mánadagur 30. juli 2012síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. juli 2012 · Nr. 87
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Jóannes Hansen
Framfýsni, áræði, úthaldni og vilji
at vinna eru orsøk til, at KÍ er ovast
á støðutalvuni. Talan er um ungt
lið, og fyrr í summar hava veik
leikarnir verið at sæð, sum kunnu
gera vart við seg, tá ið royndirnar
ikki eru so nógvar.
Tá ið klaksvíkingar eftir langa
sigursrøð vitjaðu í Gundadali og
spældu ímóti javnaldrunum í HB,
fekk KÍ ein orduligan lúsing. Ta
ferðina var HB frammanfyri 3-0 í
hálvleikinum, og tað endaði 5-0. Tá
varð spurningur settu við, um KÍ
fór at megna at reisa seg aftur. Tað
gjørdi KÍ, sum undan fríggja
kvøldinum hevði vunnið seks ferðir
á rað.
Fríggjakvøldið sá tað út til, at tað
aftur skuldi verða heilt galið, tá ið
Filip Djordjevic við fínum fløtum
skoti av brotsteigarmarkinum legði
Víking framum 3-0.
Tað kom dátt við. Heimamenninir
vóru uppsettir, tá ið teir komu út
aftur til 2. hálvleik. Páll Guðlaugsson
hevði givið teimum ein orduligan
vals eftir laka avrikið undan steðgi
num. Tá var Víkingur greitt omaná.
Serliga fyrstu tjúgu minuttirnar
var munurin eyðsýndur. Evrard Blé
og Niclas Niclassen høvdu gott tak
á sentrala verjukenda miðvøllinum,
Filip Djordjevic var sera uppsettur
og væl upplagdur á framrættaða
miðvallarplássinum, og í borðunum
var tað fragd at síggja Sølva Vatn
hamar og serliga Kaj Leo í Bartals
stovu mest sum eftir vild sneiða og
snara seg leysar og birta møguleikar
bæði fyri sær sjálvum og liðfeløgu
num.
Gestirnir skoraðu hesa løtuna
tvey mál ímóti skinklandi KÍ, sum
hevði ilt við at fáa miðvallarspælið
at rigga, og sum var um ein háls í
verjuspælinum, hóast Víkingur
ongan rættuligan álopsspælara
hevur.
Uppskriftin
Menninir hjá Jógvani Martin Olsen
vóru sera tilvitaðir. Í verjupartinum
syrgdu teir fyri at hava Hjalgrím
Elttør í stuttum tjóðri, og teir høvdu
avgjørt einki ímóti, at tað vóru
miðverjarnir hjá KÍ, sum kendu seg
noyddar at leggja langar sendingar,
tá ið tolið var uppi, tí tað ikki slapst
ígjøgnum.
Vikingarnir vóru rættuliga skjótir
í umstillingini, tá ið teir skoraðu
tvær ferðir. Í fyrra førinum var tað
eftir, at annar av KÍ miðverjunum
hevði mist bóltin frammarlaga í
vinstru, og eftir at Víkingur við
fáum statiónum hevði brotið ígjøg
num í hinum borðinum, og liðfor
maðurin Sølvi Vatnhamar hevði
umsett innleggið til mál.
Í seinna førinum var talan um
einmansavrik hjá framúr væl upp
lagda Kaj Leo í Bartalsstovu, sum
sneiddi framvið fleiri, áðrenn hann
av brotsteigarmarkinum og eitt
sindur til vinstru smekkaði bóltin í
handara síðunetið. Og tað kundi
verið uppaftur meiri, men Andras
Gango snittaði eftir skotroynd frá
Hjartvardi Hansen bóltin á tvør
træið.
Endurreisnin
At tað ikki endaði sum ímóti HB 28.
mai ber boð um, at ungu klaksvík
ingarnir hava ment seg. Hóast 3-0
málið var øgiligt skot fyri bógvin, so
fótaðu teir sær. Um enn teir undan
steðginum ikki høvdu spælt seg til
upplagdar málmøguleikar, so høvdu
spentar støður verið, tá ið tvørbóltar
komu í brotsteigin. Tá var Heðin á
Lakjuni tann mest eyðsýndi í
gjøgnumbrotsroyndum.
At Heðin Klakstein varð settur á
vøllin hjálpti væl í framrættaða
partinum, og eisini innskifti Ivan
Joensen vísti, at hann er gávuríkur.
Hjalgrím Elttør fekk betri pláss, og
tá ið John Hammer eftir lítlan tíma
skoraði eftir horna, tóktist tað sum
um, at ungu menninir trúðu uppá,
at tað, sum ikki tóktist gjørligt,
kortini skuldi verða veruleiki.
At Víkingur lítla løtu seinni varð
undirmannað, eftir at Hans Jørgen
Djurhuus hevði sæð gula kortið fyri
aðru ferð, bar við sær, at KÍ spenti
álopsbogan meiri. Flótandi saman
spælið kom ongantíð til sín rætt,
men trýstið á Víkinga málið øktist
støðugt, og tað var fantastiska
intenst og spennandi, tí samstundis
lúrdu víkingarnir eftir møguleika
num at økja um leiðsluna.
Onkra ferðina var tað rættuliga
vandamikið. Besta møguleikan fekk
vinstri vongverjin Hanus Jacobsen,
tá ið støðan var 3-2, men eitt sindur
úr vinstru sendi hann bóltin upp
um málið.
Í Pálli Klettskarð hevur KÍ fingið
nýggjan málrev. Hann er toppskjútti
í Effodeildini, og tað var hann, sum
úr stuttari fjarstøðu skoraði bæði
til 2-3 og 3-3. Í báðum førum var tað
eftir innlegg úr vinstru, og í báðum
førum var sera tætt kring mál
skjúttan.
Áskoðarafjøldin var á gosi, og
tað var um reppið, at klaksvíkingar
fingu sigursmálið, men tað hevði
kenst sum ov nógv av ti góða!
Ivaleyst høvdu teir undan dyst
arbyrjan góðkent javnleik, men tað
var einki at siga til, at víkingarnir
vóru ógvuliga vónbrotnir, tá ið Lars
Múller hevði bríkslað fyri síðstu
ferð.
Klaksvíkingarnir høvdu ilt við at
fara av vøllinum. 3-3 kendist sum
sigur, og áskoðarafjøldin vildi ikki
sleppa gørpunum, sum tykjast hava
lært av royndunum.
Tað er tiltikið strevið at vinna
síðsta teinin upp á toppin. Spyr
bara teir, sum hava verið á Mont
Everest! KÍ kendist darvað av støð
uni á toppinum, men tað loysnaði,
og næstu dagarnar fer prátið har
norðuri at snúgva seg eitt sindur
um Summarfestivalin og veðrið og
nógv um toppuppgerðina ímóti EB/
Streymi, sum verður á skránni
fríggjakvøldið.
Framfýsnið, áræðið, úthaldnið
og viljin, sum skulu til at takast í
toppinum, eru partur av blandingini
hjá Pálli Guðlaugsson og topp
liðnum í Effodeildini, og tað kann
bera langt!
KÍ niður av og
upp aftur á tindin
Fótbóltur Hóast teir í 1. hálvleiki vóru niðurbundnir av skilagóðu víkingunum, so megnaðu framfýsnu
klaksvíkingarnir at reisa seg og vísa megina og styrkina, sum skal til, um toppurin skal røkkast