fríggjadagur 27. juli 2012síða 72
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 31 l 30. juli 2012
24
SummarFestivalurin
Vikutema
Danski rockbólkurin Fate við søgu aft
ur í 80’ini gav í fjør út nýggja fløgu
við føroyskum sangara, og nú spælir
bólkurin á Summar Festivalinum.
Upprunaliga var Fate stovnað í
1984, og bólkurin gav út fýra fløgur
árini fram til 1990. Eitt av hittunum
hjá bólkinum hesa tíðina var sangurin
Lovers. Í 1993 fór limirnir í bólkinum
hvør til sítt, og so spældi bólkurin
ikki fyrr enn til eina serliga comeback
framførslu í 2004. Í 2006 gjørdist
bólkurin virkin aftur, og seinastu tvey
árini hevur føroyskur sangari verið á
odda fyri bólkinum. Tað er Dagfinn
Joensen úr Funningsfirði, sum er
kendur frá eitt nú bólkinum Eager To
Please.
Stjørnuregn
Seint í fjør gav Fate út fløguna Ghosts
From The Past, og fløgan hevur fing
ið sera góð ummæli í bløðum og á
tónleikaheimasíðum. Ja, talan hevur
verið um veruligt stjørnuregn til rock
bólkin fyri fløguna.
Kendi ummælarin á blaðnum
BT, Steffen Jungersen, rósti Fate til
skýggja fyri nýggju útgávuna. Hann
helt, at nýggja fløgan hjá Fate er
frálík, vælspæld og inniheldur góðar
sangir. Hann fer so langt sum at siga,
at útgávan hjá Fate er tann besta, sum
hann hevur hoyrt innan hesa sjangru
í fleiri ár. Dagfinn Joensen hevur eisini
fingið góð skoðsmál fyri sína sang
framførslu á nýggju útgávuni.
Nú kemur Fate so til Føroya at
spæla fyri fyrstu ferð, og teir bjóða
inn til eina veruliga rockveitslu í Flags
tjaldinum á Summar Festivalinum.
Dagfinn
á odda
fyri Fate
Rockbólkurin, sum hevur upplivað stjørnuregn fyri
nýggja útgávu, spælir nú fyri fyrstu ferð í Føroyum.
Tvær av fremstu songkvinnunum í
landinum í hesum døgum verða við
á Summar Festivalinum komandi
vikuskiftið. Kristina Bærendsen og
Evi, sum báðar syngja country, fara
at hava framførslur á festivalinum
hesaferð.
Kristina Bærendsen er serliga
kend sum partur av bólkinum hjá
countrykonginum Halli Joensen,
har hon bæði hevur sungið solo og
duettir, men Kristina Bærendsen
stendur eisini á egnum beinum sum
songkvinna. Hon hevur seinastu vik
urnar havt framførslur sum solistur,
og tað hevur veruliga flutt hana
fram í ljósið sum ein framúr góð
songkvinna. Kristina syngur kendar
countrysangir, og hon er eisini farin
undir at gera egnar sangir, sum vit
vónandi fara at hoyra meira til kom
andi tíðina.
Evi
Fyrstu ferð, Evi sang alment, var í
sínum egna brúdleypi í august mán
aði 2010. Síðani hevur tað gingið við
rúkandi ferð. Hon hevur verið í Nash
ville og tikið upp, hon hevur givið
fløgu út, spælt á konsertum og verið
tilnevnd til amerikanskar country
heiðurslønir. Fløgan hjá Evi, Wishing
Well, sum kom út í fjør, er nú útgivin í
Danmark og Noregi, og sangurin Blue
Radio hevur verið spældur í radio í
okkara grannalondum.
Evi og
Kristina
syngja
country
Tvær aktuellar countrysongkvinnur
eru við á Summar Festivalinum
Kristina spælir
á Føroya Tele
pallinum
leygarkvøldið
kl. 01.15.
Evi spælir á
Føroya Tele
pallinum
fríggjakvøldið
kl. 02.45