Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-30, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. juli 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. juli 2012 · Nr. 87 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rógvi Nybo Formaðurin í Fólka­heilsu­ráð­ num, Pál Weihe, er greiður á máli­num, tá vit leggja úrs­lit­ ið av okkara kanning fram fyri honum. - Hetta prógvar okkara po­eng. Vit hava eitt problem við at útvið 20 prosent av teim­um 15 ára gomlu roykja van­ligt, og hetta vísur bara, at tað er rættiliga lætt til­ gongi­ligt hjá teimum at fáa fat­ur á, sigur Pál Weihe. Kanningin hjá Sosialinum vísti, at ein genta, sum júst er fylt 16 ár, uttan at verða spurd um prógv slapp at keypa sigarettir í øllum teim­um fjúrtan handlunum í Havnini, sum vit kannaðu. Mælir til loyvisskipan At ásetingin um, at tað ikki er loyvt at selja sigarettir ella tubbak til fólk undir 18 ár, ikki verður hildin, vísur, at tað møguliga er neyðugt við øðrum skipanum. Formaðurin í Fólka­heilsu­ ráð­num, Pál Weihe, heldur at ein loyvisskipan, har hand­ lar­nir í prinsippinum kun­ nu missa loyvi til at selja siga­rett­ir, um teir ikki halda áset­ing­ina, kundi verið eitt stig á leiðini. - Men tað er ikki nokk, bara at gera tað. Vit hava brúk fyri øllum góð­um loys­ num, skulu vit náa mál­setn­ ingi­num hjá Fólka­heilsu­ráð­ num. Gama­n­í kunnu vit blíva við at upplýsa, men tey 15 ára gomlu vita útmerkað, at tað er heilsuskaðiligt at royk­ja. Tey síggja bara ikki rokn­ing­ ina, tí hon kemur fyrst um fleiri ár. Tí má okkurt gerast, sig­ur Pál Weihe. Sambært stjóranum í Ar­ beiðs­eftirlitinum, sum um­ situ­r lógina, og sum í síðstu viku tosaði við Kringvarp Før­oya um júst hetta, hava teir ikki orku til at kanna, um áset­ing­arnar verða hildnar. - Men er orkan ikki til stað­ar, má hon skaffast, sigur Pál Weihe í ávísing til po­lit­ isku skipanina, sum situr við evsta valdinum á økinum. rogvi@sosialurin.fo Prógv um at ásetingin ikki virkar Roykilógin - Hetta týður uppá, at ásetingin um 18 ára aldursmark á at keypa sigarettir ikki virkar. Skulu vit náa málsetninginum, um at eingin eftir árgang 2000 skal byrja at roykja, so mugu vit til arbeiðis, sigur Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum, um kanningina hjá Sosialinum Prógv - Tykkara kanning undirstrikar okkara poeng. Skulu vit náa málsetninginum um, at eingin, sum eru føddur eftir ár 2000 skal byrja at roykja, mugu vit til arbeiðis, sigur Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum Mynd: Savnsmynd Rógvi Nybo Tá tað vísur seg at verða gjørligt hjá 16 ára gomlum at keypa sigarettir utt­an nakran sum helst tru­pul­ leika í fjúrtan av fjúrtan handl­um í Havnini, hóast lógin er púra greið um at aldurs­markið er 18 ár, er neyð­ugt at gera okkurt. - Hatta er heilt bedrøvi­ ligt. Tað er alneyðugt at fáa at vita, um Løgtingið og landsins myndugleikar yvir­høvur meina nakað við tað, sum vit siga, sigur Karst­en Hansen, lands­ stýris­maður í Heilsu­mál­ um. Hann fer nú at seta seg við tilmælinum frá Fólka­ heilsuráðnum og síðani at taka tað upp við politisku skipan­ina fyri at fáa politi­ ska undirtøku fyri at gera nak­að. Taka ikki lógina í álvara Sambært Heilsu­mála­ráð­ num vísur kanningin hjá Sosialinum, at handil­s­eig­ ar­arnir ikki taka lógina í álvara. - Tá tað ber til upp á handa mátan, vísur tað bara, at teir, sum fáa pro­ fitt­in av søluni, ikki hava gjørt tað greitt fyri sínum starvs­fólkum, at tað er ólóg­ligt og at lógin skal hald­ast. Og tað ber ikki til. Antin mugu vit tryggja, at lógin verður hildin, ella mugu vit avtaka aldurs­ mark­ið. Men tá tú sigur, at antin skal mann tryggja, at lógin verður hildin, ella má aldursmarkið avtakast, gangi eg út frá at tú gongur inn fyri tí fyrra? - Ja, sjálvandi skulu vit trygg­ja, at aldursásetingin verð­ur hildin, staðfestir heilsu­mála­ráðharrin. - At verja tey ungu, tað er okkara ábyrgd. Bæði tey vaks­nu og vit í systeminum hava ábyrgdina, sigur Ka­r­ sten Hansen. Umhugsar allar møguleikar Heilsumálaráðharrin fer nú at seta seg við til­mæli­ num, sum júst er komið frá Fólkaheilsuráðnum og lesa tað í gjøgnum. Eitt av tilmælunum, sum Pál Weihe eisini vísur á her í Sosiali­num, er at taka stig til eina loyvisskipan, har handils­menn kunnu missa loyv­ið at selja sigarettir, um lógin ikki verður hild­in. Hetta er sambært Kar­st­en Hansen avgjørt ein møgu­ leiki. - Ja, hatta er avgjørt ein møgu­leiki. Í síðstuni hevur nógv verið frammi um for­ boð og so víðari, og tað er altíð ein balansugongd sum má gangast. Men vit eiga at hugsa um allar møgu­leik­ar. Tað hevur eisini verið nevnt, at bara selja sigarettir antin í apoteki­num, ella at gera tað á sama hátt, sum við Rúsu­ni. Tað kann mann eisini hugsa um, sigur Karst­en Hansen. Hann sigur, at hann ætlar beinanveg at taka mál­ið upp. rogvi@sosialurin.fo Tað má fáa konsekvensir Roykilógin At tað ber til hjá 16 ára gomlum at keypa sigarettir uttan trupulleika, heldur landsstýrismaðurin í Heilsumálum, Karsten Hansen, verða heilt bedrøviligt. – Vit mugu syrgja fyri, at tað fær konsekvensir at bróta lógina, sigur hann, og lovar at hetta verður tikið upp beinanveg Royking - At verja tey ungu, tað er okkara ábyrgd. Bæði hjá teimum vaksnu og hjá okkum í systeminum, sigur Karsten Hansen. Hann fer at taka Roykilógina upp í politisku skipanini Mynd: Savnsmynd sigarettir