fríggjadagur 27. juli 2012síða 56
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 31 l 30. juli 2012
8
SummarFestivalurin
Vikutema
Ein av fremstu marglistamonnunum í
danskari listasøgu, Dan Turèll, segði
tað so væl á sinni. “Kim Larsen og
TV2 er einasti tónleikurin, sum eg tími
at gjalda pengar fyri at hoyra.”
Nú er tað eingin loyna, at Turèll
dámdi væl at provokera. Men tað er
eingin lygn, at TV2 hevur átt heiðurs
pláss í danskari tónleikasøgu seinastu
nógvu árini. Og tí var tað kanska eisini
hóskandi, at ein av mongu virðislønum,
sum TV2 hevur fingið, fall í 1996, tá
teir móttøku Turèll-virðislønina.
Og tað var alt fyri eitt, at danir
tóku bólkin til sín. Tá Steffen Brandt
og vinirnir í 1981 fóru í studio at inn
spæla Fantastiske Toyota vóru tey ikki
nógv, sum kendu til bólkin. Fígging var
eingin, og tí máttu limirnir í bólkinum
sjálvir taka váðan á seg. Men tað var
so eisini einasta ferðin, at tað hendi.
Tá útgávan var á gøtuni, stóðu
plátufeløgini mest sum oman á hvørj
um øðrum í royndunum at fáa sátt
mála í lag. Og við einum ótrúligum
produktiv- og populariteti hava Brandt
og hansara menn síðani prógvað, at
teir teljast millum tað besta, sum
danskur tónleikur hevur at bjóða.
Endurspegla tíðarandan
Størsti parturin av útgávunum hjá TV2
er fólkaogn í Danmark, og tað sama er
bólkurin, tá teir eru á palli. Við eini hit-
paradu, sum neyvan verður matchað
av nøkrum øðrum í ríkinum hava teir
bæði dygd og evnini til at fanga fjøld
ina, sum vanliga tekur væl undir við
nógvu og kendu songunum.
Tónleikurin er rockutur poppur upp
á tann einfalda mátan, meðan tekst
irnir endurspegla tíðarandan, sum teir
eru gjørdir í. Og aloftast upp á tann
speiska mátan, soleiðis at samfelags-
ella kanska samtíðarrevsanin eisini
kemur til sín rætt.
Og teir eru langt ífrá lidnir enn. Hóast
árini á donsku tindunum hava verið
nógv, so er TV2 framvegis sprelllivandi.
Og Brandt prógvar framvegis, at hann
er toppurin av danskari sangskriving.
Tekstirnir eru nýskapandi, hann dugir
at spæla sær við orðunum, og javnan
síggjast frasur frá honum nýttar, tá
blaðfólk royna at smíða sær nýggjar og
spennandi yvirskriftir.
Nógvar stjørnur
Fleiri mundu halda, at bólkurin hevði
sæð sínar bestu dagar, tá teir rundaðu
tey 25 árini, men við “De første kær
ester på månen” mótprógvaðu teir
øllum. Útgávan kom ikki á marknaðin
fyrr enn í november í 2005, men kort
ini gjørdist talan um mest seldu út
gávuna í Danmark hetta árið. Ikki færri
enn 150.000 eintøk vórðu tveitt um
handilsdiskarnar í bara tveir mánaðir.
Og sjálvt tey mest atfinningarsomu
eru eisini givin við at fella deyðadóm
yvir bólkin. TV2 er framvegis ein
tann størsti faktorurin innan dansk
an tónleik, og framvegis er tað reglan
heldur enn undantakið, at ummæl
ararnir geva teimum fimm av fimm
stjørnum, tá metast skal um avrikið
á pallinum. Og tað er eingin orsøk at
halda, at tað sama ikki skal gera seg
galdandi, tá teir eru høvuðsnavnið á
Vágsbøi leygarkvøldið.
Sjálvsspeið er ongantíð at forsmáa. Hóast TV2 vanliga rópar seg “Danmarks kedeligeste orkester”,
so hevur bólkurin í trý áratíggju prógvað, at teir eru alt annað enn keðiligir á palli
Trý áratíggju
á tindunum
Manningin í TV2
Steffen Brandt (ljómborð, guitar
og sang)
Hans Erik Lerchenfeld (guitar)
Georg Olesen (bass)
Sven Gaul (trummur)
Útgávur
Fantastiske Toyota
1981
Verden er vidunderlig
1982
Beat
1983
Om sommeren er alting
anderledes
1983
(bólkurin nevndist
her The Beautifuls)
Nutidens Unge
1984
Rigtige mænd – gider ikke
høre mere vrøvl
1985
En dejlig torsdag
1987
Nærmest lykkelig
1988
Vi blir alligevel aldrig voksne
1990
Slaraffenland
1991
Verdens lykkeligeste mand
1994
Kys bruden
1996
Yndlingsbabe
1998
Amerika
2001
På kanten af småt brændbart
2002
De første kærester på månen
2005
For dig ku’ jeg gøre alting
2007
Showtime
2011
Live-útgávur
Fri som fuglen
1987
Verdens lykkeligeste band
1999
Manden der ønskede sig
en havudsigt
1999
Uppsamlingar
Greatest – De unge år
1992
Hits
2004