mánadagur 30. juli 2012síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. juli 2012 · Nr. 87
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Rógvi Nybo
Upp á ein tíma kláraði
Sunniva Waag Dam, sum júst
er fylt 16 ár, at keypa fyri góð
ar 800 krónur í sigarettum í
ymsum handlum í Havnini.
Vit á Sosialinum gjørdu
hósdagin eina kanning í
14 handlum, har vit bóðu
Sunnivu fara inn í handilin
og royna at keypa sigarettir
av ymsum slag. Áðrenn farið
varð avstað, væntaðu vit, at
tað møguliga fór at eydnast
onkrastaðni og at hon helst
fór at verða spurd um prógv
aðrastaðni.
Úrslitið er tó einki minni
enn sjokkerandi. Hóast lógin
er púra greið um, at tað ikki
er loyvt at selja tubbakk til
fólk undir 18 ár, kom Sunni
va fjúrtan ferðir av fjúrtan
møguligum úr aftur handli
num við sigarettum, uttan
eina tí einastu ferð at verða
spurd um aldur ella prógv.
Fyri at gera royndina so
veruliga sum gjørligt, bóðu
vit hana keypa ymisk sløg
av sigarettum í ynmsum
handlum. Valið skifti millum
Prince, Prince Ligth, Prince
Ultra Ligth, Look Ligth og
Look Menthol. Men óansæð
hvat hon bað um, varð tað út
flýggjað henni uttan himpr.
Kjakið hevur
ikki hjálpt
Í farnu viku var nógv tosað
um sølu av sigarettum. Fleiri
ferðir, bæði í bløðunum og í
loftbornu miðlunum hava
Fólkaheilsuráðið, politikarar
og ung fólk verið frammi og
tosað um, hvussu lætt tað er
hjá ungum fólki undir 18 ár
at keypa sigarettir, og hvat
eigur at verða gjørt við hetta.
Kjakið sýnist tó ikki at
hava fingið handlarnar og
tey, ið arbeiða innanfyri í
handlunum at rakna við. Tá
16 ára gamla Sunniva var inni
í teimum ymsu handlunum
og skuldi keypa, varð hon
ikki eina tí einastu ferð spurd
um prógv.
Sostatt eydnaðist tað hen
ni uppá umleið ein tíma at
keypa 14 sigarettpakkar í 14
ymsum handlum í Havnini,
hóast hon júst er fylt 16 ár.
rogvi@sosialurin.fo
Hesir eru handlarnir
Mylnan, Jónas Broncksgøta
Miklagarður í SMS
Effo í Gundadali
Magn við Norðara Ringveg
Magn á Frælsinum
FK í Hoyvík
Auto í Miðbýnum
Seinatún í Miðbýnum
Inn við Landavegin
Skivan við Landavegin
Inn við Sundsvegin
PE á Hálsi
Bónus í Miðlon
PE á Argjum
Eingin spurdi um prógv
Roykilógin Tá Sosialurin sendi eina júst 16
ára gamla gentu í býin í Havn at keypa sigarettir,
spurdi ikki ein tann einasti av handlunum um prógv.
Hetta hóast nógv hevur verið tosað og kjakast
um, at 18 ára aldursmarkið ikki verður hildið
sigarettir
Durita á Brúgv, leiðari á Skivuni í
Havn, heldur tað vera harmiligt,
at tað bar til hjá 16 ára gomlu
gentuni at fáa sigarrettpakka har.
- Vit hava eitt skelti, har tað
stendur, at tey, sum eru undir
18, sleppa ikki at keypa. Um
vit ivast, so spyrja vit. Eg haldi
ikki, at vit kunnu gera nógv
annað, sigur Durita á Brúgv.
- Tað er sjálvsagt harmiligt, at
hon slapp at keypa, sigur hon.
Sjálvsagt harmiligt
Royking
Vit sendu 16 ára gomlu Sunnivu Waag Dam út í 14 handlar í Havnini at royna at keypa sigarettir
Mynd: Álvur Haraldsen
Kapittul 4
Aldursmark
§ 12. Tað er ikki
loyvt at selja ella lata
tubbaksvørur til persónar
yngri, enn 18 ár.
Stk. 2. Er ivi um aldurin
á keyparanum, kann
søla bert fara fram, um
keyparin skjalprógvar
aldur sín.
Roykilógin frá 10. juni 2008
Kapittul 5
Eftirlit, revsing og gildiskoma
§ 14. Uttan so, at harðari revsing er uppiborin eftir
aðrari lóggávu, verður við bót revsaður tann, sum
við vilja ella grovum ósketni brýtur ásetingarnar í §
3, stk. 1-2, §§ 6-10, § 11, stk. 1 og § 12 í hesi lóg og
reglur, ásettar í kunngerð við heimild í hesi lóg.
Stk. 2. Feløg o.o. (løgfrøðiligir persónar) kunnu
koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í
revsilógini.
Stk. 3. Mál, fevnd av hesi lóg, hava 5 ára
fyrningarfreist og verða at fremja sum politimál.
Roykilógin frá 10. juni 2008