Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-27, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juli 2012síða 46

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 86 ·27. juli 2012 14 VIKUSKIFTI SAMRØÐA Rannvá G. Fossaberg rannva@sosialurin.fo Hon er 1 metur og 60, hevur piercingar, vigar 55 kilo og er klæntraslig á vøkstri. Ikki júst ímyndin av einum ambulansa­ viðgerða. - Tað kemur meir enn so fyri, at sjúk­ling­arnir spyrja, um onkur annar ikki skal koma at hjálpa mær við at lyfta. Eg veit væl, at eg eri eingin stór­ur búffur, men tað er heldur ikki neyðugt sum ambulansaviðgerði. Tað týdningarmiklasta í hesum ar­beiði er at hava umsorgan fyri tínum med­ menniskjum og hjartað á røttum stað, tí alt hitt kanst tú læra, sigur 28 ára gamla Tóra Grothsdóttir Nolsøe, sum sein­astu átta árini hevur starvast hjá sjúkraflutningstænastuni á Lands­ sjúkra­húsinum. Átta ár viðbæði góðum og minni góðum upplivingum. Byrjaði sum avloysari Tóra var bara 20 ára gomul, tá hon byrjaði sum avloysari hjá sjúkra­flutn­ ings­tænastuni. - Sum samarittur var eg komin í samband við leiðsluna hjá sjúkra­flutn­ ings­tænastuni, og tá tey manglaðu ein av­loysara, var eg ikki sein at bjóða meg fram, sigur Tóra. Fyrstu uppgávuna minn­ist hon væl. - Tann fyrsta akutta uppgávan var ein sokallað vanlig uppgáva, sum var eitt lítið ferðsluóhapp í Havn. Eg var als ikki bangin ella nervøs, men meira spent. Haldi ikki, at eg hugsaði stór­ vegis um, hvat tað var, eg fór at uppliva í nýggja starvinum, tí eg vildi bara royna okkurt nýtt, fáa avbjóðingar og hevði eitt øgiligt árræði, greiðir Tóra frá. Longu tá fyrsta uppgávan var loyst, visti Tóra, at hetta var eitt arbeiði, hen­ ni dámdi. - Eg visti beinaveg, at hetta var akkur­át eg. Sum persónur eri eg rætti­ liga orkurík, og harafturat dámar mær væl avbjóðingar og spenning. Tað, haldi eg, eri ein fyrimunur í hesum starvi­num. Letur lík í klæðir Hóast starvsheitið hjá Tóru er am­bu­ lansu­viðgerði, merkir hetta ikki, at hon einans tekur sær av uppgávum við ambulansu. - Í sjúkraflutningstænastuni hava vit fleiri dagligar uppgávur, sum á ongan hátt eru dramatiskar ella merkt­ ar av spenningi. Eitt nú verða bilarnir vaskaðir, útgerðin skal kannast og haldast viðlíka, og heilivágurin í bili­ num skal kannast. Eisini flyta vit sjúklingar millum deildir, koyra fólk til og frá sjúkrahúsinum, tøma burtur­ kast og gera annað fyrifallandi arbeiði, greiðir Tóra frá. Tær akuttu upp­gávur­ nar eru ikki tað, sum fylla mest í ar­ beiðs­deg­num hjá Tóru. - Sjálvandi eru tað javnan upp­gávur, har vit skulu akutt út við ambulansu, men tað er ikki tað, sum eg geri mest av í mínum arbeiði, sigur Tóra og vísir á, at ein partur av ar­beiðinum hjá starvsfólkunum hjá sjúkra­flutn­ings­ tænastuni eisini er at lata lík í klæðir og leggja tey í kistu. Fyri flest fólk kann hetta tykjast at vera ein heldur serliga upp­gáva, og tað er tað eisini fyri Tóru. - Akkurát tann partin av arbeiðinum gangi eg heilt ótrúliga høgt uppí. Tann uppgávan skal gerast við stórari virð­ ing bæði fyri tí deyða og teimum av­ varðandi, sigur Tóra. Tey eru altíð tveir persónar um hesa uppgávuna, sum var nakað, ið Tóra skuldi venja seg við tær fyrstu ferðirnar. - Sjálvandi var tað eitt sindur løgið at byrja við, men eg eri blivin meira avslappað eftirhondini, tí eg havi gjørt tað so ofta, og síggi tað eisini sum nakað natúrligt. Tað er tó ein partur av arbeiðinum, sum eg taki í størsta álvara, sigur Tóra. Fyrireikað upp á tað ringasta Sum ambulansuviðgerði er Tóra saman við starvsfeløgunum ofta ein av teimum