Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-27, síða 68
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juli 2012síða 68

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 SummarFestivalurin Vikutema Dansur og karneval Summarfestivalurin hevur aftur í ár eina spennandi og fjølbroytta skrá til børnini. Silvalandið, sum er karmur um mangar stuttligar, minnis­ríkar og hugnaligar upp­ liv­ingar, fær aftur í ár, hópin av vitj­an­um. Eins og í fjør verður dansiland, karne­val og framførslur fyri børn. Báðar tær stóru høllirnar, KÍ-høll­in og Bad­mintonhøllin, verða saman­bygdar, og ein stórsligin karmur um heilt serligar upplivingar og undir­hald til børn í øllum aldri. Óansæð hvussu veðrið fer skikk­ar sær. Tað væl umtókta Djóralandið verð­ur hesafer á stóra bø­num á Akurs­mørk, har tað eis­ini verð­ur pony­ríðing gjøg­num allan festi­ valin.  Eisini vitjar Silvi djórini og børn­ini, sum har eru. Eisini koma nýggir gestir á Summ­ar­festival. Kaptain Gardar og sjórænarin Stampe vitja Silvalandið  og fara á skattaveiði við børnunum. Á síni ferð hava teir livandi slangur við sær, og saman við børn­unum fara teir at leita í náttúruna eftir sjáldsomu og loyniligum skatt­um. Eisini kemur hin so mega fitti klovn­urin BuuBuu á ársins Summ­ ar­festival, har hann fer at fram­ føra við  nýggjum og herligum sang­um, ótrúligum gykli og stutt­lig­um og góðum undirhaldi. Klovn­urin BuuBuu fer sjálvandi at spáka sam­an við Silva og heilsa uppá børn­ini og taka myndir saman við teim­um. Silvaland bæði inni og úti Tú fert at hoyra Vov Vov og øll hini hittini, og tú fert at síggja kul børn handan trumm­ur, el gitt­ara, bass, saxofon, tan­gent­ar og sang, tá ið Kular Rutur stíga á pallin. Jú, tey bíta frá sær við kendum og fangandi barnasangum. Ungu ta­ lent­irnar hava upptraðkað og sungið kring alt landið og hava eisini roynt seg á palli í útlandinum.   Tey hava gjørt egnar sangir og luttikið á video­ løgum.  Tey kendu andlitini og eyð­ kendu røddirnar, Beinir Troest Ras­ mus­sen sang og el-gittar, Rakul Ró Steintórsdóttir sang, Martin Dan­ielsen bass, Vinjar Petersen tangentar og saxofon og Rani Troest Ras­mussen trummur. Kular Røtur er á veg uppeftir. Upp á Stóra Pallin leygardagin kl. 16 á Summarfestivalinum.    Kular Røtur bíta frá sær