Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-27, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juli 2012síða 50

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 31 l 30. juli 2012 VIKUBLAÐIÐ verður borið í hvørt hús í landinum hvørt mánakvøld. Lýsingar, ið skulu framleiðast á Sosialinum, skulu vera marknaðar­deildini í hendi í seinasta lagi mikudagin vikuna undan. Lidnar lýsingar fríggjamorgun kl. 9.00. Ábyrgd: Eirikur Lindenskov Grafisk framleiðsla: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útbering: Posta Miðlahúsið Lýsingartilfar skal sendast til lysing@sos.fo Viðmerkjast: Vikublaðið Eyðun Samuelsen Lýsingarráðgevi es@sos.fo tel. 212577 Magnus Gunnarsson Lýsingarráðgevi maggi@sos.fo tel. 216135 James Olsen Lýsingarráðgevi james@sos.fo tel. 252090 Jonna Gaardbo samskipari jonna@sos.fo tel. 341826 Randi Jacobsen Fyrrapartin mikudagin í seinastu viku stevndi skúlaskipið Danmark inn á Havn­ina. Undir liðini á skiparanum stóð Árni Dam sum loðsur. Tað var ikki av tilvild, at royndi skip­ar­in Árni Dam var loðsur. Hann var við skúlaskipinum í 1955-56, er limur í felagnum Skole­ skibet Danmark, og hvørja ferð skúla­ skipið Danmark er komið til Føroya, hev­ur hann boðið skipinum ókeypis tæn­astu, sum skipið eisini fær í øðrum lond­um. Árni Dam hevur eisini áður loðsað skúla­skipið at bryggju í Føroyum. Hann minnist við gleði aftur á árið, hann var við Danmark. Hann slapp við, tí Gunnar Dahl Olsen, sum var sýslumaður í Vest­ manna og gubbi Árna, syrgdi fyri tí. Fimm aðrir føroyingar vóru við skipi­num tað árið. Hinir vóru Jákup Weihe úr Havn, Jens Petur Arge úr Havn, Arni W. Joensen úr Porkeri, Gunn­ar Samuelsen úr Fuglafirði og Peter Ellebye Andersen úr Klaksvík. Strangt - Tað var ógvuliga strangt umborð, men vit lærdu nógv. Vit lærdu røkis­ skap, góðan sjómansskap og ikki at gloyma alt í sambandi við avloysing. Hetta við hvussu stóran týdning tað hev­ur at møta í góðari tíð. Fyri mær er tað líka ringt sum at banna, tá ið fólk møta ov seint, sigur Árni Dam. Tað var mangan baldrut at krossa heim­sins høv við seglskipinum í ring­ um veðri. Nógv minnir Hann minnist illveðrið, tá ið teir vóru við Bermuda. Skipið hevði slagsíðu, so øll øll lúnningin á stýrisborðssíðu var und­ir. - Vit vóru ellivu 16 til 18 ára gamlir dreing­ir, sum lógu í heingjukoyggjum í berum undirbuksum. Tað gekk bara ein minuttur, til vit høvdu fingið 23 segl niður. So ringt var veðrið, at skipið kundi sigla víðari við einum segli, og ferð­in var ellivu og ein fjórðings míl. Tað eru ikki bara slík minnir, hann hev­ur frá ferðini. Í november 1955 vóru teir í Dakar, sum tá hoyrdi undir Frakland. Har lógu fleiri herskip, og hó­ast plássið var lítið eydnaðist skúl­a­skipin­um at sleppa út undir fullum seglum. Av einum bretskum herskipi ljóðaði, at te­ir høvdu brúkt motor. Tað vildi skip­ arin á Danmark hava sitandi á sær, so te­ir vendu aftur og fóru út aftur eina ferð enn. - So væl dugdu teir at manøvrera. Teir gingu í tjúkkum búnum um­ borð, og Árni Dam minnist, hvussu heitt tað var at skula ganga í hesum klæð­um í tí nógva hitanum. Hinvegin var ikki lætt eina aðra ferð at skula ganga nakin yvir beltið og skolda seg av sólini. - Tað tordi eg ikki at siga, sigur Árni Dam. Mikukvøldið hevði skiparin á Dan­ mark samkomu umboð, og har var Árni Dam sjálvandi við. Danmark fór avstað aftur fríggja­ dagin. Skipið Áðrenn hetta skúlaskipið var smíðað, var eitt annað skúlaskip, sum æt Køben­havn. Tað gekk burtur í 1921 við 45 næmingum, og manningin taldi 14. Í 1932 varð skúlaskipið Danmark sjó­sett, og fyrsta manningin og fyrstu næm­ing­arnir fóru umborð árið eftir. Danmark er 77 metrar langt, 10 metr­ar breitt og stingur 5,20 metrar. Tað er brutto 737, netto 221 tons. Motorurin er ein alpha 243 HK. Árni Dam hevur nógv lærurík minni frá árinum í 50-árunum, tá ið hann var við skúlaskipinum Danmark. – Vit lærdu røkisskap, sjómansskap og ikki minst at møta rættstundis, sigur Árni Dam 2000 fólk vórðu strandað Ólagið í flogferðsluni farna vikuskiftið hevði við sær, at eitt skifti vóru millum 1800 og 2000 fólk strandað. Magni Arge, stjóri hjá Atlantsflogi, sigur, at hetta er ringasta støða, sum hann hevur upplivað í hansara tíð sum flogfelagsstjóri. Heldur ikki flogvallarstjórin Finnbogi Niclasen minnist eina verri støðu við avlýstum flogførum. Hildu 1000 ára dag Farna vikuskiftið hittust 12 systkin í Rituvík at halda ein merkisverdan dag. Systkini verða í ár 1000 ár samanlagt, og tað feiðraðu tey við hugnaligari samkomu í Rituvík, haðani tey eru ættað. Tingið verður pappírsleyst Formansskapurin í løgtinginum arbeiðir við at digitalisera alt samskifti við løgtingsumboðini. - Ætlanir eru um at digitalisera alt tilfarið, sum verður latið tinginum. Formansskapurin hevur gjørt av at arbeiða við hesum spurninginum, og í løtuni kannar umsitingin, hvørjar avleiðingarnar kunnu verða, sigur Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður. Vikan ið fór Birgir W. Høgnesen marknaðarleiðari birgir@sos.fo tel. 284444 Avgreiðsla/bókhald tel. 341800 Lærdi nógv umborð á skúlaskipinum Árni Dam umborð á skúlaskipinum Danmark sum loðsur Mynd: Álvur Haraldsen