Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-30, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. juli 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. juli 2012 · Nr. 87 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Eyðgunn Samuelsen ristir á høvdinum um røðu løg­ mans á ólavsøku. - Nógv av tí, sum hann sig­ur, hevur als einki hald í veru­leikanum, sigur hon. Løgmaður tosar um at raðfesta eitt nú út­búgv­ ing, gransking og vælferð, og hann sig­ur, at Føroyar eru ikki á veg til at gerast eitt stættarsamfelag. - Veruleikin er ein heilt annar. Játtanin til Fróðskaparsetrið er skor­ in við einari mió. krónum. Hann tosar um at fáa fleiri út­búgv­ingar á setrinum, men eingin peningur er sett­ur av til tær, sigur Eyð­ gunn Samuelsen. Hon trýr ikki upp á bú­skap­arligan vøkstur av flat­skatti­num. - Tað einasta, vit hava fing­ið burturúr, at seldir verða fleiri bilar. Og tað er tí, at tey ríku hava fingið skatta­lætta. Ójavnin mill­ um rík og hini er vaksin nógv. Løgmaður tos­ar um at menna mat­vøru­fram­ leiðslu­na. - Hatta er júst tað sama, sum hann segði í fjør. Tað stendur á síðu fimm í røðuni í fjør, sigur Eyð­gunn Samuelsen, sum hev­ur hesa stuttu lýsing av røðuni: - Ein veruleikafjar røða. Føroyar eru framvegis tað Norð­ur­landið, sum hevur nógv fægstar fosturtøkur í mun til fólkatalið og tal­ ið av føddum børnum. Í fjør vórðu gjørdar 33 fost­ur­tøkur, sama tal sum ár­ið fyri. Flestu kvinnurnar, sum fingu fosturtøkur í fjør vóru kvinnur millum 20 og 24 ára gamlar. Árini 2005 til 2009 vórðu í Føroyum gjørdar 66 fosturtøkur fyri hvørji 1000 børn fødd á lívi. Í Grønlandi var talið 1009. Í Danmark vórðu gjørd­ar 258 fosturtøkur í 2009 fyri hvørji 1000 børn fødd á lívi, í Finnlandi 172, í Álandi 238, í Íslandi 193, í No­regi 255 og í Svøríki 335. Randi Jacobsen Í fjør áttu mammur, sum vóru millum 15 og 19 ár, 31 av teim­um 586 børnunum, sum ko­mu í verðina í Føroyum á lívi. Ellivu av teimum ungu mammunum búðu í Tórs­ havn­ar­økinum og fýra aðra­ staðni á Streymoynni. Ellivu búðu í Eysturoynni, tríggj­ar í Suðuroynni, ein í Norð­ oyggj­um og ein í Vági. Eingin so ung mamma var í Sand­ oynni. Hetta svarar til, at 5,2 av mamm­un­um vóru undir 20 ár. Flestu páparnir vóru í aldurs­bólki­num 30 til 34 ár. Ein pápi var undir 17 ár, og 23 vóru yvir 45 ár. Í 2010 var eingin pápi und­ ir 17 ár, og 20 pápar vóru yvir 45 ára gamlir. Fleiri roykja Hagtølini í Heilsulýsingini hjá Landslæknanum siga, at sambært ljósmøðrunum royk­tu 87 av teimum 586 barnakonunum, tá ið tær vóru til fyrstu barna­konu­ kann­ing. Hetta svarar til 14,8 pro­sent. Árið fyri royktu 12,7 pro­sent av barnakonunum. 26 barnakonur svaraðu ikki í fjør, um tær royktu ella ei. Børnini hjá teimum, sum royktu, vigaðu í miðal 83 gramm minni enn børnini hjá hinum. Árið fyri var miðal­vektin á teimum børnu­num 136 gramm minni. Tey tyngstu børnini vóru í Norðoygggjum, í miðal 3738 gramm. Tey lættastu vóru í Norður­streymoy. Randi Jacobsen Kristina Háfoss í Tjóðveldi held­ur ikki, at røða løgmans á ólavsøku kann brúkast til so nógv. - Har er einki samband mill­um tað, sum sagt og gjørt verð­ur, sigur hon. Kristina Háfoss saknar fyrst og fremst eina ætlan fyri, hvussu