Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-27, síða 73
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juli 2012síða 73

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 31 l 30. juli 2012 25 SummarFestivalurin Vikutema Sveinur hevur tvær ferð­ir áð­ur ver­ið á palli á Summ­ar­festi­ val­in­um. Báðu ferðirnar hevur leik­luturin verið at syngja kór um­framt at ansa trummu­pinn­ unum, men fríggjakvøldið skal hann fyri fyrstu ferð standa sum odda­maður á pallinum. Og tað er nakað, sum hann gleðir seg til. – Tað hevur verið feitt tær báð­ar ferðirnar, sum eg havi ver­ið á pallinum í Klaksvík. Men eg gleði meg fantastiska nógv til at blása alt umkoll við eini ordiligari rock-fram­førslu, sigur Sveinur, sum nú eisini send­ir egna fløgu á markn­að­in. 3. august er nevnliga eisini út­gávudagur hjá Sveini, og tí er talan um útgávukonsert, har áhoyrararnir eisini hava møgu­leika at keypa T-shirts og fløgur. Og ivaleyst eisini hava høvi at fáa hesar signeraðar frá sang­aranum, sum helt røddina væl dulda, áðrenn hann í vár brak­aði ígjøgnum ljóðmúrin í donsku útgávuni av X-factor. X-factor er langt síðani farið aftur um bak, og Sveinur koyrir nú á í royndunum at skapa sína egnu karrieru sum sangari. – Hetta er fantastiskt. Tað er næstan so, at eg ikki dugi at spæla trummur longur, men tað bilar einki, tí tað er bara feitt at standa við mikrofonina, og tað verður ikki so, at eg fari at standa í bakgrundini sum kór. Skal eg syngja, so skal tað vera lead!, sigur Sveinur við skeivum smíli, nú hann saman við bólki sínum leggur seinastu hond á fyrireikingarnar til Summ­ar­ Festivalin. Har verður skráin ein bland­ ing­ur av tí, sum Sveinur stendur fyri. Sjálvur hevur hann valt, at størsti denturin verður lagdur á nýggju útgávuna, men eisini verða nøkur av kendu cover- løgunum, sum hann sang í X-factor, á skránni. Sveinur Gaard Olsen lovar reindyrkaðan rock fyri allar pengarnar, tá hann fer á pall á Summarfestivalinum Vil blása Klaksvík umkoll Eins og Hanus G. Johansen og Eyðun Nolsøe, so hoyrir Terji Rasmussen til Summarfestivalin. Solo, saman við Eyðuni, saman við Kim og eisini sum gestur hjá Frændum hevur Terji verið at hoyrt á øllum undanfarnum SummarFestivalum, og 2012-útgávan er einki undantak í so máta Tey flestu eru samd um, at Terji sam­an við Føstufressum hevur skapt nakað av tí fremsta, sum kann finn­ ast innan føroyskan tónleik, og sjálv­ ur sigur front­maðurin, at tað er nak­að serligt, nú hann skal á pall við Føstu­ fressunum. – Tað er fantastiska spennandi, fyri at siga tað, beint sum tað er. Tað løgna er kanska, at vit allir hava verið saman á palli til Summarfestivalin einar tvær ferðir fyrr. Men tá hava teir verið við sum tónleikarar hjá Terja ella hjá Eyðun & Terja. – Men tá tú tosar um Føstufressar, so er talan nógv meira um ein kon­ sept-bólk, og tí verður framførslan heilt øðrvísi hesaferð. Føstufressar spæla bara løg hjá Føstufressum, og talan er ikki um sing-along, sum fleiri aðrar framførslur gjarna eru tað. Ikki tí, fólk mugu hjartans gjarna syngja við, men eg vænti ikki, at kórið verður líka harðmælt, sum tað onkra aðra tíð hevur verið, sigur Terji. Serlig konsert Við tveimum útgávum á baki hevur bólkurin tó eisini nakað at taka av. Skuldi alt verið spælt, hevði tað tikið út móti tveimum tímum, men tíðin á tættpakkaða festivalprogramminum er avmarkað, og tí verður talan um úrval av teimum báðum útgávunum. – Vit hava allir úr at gera, nú fleiri okkara eisini spæla til ólavsøkuna. Men skrokkurin í framførsluni er klár­ ur. Vit vita, hvørji løgini eru og vit kenna raðfylgjuna av hesum. Vit hava fýra venjingar á rað eftir ólavsøku, og vit ætla okkum avgjørt, at hetta skal verða ein heilt serlig konsert, sum gevur áhoyrarunum nakað, og tað gleða vit okkum til, sigur Terji Rasmussen at enda. Umframt Terja sjálvan eru føstu­ fressarnir Rógvi á Rógvi (trummur), Arnold Ludvig (bass), Leivur Thomsen (guitar), Magnus Johannesen (ljóm­ borð og kór) og Finnur Hansen (ljóm­ borð). Hartil er Anker Eli Petersen fastur partur av konseptinum og fram­leiðslunum, tó at hann ikki spælir nakað ljóðføri, meðan tað eisini liggur fast, at Rúna á Heygum verður gesta- sangari. Gleða seg at mjarra á Vágsbøi Um hann hevur fleiri lív enn frensarnir, er ilt at siga. Men fyri níggjundu ferð er Terji Rasmussen til reiðar at fara á pallin á SummarFestivalinum – hesa ferð sum føstufressur – Vit ætla okkum avgjørt, at hetta skal verða ein heilt serlig konsert, sum gevur áhoyrarunum nakað, og tað gleða vit okkum til, sigur Terji Rasmussen