Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-27, síða 79
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juli 2012síða 79

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 31 l 30. juli 2012 31 SummarFestivalurin Vikutema Tá ið fyrsti Summar Festivalurin varð hildin í 2004, vóru Frændur ein av bólkunum, sum spældu til fyrstu konsertina á Vágsbøi. Kanska sjálvsagt, tá Frændur og Summar­ festi­valurin á hvør sín hátt hava til­ knýti til Klaksvík. Síðani hava Frændur spælt tvær ferðir afturat á Summar Festi­valin­ um, og nú er bólkurin til reiðar at fara á pallin aftur. Frændur gav sína fyrstu plátu úti 1984, og síðani hava teir ver­ið helst best umtókti føroysku tón­leika­bólk­ urin. Teirra sangir eru blivnir fólka­ ogn, og tá teir fara á pallin bjóða teir eina fjølbroytta bukett av sangunum frá teimum 28 árunum, teir hava verið virknir. Hesaferð spæla Frændur í Flags tjaldinum, og teirra konsert verður hóskvøldið. Frændur Guðrið Hansdóttir hevur verið ein av okkara virknastu songkvinnum sein­astu árini. Hon hevur skrivað sangir, givið fløgur út og spælt óteljandi konsertir - bæði heima og burturi. Seinasta árið hevur Guðrið búð í Íslandi, og har hevur hon eisini fingið fótin fyri seg sum tónleikari. Hon hevur spælt nógvar konsertir, og sangir hjá henni hava eisini verið at hoyra á útvarpsrásunum. Guðrið var fyrr í ár á konsertferð í Europa, og hon arbeiðir nú við nýggjari útgávu, sum skal koma út seinni í ár. Nú vitjar Guðrið Hansdóttir aftur á Summar Festivalinum. Hesaferð fer hon at hava framførslu sum solistur í Flags-tjaldinum. Seinastu árini hevur bólkurin Grand­ ma’s Basement verið eitt festligt og undirhaldi ískoyti til føroyskan tónleik, og síðani summarið 2010, tá ið teir góvu sína fyrstu fløgu út, hava teir verið landskendir fyri sangir sum Hon Fær Ongantíð Nokk og Gay. Sangurin Hon Fær Ongantíð Nokk varð kosin ársins hitt á Planet Awards 2010. Grandma’s Basement er tón­leika­ bólkur úr Klaksvík, sum hevur nøkur ár á baki. Sangirnir hjá bólkinum eru argandi, erligir og stuttligir, og bólkurn leggur dent á, at teir spæla fyri at hava tað stuttligt og fyri at undirhalda fólki. Teir syngja um nakað av tí, sum teir uppliva í gerandisdegnum, og tað verður gjørt við einum skálkabrosi. Og við pallframførslum hava teir víst, at teir eisini duga at undirhalda og fáa lív í stórar áhoyrarafjøldir – eitt nú á undanfarnu Summar Festivalum, har teir hava havt framúr góðar kon­ sertir. Grandma’s Basement Guðrið Hansdóttir Nólsoyingurin Kim Hansen er roynd­ ur tónleikari, sum hevur stóra virð­ing millum føroyingar fyri síni tón­leika­ ligu avrik nógv tey seinastu árini. Hann hevur havt nógvar spennandi uppgávur, og millum annað hitaði hann upp fyri Elton John, tá ið heims­kendi bretin hevði konsert í Før­oyum. Og nú hevur Kim Hansen fingið ein áhugaverda uppgávu afturat, tí á Summar Festivalinum skal hann hita upp fyri Ronan Keating. Ronan Keating spælir á Vágsbøi fríggjakvøldið, og áðrenn írin fer á pallin, fer Kim Hansen at hava eina framførslu við sínum klaveri. Kim Hansen hevur lagt rødd til nógvar frálíkar sangir, sum eru inn­ spældir í ymiskum samanhangum. Hansara kendasti sangur er helst Maria, sum hann tulkar á føroyskum, men Kim Hansen eigur nógv onnur gullkorn. Kim Hansen hevur eisini havt meira og minni eyðsýndar leiklutir í kendum føroyskum bólkum seinnu árini. Hann spældi við í Moirae, Show­monnum, og hann er eisini ein av tón­leikarunum í Frændum. Kim Hansen