fríggjadagur 27. juli 2012síða 69
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
SummarFestivalurin
Vikutema
Ein rúgva av børnum fara at hita upp til ársins Summar
festival við kulum og vøkrum dansitrinum og fara síðani at
seta sín dáma á festligan, litfagran og larmandi leygardag.
Hevur tú hug at hita upp til ársins Summarfestival við
kulum og vøkrum dansitrinum? So hevur tú møguleika at
melda teg til Dansilandið, har tú fært eina stuttliga, læruríka
og minniliga uppliving og nýggj vinfólk. Tiltakið er fyri
dansiglað børn í aldrinum 7-12 ár. Tað er ikki eitt krav at tú
dugir at dansa, bara tú tímur og ert fyrireikað/ur uppá ein
stuttligan, læruríkan og avbjóðandi dag á festivalinum.
Tað verður dansibólkurin Hóps, sum kemur at undirvísa.
Genturnar, ið manna bólkin, hava dansað og framført í fleiri
ár, og hava drúgvar royndir innan dans og koreografi bæði
innan- og uttan fyri føroysku landoddarnar.
Børnini, sum melda seg til dansiskúlan fara at læra nøkur
grundtrin innan ymsikar dansigreinar, umframt at tey fáa
forkunnuga vitjan í steðginum, drykkjuvørur og frukt. Eisini
koma børnini at hava ein leiklut í stóra Karnevalinum leygar
dagin, har tey seta hol á festliga átakið við at framføra í
Badmintonhøllini, fáa ókeypis andlitsmáling og síðani koma
tey at ganga á odda í skrúðgonguni oman ímóti Vágsbøi har
stóra barnakonsertin við Kulum Rótum og Trølla Pæturiog
Ommuni byrjar kl 16.00.
Les meira um tilmelding á heimasíðuni hjá
Summarfestivalinum.
Skrá fyri Silvalandið
Hósdagur 2. august
Kl. 17.00 Silvalandið letur upp
Kl 17.00 Djóragarðurin letur upp
Kl. 22.30 Silvalandið letur aftur
Fríggjadagur 3. august
Kl. 17.00 Silvalandið letur upp
Kl. 17.00 Djóragarðurin letur upp
Kl. 18.45 Silvi vitjar
Kl. 19.00 Klovnurin Buubuu undirheldur
og syngur
Kl. 22.30 Silvalandið letur aftur
Leygardagur 4. august
Kl. 13.00 Silvalandið letur upp
Kl. 13.00 Djóragarðurin letur upp
Kl. 13.30 Dansigentur upptraðka
Kl. 13.45 Andlitsmáling og uppseting til
karneval.
Kl. 14.00 Karnevalið byrjar úr
Badmintonhøllini. Silvi, klovnar,
dansarar, tónleikarar verða í
skrúðgonguni. Øll eru vælkomin
at luttaka og seta sín dám.
Kl. 16.00 Stórt barnatiltak á Stóra palli á
Vágsbøi
Kl. 17.30 Klovnurin Buubuu undirheldur
og syngur.
Kl. 17.50 Silvi vitjar
Kl. 18.00 Silvi kastar lut
Kl. 19.00 Kaptein Gardar vitjar
Kl. 19.30 Myndatøka við Kaptein Gardar
Kl. 20.00 Gykl við Ásbjørn
Kl. 22.30 Silvalandið letur aftur
Hetta bjóðar Silvalandið
Hoppiborgir, el bilar, andlitsmáling,
klovnar, djór, trøll, trampolin, ymiskt
undirhald, pony ríðing og helst nógv
afturat
Føroya fittasti klovnur
Klovnurin BuuBuu, ið er Føroya fittasti klovnur, gleðir seg ómetaliga
nógv til at vitja á ársins Summarfestivali.
Seinastu tíðina hevur hann fyrireikað seg, og kemur hann á
Summarfestivalinum at prát við børnini, gykla, virka við til
eina løgna søgu, og so fer hann at syngja nakrar spildurnýggjar
barnasangir.
Barnasangirnir eru um dagarnar í vikuni og um ein fittan hund,
sum rýmdi norð í Hvannasund, og eitt fitt mæ, ið fór til Selatraå.
BuuBuu kemur á ein litríkan og stuttligan hátt at seta sín dám
at at børnini, og familjurnar á Summarfestivalinum fáa eina
ógloymandi løtu.
Hvat ið fer at henda veit ongin við
vissu. Men øll kenna Trølla Pætur og
ta garrvillu Ommuna, og har tey eru
kann alt henda. Og oftani er tað við
buldur og brak.
Um tey fara at syngja, spæla rock and
roll ella og finna heilt annað fáa vit
at síggja, tá ið stuttligu og populeru
trøllini trína fram á pallin á Vágsbøi
til stóra barna og familjukonsert
leygardagin klokkan 16.