fríggjadagur 27. juli 2012síða 78
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 31 l 30. juli 2012
30
SummarFestivalurin
Vikutema
Í 1972 var fyrsta royndin at gera
festival gjørd í Klaksvík. Tað vóru teir
báðir Rudolf og Sonhard, ið stóðu
fyri tí. Í hesum sambandi hildu teir
at okkurt øðrvísi skuldi gerast, og tí
klamsaðu teir ein bólk saman, ið teir
nevndu ”Ólavur Presley and his dirty
rag rags”. Eftir ætlan skuldi bólkurin
bert spæla til hettar høvi. So skuldi
ikki verða. Nú, 40 ár seinni, eru teir við
á ársins Summarfestivali.
Manningin hevur mestsum alla tíð
ina verið hin sama. Tá múrurin í 1989
rapaði gjørdist heimurin meira opin,
og ymiskar samanrenningar og áður
óhugsandi persón samansetingar
sóu dagsins ljós. Men Rag Rags hildu
fram við somu manning, uttan at lata
sær lynda tíðarrákið. Men í tí Harrans
ári 1998 lótu teir dyrnar á glopp og
bjóðaðu Johannis Poulsen inn í Rag
Rag’s universið. Hetta eru 14 ár síðani,
og nú ein dagin bleiv hann fermdur á
Dávavirkinum í Klaksvík.
Rag Rags hava egnan astrolog,
nevniliga Hanus G. Sambært honum
sær tað gott út við konsertini. Saturn
stendur heilt væl til bæði Jupiter og
Venus. Uranus fer at hava ein ávísan
leiklut undir sjálvari framførsluni, og
Mars hevur sjálvandi ein týðandi leiklut
hjá Rag Rags. Í hesum sambandi kann
nevnast at Presley og Sonhard eru
skjúttar, Rudolf er veðrur, Hanus G. er
tvíburði, Dizzie er Krabbi og Poulsen
er vekt.
Rag Rags enda ballið á stóra palli
og Presley er væl nøgdur við upphit
ararnar, ið eru Brandt’s kapell*) og
Tangaards Katzenjammers.**) Tilfarið
er nýtt og gott gamalt, m.a. ein centri
fuga í A. Presley slær fast at enda, at
Rag Rags mótvegis øðrum bólkum ikki
brúkar stuðulspedagogar.
*) Brandt’s kapell er eisini kent sum TV2
**) Terji og føstufressar
Tíðarrembingar
og RagRags
Rockbólkurin Glóð er nýggjur í før
oyska tónleikaheiminum, men teir
hava longu sligið sítt navn fast við
fleiri hittum, sum hava rungað á út
varpsrásunum.
Spilt tíð og Ferðsludráp eru sang
ir, sum av álvara hava vunnið fram,
og hesir sangir verða millum teir,
sum bólkurin spælir á Summar Festi
valinum.
Oddamaðurin í Glóð er Hans
Edward Andreasen, sum eisini er
kendur frá bólkinum The Dreams.
Hans Edward hevur fleiri ferðir spælt
á SummarFestivalinum, og nú kemur
hann aftur til Klaksvíkar við sínum
nýggja bólki.
Basspælarin í Glóð er klaksvíkingur,
búsitandi í Havn – nevniliga tónleikarin
og framleiðarin Kristoffur Mørkøre.
Hinir báðir tónleikararnir í Glóð eru
Edmund í Garði og Rúni Mouritsen
Glóð fer at bjóða orkufullan før
oyskan rock í Flag tjaldinum.
Glóð setir futt í