma betri skipað viðurskifti og
siðvenjur, er hansara niðurstøða.
Jonathan Haidt hevur roynt at vátta
sína hypotesu við at gera spurnarkann
ingar um ymisk viðurskifti. Eitt nú var
spurt í einari kanning í fleiri londum,
hvørt fólk heldur vildi hava ein hund, ið
var loyalur, og ikki ov skjótur at gerast
vinur við fremmand, ella ein hund, ið
var opin ímóti fremmandum, og sum sá
eigaran sum ein javnbjóðis vin. Úrslitið
vísti greitt, at tey, ið mettu seg meiri
høgrasinnað, heldur vildu hava hundin
við sterkum loyalitetseyðkennum. Tey
vinstrahallu vildu hava hundin, ið var
teirra javnbjóðis vinur.
Ófrælsa samvitskan
Um niðurstøðan hjá Haidt er røtt, er
eingin beinleiðis endaligur moralskur
sannleiki. Allar omanfyrinevndu mor
alsku kenslur tæntu sín part í okkara
evolutioneru søgu, til dømis var
bæði neyðugt at hava skil og ordan
í bólkinum, samstundis sum tað var
neyðugt, at sýna hvørjum øðrum um
sorgan. Hvør av hesum kenslum fáa
størst rásarúm í hvørjum einstøkum, er
helst nógv tengt at uppvøkstri og øllum
øðrum sum myndar eina persónstypu.
Pragmatiska niðurstøðan hjá Haidt er
tí, at rúm er fyri báðum moral typum
í modernaða samfelagnum.
Tó so lúra moralskir vandar altíð, til
dømis kann náttúrliga loyalitetskenslan
yvirfyri egnum bólki lættliga misnýtast,
til at demonisera og útskilja aðrar ólíka
bólkar. Politiskir leiðarar kunnu lættliga
gera sær dælt av henni. Og søgan er full
av dømum um hetta. Klassisku dømini
er forfylgingin av øðrvísi hugsandi
fólki, vegna teirra trúgv, seksualitet og
politisku sannføring. Bólkaretorikkurin
var eitt nú eisini sera sjónligur í sam
band við Irak kríggið, har heimurin var
býttur upp í tey óndu og góðu.
Harnæst stendur greitt, at vit eru
løtt at ávirka. Fleiri sosial sálar
frøðiligar kanningar hava staðfest, at
ein stórur partur av okkara moralska
kumpassi, er tengt at tí onnur halda.
Klassiska dømi er trælahaldið. Fyri
sløkum 200 árum síðani var vanligt at
verja siðvenjuna. Spurningurin er, um
vit sum í dag liva, høvdu verið nógv
meiri kritisk, enn fólk tá á døgum
vóru, livdu vit tá. Kanningarnar hava
í stóran mun avdúkað, at so leingi
myndugleikar omanfyri okkum siga,
at okkurt er gott og rætt, gerst lætt
at skumpa persónligu ábyrgdina
víðari yvir á teir. Hetta er ein stór
frágreiðing uppá, at til dømis torturur
kann fara fram. Grundgevingin tá
verður, at onkur omanfyri meg hevur
givið mær boðini.
Vit kjakast dúgliga um moral. Men í hvønn mun mynda bakgrund og
mentan okkara moralsku sannføring? Og hví eru vit so ósamd um
rangt og rætt? Eitt boð er, at fólk hava rættuliga litaðar moralskar
sannføringar, alt eftir hvørjum egin politiska høgra/vinstra ásin tey eru
samvitskan
- til høgru ella vinstru?