Føroyar skulu sígg­ja út í framtíðini. - Har var einki nýtt í røðu­ ni, fleiri tóm orð og nógvar end­ur­tekur, sigur Kristina Há­foss. Hon heldur fleiri dømi vera í røðuni um, at eingin saman­hangur er millum, hvat sagt verður í røðuni, og hvat samgongan ger. Kristina Háfoss heldur ikki, at samgongan livir upp til orðini um at gera landið betri fyri komandi ættarlið. - Politisku átøkini hava gjørt alt nógv truplari hjá barna­familjunum. Tað skal sats­ast upp á eitt nú út­búgv­ ing og mentan, verður sagt, men samstundis vitað vit, at framdir eru stórir niður­ skurð­ir á teimum økjunum. Aft­ur eitt dømi um vantandi saman­hang millum orð og gerðir. Parkera mál Kristina Háfoss hevur talt í røðuni, at løgmaður fer at seta fimm arbeiðsbólkur. - Sjálvandi er tað gott at fyri­reika mál, men at seta arbeiðs­bólkar er ofta ein máti at parkera mál, so einki hend­ir. Hon sær ikki fyri sær nakra veruliga ætlan um at gera umstøðurnar hjá pen­ sjo­n­istun­um betri. Pensjóns­ ald­urin skal upp, og pen­sjón­ ir­nar verða for­skatt­að­ar. - Røðan er so lítið sigandi. Løg­maður tosar um, at fólk við hægri útbúgvingum hava nógv meira eftir í Danmark enn í Føroyum. Eg ivist í, at tað er rætt, tí í Danmark eru so nógvir skattir og so nógv av­gjøld, sum vit ikki hava. Kristina Háfoss heldur, at løgmaður við røðu síni tekn­ar eitt glansbílæt av Føroyum, tá ið hann sigur, at Føroyar ikki eru nakað stættar­samfelag. Hennara áskoð­an er, at samgongan hev­ur gjørt størri gjógv mill­ um rík og fátøk eitt nú við flat­skattinum. - Hann hevur áður sagt, at vælferðarsamfelagið er ein farin tíð. Nú skal alt vera so gott. Henni dámar orðini um, at fleiri fólk skulu sleppa í mið­náms­útbúgving, og at Marknagilsdepilin kemur. Tað er bara einki nýtt í hes­ um. Arrogansa Kristina Háfoss heldur tað vera løgið, at løgmaður er fyri at lata tað privata gera Eystur­oyartunnilin, tá ið Lands­verk hevur sagt, at tað al­menna kann gera arbeiðið fyri minni upphædd. - Eg haldi tað vera bein­leiðis arrogant, tá ið løgmaður sigur, at eldra­øk­ið skal leggjast út til komm­ un­ur­nar í 2014. Fyrst sigur hann, at fólkið hevur talað. Jú, fólkið hevur talað og vil ikki hava kommunurnar at um­sita eldraøkið. Tað sama við fólkaskúlanum. Prikkurin yvir i-ið í røðu­ ni heldur hon vera, tá ið løgmaður tosar um ríkis­ rætt­ar­ligu støðuna, at trý sjálv­støðug lond skulu vera í ríkinum. - Tað er áhugavert, at vit hava fingið ein sam­bands­løg­ mann, sum er fyri fullveldi. Vónandi ber til at gera eina breiða semju um at biðja um samráðingar við donsku stjórn­ina um hetta. Men Kristina Háfoss hev­ ur kortini ikki bestu vónirnar um hetta, tí løgmaður hevur áð­ur sagt, at hann vil hava ríkis­veit­ingina hækkaða. Vantandi saman­ hangur millum orð og gerðir - Eg sakni eina yvirskipaða ætlan fyri, hvørjar Føroyar vit vilja hava, sigur Kristina Háfoss í Tjóðvldi sum viðmerking til løgmansrøðuna Fleiri ungar mammur Av teimum 586 børnunum, sum fødd vórðu á lívi í fjør, høvdu 31 av børnunum mammur undir 20 ára gamlar Ein veru­ leika­fjar røða Nógv av tí, sum løgmaður sigur í røðuni er beinleiðis ósatt, men hann trýr tí kanska sjálvur. Tað sigur Eyðgunn Samuelsen í Javnaðarflokkinum Fáar fostur­ tøkur