fríggjadagur 27. juli 2012síða 70
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
SummarFestivalurin
Vikutema
Hansara fantastiska rødd hevur í nógv
ár verið hugtikið fólk kring allan heim.
Hann hevur vunnið eina langa røð av
heiðurslønum fyri sínar útgávur. Og
hann hevur inspirerað, uggað og glett
fólk við sínum sangi.
Russ Taff telist millum mest virdu
gospelsangarar í USA, og seinnu árini
hevur hann fingið eitt serligt tilknýti
til Føroyar og føroyingar. Hann hevur
vitjað í Føroyum fleiri ferðir, hann hevur
havt framførslur, og seinasta fløgan
hjá honum er framleidd í Føroyum.
Hendan fløgan er tilnevnd til tríggjar
sonevndar Dove heiðurslønir, sum
verða lætnar til gospeltónleik í USA
á hvørjum ári.
Nú vitjar Russ Taff aftur í Føroy
um, og eftir tætta samstarvið við før
oyingar, skal hann syngja á landsins
størsta tónleikatiltaki, Summar Festi
valinum í Klaksvík.
Imperials og Gaither
58 ára gamli Russell Taff er ættaður
úr Farmersville í Kalifornia í USA,
og hann fekk tíðliga samband við
gospeltónleik. Millum annað átti
mamma hansara eitt stórt savn av
gospelplátum, sum Russ dámdi væl
at lurta eftir sum smádrongur. Tá
ið Russ sum tannáringum flutti til
Arkansas at búgva og ganga á skúla,
byrjaði hann av álvara at fáast við
tónleik sjálvur.
Sum sangari kom hann av álvara
fram, tá ið hann var sangari í bólkinum
The Imperials seinast í sjeytiárunum.
Tá fór hansara sterka rødd av álvara
um land og landamørk. Taff hevur
eisini verið partur av Gaither Vocal
Band, har hann hevur sungið í nógv ár.
Umframt alt hetta hevur hann eisini
givið tónleik út sum solistur, og hann
telist millum teir mest virdu gospel
sangararnar í USA.
Fyrsta soloplátan hjá Russ Taff
kom í 1983, og síðani hevur hann giv
ið eina langa røð av fløgum út.
Faroe Islands
Fyri føroyingar er tann seinasta útgáv
an hjá Russ Taff tann mest spennandi
– í øllum førum í ljósinum av hansara
tilknýti til Føroyar. Tí tann útgávan er
í stóran mun framleidd og spæld av
føroyskum tónleikarum og tónleika
framleiðarum. Jákup Zachariasen
hevur staðið fyri arbeiðnum, og hann
hevur eisini brúkt aðrar føroyskar tón
leikarar og framleiðarar í framleiðsluni
av fløguni.
Faroe Islands eitur útgávan, og heit
ið á fløguni skal uttan ivast skiljast sum
ein viðurkenning av Føroyum frá Russ
Taff, sum hevur vitjað her fleiri ferðir
og hevur havt gott og tætt samstarv
við eitt nú Jákup Zachariasen.
– Eg var púra tikin á bóli, tá eg
fyrstu ferð hoyrdi tykkara tónleikarar
og sangarar spæla saman við mær
á Gøtusandi. Tað undrar meg, at tit
kunnu hava eitt so ríkt tónleikalív her
úti í Atlantshavinum, segði Russ Taff
við Sosialin, tá ið hann spældi fløguna
inn í Føroyum.
Aftur til Føroya
Russ Taff hevur í nógv ár eisini verið
ein av profilunum á Gaither konsertum,
og blaðið Billboard Magazine hevur
skrivað, at Taff hevur ein av teimum
bestu røddunum í kristnum tónleiki
yvirhøvur.
Og hesa rødd sleppa føroyingar nú
aftur at hoyra á føroyskum palli.
Russ Taff spælir á Summar Festi
valinum fyrsta vikuskiftið í august, og
tá heldur hansara samstarv við før
oyskar tónleikarar fram, tí hann fer
sjálvandi at hava føroyskar tónleikarar
í bólkinum, sum skal spæla saman við
honum.
Framførslan á Summar Festivalin
um verður eitt natúrligt framhald av
hansara samstarvi við føroyingar, og
Russ Taff fer at syngja sangir av sein
astu útgávuni hjá sær, Faroe Islands,
umframt at hann eisini syngur aðrar
góðar og kendar gospelsangir.
Russ Taff hevur í nógv ár verið ein av profilunum á Gaither konsertum, og blaðið Billboard Magazine hevur
skrivað, at Taff hevur ein av teimum bestu røddunum í kristnum tónleiki yvirhøvur
Framúr gospelrødd
Heimskendi gospelsangarin Russ Taff hevur seinnu árini tikið Føroyar
til sín, og nú fer hann á landsins størsta pall at syngja
Savna góð minnir saman