Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-30, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. juli 2012síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 30. juli 2012 · Nr. 87 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rógvi Nybo Stjórin í SMS samtakinum, Niels Mortensen, sum varar av Miklagarði, Mylnuni og Bónus, ætlar sær absolutt at taka aldursmarkið á at keypa sigarettir upp við starvs­ fólkini enn eina ferð. - Øll, sum eru ansett í okkara handlum, hava fing­ið at vita, at sigarettir ikki skulu seljast til fólk, sum eru undir 18 ár. Men tú veit eisini, at tað ofta kann verða ringt at meta um, og vit mugu bara vera vaks upp á tað. Men um nakar slepp­ur at keypa, tað eri eg ikki heilt sikkur uppá, sigur Niels Mortensen, tá vit spyr­ja hann hvat tey gera fyri at forða fyri, at fólk undir 18 ár sleppa at keypa sigarett­ir. Tá vit avdúka fyri hon­ um, at í handlunum Mikla­ garði, Mylnuni og Bónus slapp okkara 16 ára gamla gen­ta at keypa, sigur hann greitt, at tað líkist ongum. - Hetta fari eg so ab-so­ lutt at taka upp, sigur Niels Mort­en­sen. Niels Mortensen heldur tó eisini, at alt kjakið um at selja sigarettir er eitt sindur skeikl­að. - Í staðin fyri at noyða okk­um handlar at spæla politist­ar, ger tað so ólóg­ ligt hjá fólki undir 18 ár at roykja. Tey standa uttan­ fyri hjá okkum her í SMS og roykja, og so kann tað verða upp til foreldrini hjá teimum at tryggja, at tey ikki bróta lógina. Vit eru troytt av at skulla spæla politi. Ella koyr siga­rett­ ir­nar inn í Rúsuna ella á Apo­te­kini, eg leggi milt sagt einki í tað, vit eru reint sagt ikki gearað til at spæla poli­ti, sigur Niels Mort­en­sen, stjóri í SMS- sam­taki­num. Hann leggur tó afturat, at tey altíð royna at liva upp til galdandi lóg á øll­um økjum, og at hann fer at taka hetta upp við starvs­ fólk­ini enn eina ferð. rogvi@sosialurin.fo Rógvi Nybo Leiðarin fyri retail-søluni hjá Magn, Rói Kalsø, sigur at hjá Magn royna tey altíð at siga við starvsfólkini hjá teim­um, at tey ikki skulu selja tubbakksvørur til fólk undir 18 ár. - Vit royna eisini altíð at gera tað soleiðis, at eingin, sum er undir 18 ár, stendur eins­a­mallur innanfyri disk­in. Tað ber ikki altíð til, men vit royna hvørfall at skipa tað soleiðis, sigur Rói Kalsø. Tá vit greiða honum frá, at eisini hjá Magn slapp okkara 16 ára gamla Sunni­ va at keypa, sigur hann, at tey kunnu ikki gera nógv annað enn at blíva við at minna starvsfólkini á, at tey ikki skulu selja tub­ bakks­vørur til fólk, sum eru undir 18 ár. rogvi@sosialurin.fo Niels Mortensen, Miklagarður, Mylnan og Bónus: Ger tað ólógligt at roykja Rói Kalsø, retail leiðari, Magn: Vit kunnu bara blíva við at minna á sigarettir Finn Nielsen, stjóri í FK, ger greitt, at starvsfólkini har mugu sjálv meta í einstøkum føri, um tann, sum keypir sigarettir, hevur aldur til tað. Tað kemur ikki ofta fyri, at FK spyr um samleikaprógv. - Um tað hevur borið til hjá einari 16 ára gamlari gentu at keypt sigarettir frá okkum, so verður tað tikið upp á komandi fundi, har vit tríva í aftur lóggávurnar, sigur Finn Nielsen. FK hevur eisini skelti, sum vísir týðiligt, at aldursmark er at keypa sigarettir. Vit spyrja sjáldan um samleikaprógv Fulla úrtøku Tá vit ein tíma seinni vóru aftur, hevði Sunniva fingið fulla úrtøku. Fjúrtan av fjúrtan handlum útflýggjaðu Sunnivu sigarettirnar, hon her stendur við. Ein pakka úr hvørjum handli. Mynd: Álvur Haraldsen