fríggjadagur 27. juli 2012síða 80
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 31 l 30. juli 2012
32
SummarFestivalurin
Vikutema
Hans Andrias Jacobsen er ein av
tónleikarunum í bólkinum Grand
ma’s Basement, men hann framførir
eisini sum solistur. Hans Andri
as hevur verið nógv spældur á
Rás2 við sanginum Don’t Want To
Burn, og hann hevur eisini skrivað
aðrar sangir, sum hann framførir
sum solistur. Hans Andrias verður
at hoyra á Føroya Tele pallinum
leygarkvøldið kl. 23.15.
Hans Andrias
sum solistur
Bárður Johannesen spælir jazz/
popp og skrivar sangir sjálvur.
Hansara fløga Ancient Forgotten
Stories fekk sera góð ummæli –
ikki minst á óheftu tónleikasíðuni
CharterBase í Danmark. Bárður vann
eisini sangkappingina hjá Amnesty
International í fjør, og nú í summar
hevur hann sent nýggjan sang í
umferð.
Bárður
Uni Debess er blivin ímyndin av før
oyskum bluestónleiki. Hann hevur
spælt í fleiri bluesbólkum og vann á
sinni Prix Føroyar við bólkinum GoGo
Blues.
Uni gav í fjør út nýggja fløgu, har
hann førkar seg meira fólkatónleikara
vegin, men hann fer ikki so langt frá
sínum uppruna, at hann ikki er til at
kenna aftur.
Uni Debess spælir á Føroya Tele
pallinum hóskvøldið kl. 22.45, og tá
fáa fólk eina løtu við góðum blues-
tónleiki og frálíkum sangum.
Blues við Una
Fá armband uppá
áðrenn festivalin
Dagarnar upp undir Summar
Festivalin ber til at býta
atgongumerki um við armband, og
harvið sleppa frá at standa í kø við
inngongdina til festivalin.
Frá mánadegnum 30. juli til
hósdagin 2. august ber til at fáa
armbond uppá á Torginum í SMS
í Havn og á øllum deildum hjá
Norðoya Sparikassa. Eisini ber
til at fara í Telebúðina í Klaksvík
frá mánadegnum og fram til
vikuskiftið.
Ingibjørg Hansen er sera evnarík
songkvinna, sum seinastu árini
hevur havt framførslur til ymisk
tiltøk. Hon hevur spælt nógv
saman við Rana Nolsøe, sum
fólk annars kenna úr Frændum.
Tey
syngja
ymiskar
kendar
coversangir.
Ingbjørg og
Rani spæla
Brandur
komin heim
Danny Baldursson er ungur tón
leikari í Klaksvík, sum hevur spælt
til ymisk tiltøk og hevur sungið
onkrar sangir inn.
Danny hevur fyrstu framførsluna
á Summar Festivalinum í ár. Hann
fær høvið at spæla fyrstu tónarnar
á landsins størsta tónleikatiltaki
hóskvøldið kl. 19.00. Framførslan
verður á Føroya Tele palinum.
Lokali Danny
Brandur Enni, sum seinastu
árini hevur búleikast
uttanlands, er nú komin
heim aftur at búgva.
Brandur hevur verið ein av
trúføstu gestunum á Summ
ar Festivalinum, og í ár
hevur Brandur ársins fyrstu
konsert í Flags tjaldinum.
Brandur hevur verið
sera virkin við útgávum
og framførslum seinastu
mongu árini, og hóast hann
framvegis er ungur maður,
hevur hann nógvar royndir
sum tónleikari.