Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-30, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. juli 2012síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 30. juli 2012 · Nr. 87 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagfinn Olsen LGBT, felagið fyri samkynd, tví­kynd og transpersónar í Føroyum, hevði tann 27. juli skrúðgongu og konsert í Havn, sum endaði við tón­ leika­fagnaði í Tórsgøtu. Stór mannfjøld savnaðist um tiltakið hjá LGBT. Tá litríka gongan kom oman í Tórsgøtu spældi Eivør á pallinum við Hotel Tórs­havn. Síðani setti Heðin Morten­sen, borgarstjóri í Havn, tiltakið. Tróndur Vatnhamar, skemt­i­lig­ur pallvertur, hevði síða­ni eina røð av fremstu tón­leikar­um í landinum at bjóða stóru fjøldini, ið stuðl­aði tiltakinum. Dánjal og Búi frá Ævin­týra­ferðini komu á pall og síða­ni kom Reykjavíkar Gay Choir á pall. Litríkur borgarstjóri So kom gestarøðarin. Ongin minni enn borgar­ stjóri Reykjavíkar, Jón Gnarr, helt gestarøðu. Og tað var av sonnum ein lit­rík­ur borgarstjóri, ið kom á pall. Íklæddur ljósarreyðan klædn­ing og sólbrillur hevði Gnarr røðu, ið hann hevði við sær á i-pad, men sum var um­ sett til føroyskt og býtt út á papp­íri og býtt út til áhoyr­ ara­fjøldina. So komu 200 á pall og teim­um á baki Mike, ið hevði klaversnillingin Kim Han­ sen við sær. Ólavur Eystur­ dal helt røðu vegna LGBT og fegnaðist um stóru lut­tøku­ na. Nalja Frálíkur tónleikur í góðveðri ser­merkti tiltakið. Heilt stóra løtan kom at enda, tá bólkurin NALJA kom á pallin. Tá vóru ung sum gomul í einum hópi. Sjeik­ urin og aðar landa­plág­ur av útgávini, ið hevur eini 24 ár á baki, ljómaðu í Tórsgøtu, og settu eitt virðiligt punktum. Men endaligt punktum bleiv sett við tí, sum mong meta sum besta ólav­søku­ sangin nakrantíð, nevni­liga sangurin, har Elin og Kári syngja um deiligu ólav­søku­ havn­ina. Staðfestast kann, at sólin skein, meðan tiltakið fór fram, men ólavsøkuveðrið hevði hug at gerast meira vátt­ligt. Ólavsøkukonsertin byrjaði á sama palli stutt eftir, men tá høvdu grá skýggj savnað seg saman, og tað byrjaði at sirma og og síða­ni regna. Síðstu tónarnir á LGBT kon­sertini ljóðaðu fríggja­ kvøl­dið 27. og litríka fjøldin náddi heim í ymsar ættir, inn­an regn av álvara gjørdi um seg í Havn á Ólavsøku á kvøldi 27. juli 2012. dagfinn@sosialurin.fo Sólin sá á Faroe Pride Dagfinn Olsen Frálíka útgávan, sum hevur 24 ár á baki, er fólkaogn. Men onki hoyrdist aftur frá bólkinum NALJA. Elin Heinesen og Kári Jacosen, oddafólk í NALJA, eru ikki avvisandi, tá talan er um eina møguleiga útgávu afturat frá NALJA. Ætlanin var at geva eina NALJA útgávu afturat út í 1992, men kreppan tá gjørdi av við hesa ætlan. Ymsir sangir komu tó út á bandi við Kára Jacobsen og Eyðfinni Jensen, og vit kenna m.a. sangin um stórusystir og lítlabeiggja. Men spurd, um ein NALJA 2 útgáva er nakað ein kann vænta sær, siga bæði Elin og Kári, at hetta er als ikki ómøgulig hugsan, nú samstarvið millum oddafólkini í NALJA er uppafturtikið. dagfinn@sosialurin.fo Kanska NALJA 2 Elin og Kári høvdu góða manning við sær á pallin á ólavsøku, tá tey spældu á palli fyri fyrstu ferð í 22 ár. bróðurpartin av PLÙMM manningini var aftanfyri, tá Elin og Kári fóru á LGBT-pallin fríggjakvøldið 27. juli. Árliga tiltakið hjá Faroe Pride hjá LGBT fór fram í sól og góðveðri og eini 5000 fólk tóku lut í gonguni, sum endaði við góðari konsert í Tórsgøtu