fyrstu persónunum, sum koma á staði, har vanlukka er hend, og stórur mannskaði er. Hetta merkir, at Tóra hevur sæð ógvuliga illa løstað fólk, ið als ikki eru til at kenna aftur. Men eisini tað er blivið ein vanligur part­ur av arbeiðinum, sum hon hevur lært at takla. - Eg hugsi ikki so øgiliga nógv um tað, at persónurin framman fyri mær nær­um ikki líkist einum menniskja or­ saka av løstinum. Í tílíkum støðum eri eg so fokuserað, at tað einasta, eg hugsi, er, at eg skal gera mítt arbeiði, greiðir Tóra frá. Hon hevur tó ymisk sálarlig am­boð, sum hon brúkar, áðrenn hon kemur út á staðið. - Tá eg siti í bilinum, fyrireiki eg meg upp á tað ringasta. Eisini tosa vit starvs­ felagarnir saman í bilinum um, hvat tað er, vit møguliga kunnu vænta at koma fram til, og hvussu vit kunnu gera okkara arbeiði best møguligt. Tað er jú ein verjuskipan, sum ger, at støð­an virkar minni dramatisk og fær okkum at blíva totalt fokuserað, sigur Tóra. Hon dylir tó ikki yvir, at hon verð­ur ávirkað av tí, sum hon onkuntíð upp­livir í arbeiðinum. - Onkrar upplivingar eru so mikið ógvusligar, at tú ongantíð gloymir tær. Eftir eina sterka uppliving kemur tað fyri, at eg eftir loknan arbeiðsdag seti meg í sofuna og reflekteri yvir tað, eg havi upplivað um dagin, tí hjá mær hjálpir tað á ongan hátt at forteingja óbehagiligu upplivingarnar, sigur Tóra. Tagnarskyldan ger, at hon ikki kann fara í smálutir og nevna ítøkiligar upplivingar, men hon sigur, at ógvusligar ferðsluvanlukkur og støður, har børn eru við, altíð eru harðar. Elskar óvanliga arbeiðið Hóast tær ymisku og til tíðir ógvusligu uppgávurnar, sum arbeiðið hjá Tóru krevur, stórtrívist hon í sínum starvi. - Hetta er á ongan hátt eitt vanligt arbeiði, og tú skal heldur ikki vera heilt vanlig fyri at klára arbeiðsuppgávurnar sum tær, vit hava, og samstundist liva eitt vanligt lív uttan fyri arbeiðið, sigur Tóra og leggur afturat, at tað kann vera torført at greiða øðrum fólkum frá sínum arbeiði. - Ofta spyrja fólk nógv og vilja vita, hvussu eg klári at hava at slíkt starv. Tað, sum fólk ikki ordiliga skilja, er, at tað ikki altíð eru tær støðurnar, sum mann vildi hildið vóru øgiligar at koma út til, sum í veruleikanum eru tað. Ofta eru tað umstøðurnar rundan um onkra hending, sum kunnu gera upplivingina sterka, sigur Tóra. Fyri hana hava starvsfelagarnir alstóran týdning og ein av orsøkunum, til at henni dámar so væl starvið sum ambulansuviðgerði. - Vit hava eitt fantastiskt samanhald og duga væl at hjálpa og stuðla hvørjum øðrum, tá tørvur er á tí. Eg haldi eisini, at vit hava ein heilt serligan humor og máta at vera uppá, og tað er uttan iva við til at gera, at vit trívast í hesum arbeiðinum, har vit ongantíð vita, hvat dagurin hevur at bjóða, sigur Tóra. - Eingin ivi er um, at líka so glað tú verður, tá alt gongur, sum tað skal, líka so kedd verður tú, tá tín hjálp ikki strekkir til. Men tá plagi eg at taka til, at Jesuspápin kom á staðið áðrenn eg, sig­ur Tóra. Hóast átta ár á baki sum am­bu­lansu­viðgerið lærir hon framvegis okk­urt nýtt, hvørjaferð hon fer út í gula bili­num við teimum bláu ljósunum og eyð­kenda sirenuljóðinum. - Eg læri nakað hvørjaferð eg fari út til eina uppgávu. Tann dagin eg føli, at eg havi lært alt, tá veit eg eisini, at tá skal eg gevast, sigur Tóra. arbeiðir millum lívið og deyðan - Onkrar upplivingar eru so mikið ógvusligar, at tú ongantíð gloymir tær. Tað sigur Tóra Grothsdóttir Nolsøe, ið er ambulansuviðgerði og ofta ein av teimum fyrstu á staðnum, tá vanlukkur henda. – Mítt arbeiðið er alt annað enn vanligt, men eg elski tað