mánadagur 30. juli 2012síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 30. juli 2012 · Nr. 87
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
HB vann ólavsøkusteypið
ímóti aldursforsetanum
Fótbóltur HB vann 4-1 á TB ólavsøkuaftan í Gundadali.
Fyrri hálvleikur var ferðmikil og spennandi, men dómarin
og ein øl dós vóru yvirskriftirnar í seinna hálvleiki.
Tróndur Arge – Gundadalur
Tað hevur ikki gingið so væl hjá HB
á ólavsøku, men í ár bragdaði. Sig
fríður Clementsen hevði blandað
kort eitt sindur øðrvísi hesa ferð, tí
hann hevði tiggjar á miðvøllinum í
eini 4-3-3 líknandi spæliskipan.
Jóhan Troest Davidsen var fluttur
inn í miðverjuna, meðan Vagnur
Mohr Mortensen varð fluttur fram
á verjukenda miðvøllin. Rókur av
Fløtum Jespersen og Hallur Hans
son mannaðu hini bæði plássin á
miðvøllinum.
Fyri TB var ein broyting at
Martin Tausen sat uttanfyri og
Milan Kuljic valdi at spæla 4-4-2 við
Nenad Stankovic og Bárði Dimon
mitt á miðjuni.
CRM sló til
Christian R. Mouritsen legði HB á
odda innanfyri tað fyrsta korterið.
Andrew av Fløtum spældi hann
hegnisliga leysan og úr spískum í
høgrum legði hann bóltin í handara
síðunet. Christian R. Mouritsen
hevði tveir líknandi møguleikar
móti NSÍ í farnu viku, men tá fór
bólturin ikki inn og HB tapti. Hesa
ferð lá betri fyri og Christian R.
Mouritsen var sera eyðsýndur í
fyrra hálvleiki.
TB svaraði aftur miðskeiðis í
fyrra hálvleiki, tá Bojan Timic stutt
undir málinum halaði bóltin til
Gilla Sørensen, sum við vinstra
beini javnaði fyri TB. Eina løtu var
gangurin av TB viðhaldsfólkunum
og tí so kendu TB-sirenuni so
nógvur, at tað hoyrdist ikki manna
mál.
Tvey dreyma mál
HB svaraði skjótt aftur og tað við
manér. Eftir hornaspark kom bólt
urin útfrá til Alex Jose dos Santos,
sum staddur á brotsteigarmarkinum,
nakað til vinstru fyri málið, smekk
aði til fyrstu ferð. Bólturin brast í
stongina og í mál. Eitt framúr
vakurt og væl útført mál av vinstra
bakkinum, sum hevur víst seg frá tí
málfarligu síðuni higartil í ár.
Slíkt gevur sjálvsálit og bara fáar
minuttir seinni var Alex Jose dos
Santos aftur upp á spæl. Miðskeiðis
inni á hálvuni hjá TB legði hann
bóltin innfyri til Christian R.
Mouritsen, sum sett høvdið á bóltin
sum fór í sama trýkant, sum skotið
hjá
vinstra
bakkinum
stutt
frammanundan.
– Slík mál kanst tú einki gera
við. Hatta hendir eina ferð um árið,
segði Óli Johannesen eftir dystin,
sum viðurkendi at HB hevði verið
betra liðið, men at hansara menn
einki høvdu at skammast við hend
an dagin.
Reytt kort drepur dystin
Fyrri hálvleikur var ferðmikil, opin
og spennandi. Ein tann besti hálv
leikurin í føroysku kappingini hig
artil í ár. TB var væl við og 3-1 var
ikki beinleiðis ein avspegling av
spælinum á vøllinum, hóast HB
hevði bóltin meiri.
Seinni hálvleikur megnaði ikki
at liva upp til tað. Spælið bleiv meiri
rótut og váti vøllurin, sum í fyrra
hálvleiki var við til at halda ferðina
uppi á spælinum, var í løtum ein
forðing, tí avleveringarnar vóru ikki
eins neyvar.
Tjúgu minuttir fyri tíð fær TB
sín størsta møguleika at inn aftur í
dystin, tá Gilli Sørensen verður
sendur avstað inn um HB verjuna.
Hann prikar bóltin framvið HB
málverjanum, men bólturin trillar
beint við síðuna av.
Í eini roynd at fáa fatur á bólti
num aftur fara Gilli Sørensen, sum
fekk eitt gult kort í fyrra hálvleiki,
og HB verjuleikarin, Rógvi Holm,
um koll aftanfyri baklinjuna. Har
hendie eitt hvør smávegis og fyrr
verandi Aberdeen leikararnir eru í
hornatøkum í nøkur sekund.
Rúni Gaardbo var skjótur á
staðnum og tosaði við teir báðar.
Hann fer í lumman eftir gula korti
num og gevur teimum eitt í part.
Tað ganga nøkur sekund tile in HB
leikari ger dómaran varhugan við,
at hetta er annað gula kortið í
dystinum. So má Rúni Gaardbo í
lumman eftir tí reyða og harvið
verður Gilli Sørensen útvístur.
Tað er nógv, sum bendir á at
dómarin ikki vitsti at TB framherjin
hevði eitt gult kort. So hevði helst
verið betri at bara tosa við U21
landsliðsleikararnar.
Eftir hetta hevði TB ongan kjans
og HB vann trygt tá alt kom til alt.
HB fekk eitt mál afturat, tá Andrew
av Fløtum gjørdist leysur við mál
manninum, ið varð komin úr máli
num. Umvegis eitt TB bein fór bólt
urin í mál til endaliga úrslitið 4-1.
Øl dós tveitt eftir dómara
Í seinna hálvleiki verður ein full
Føroya Bjór øl dós tveitt eftir hjálp
ardómaranum undir Tryggingar
skýlinum. Dósin er nær við at raka
hjálpardómaran og hetta er tíverri
ein svartur plettur á einum góðum
fótbóltsdysti, har TB áskoðararnir
annars vístu seg frá síni bestu
síðu.
Keldur, sum Sosialurin hevur
tosað við, siga at talan var um ein
óvanliga fullan mann, sum tveitti øl
dósina inn á vøllin. Hann fekk eisini
av at vita frá áskoðarunum rundan
um, at slíkt als ikki hoyrir heima
nakrastaðni. Hendingin er við í
dómarafrágreiðingini.
Vit sita ikki í dag og tosa um ein
avblástan dyst, tí hjálpardómarin
valdi ikki at lata ein fullan persón
steðga einum annars frálíkum ólav
søkudysti.
Tað er ógjørligt at hava nógv
størri trygd kring leivøllirnir í Før
oyum enn tað longu er, og tí er tað
av stórum týdningi at hetta ikki
hendir aftur.
Tað skal heldur ikk koma fyri, at
ein hjálpardómari skal kenna seg
sum eina skotskivu fyri annað enn
skemtiligar viðmerkingar og kanska
okkurt banniorð tá menn gerast
heitir. Hann hevði sín fulla rætt til
at fara av vøllinum og fáa dómaran
at avblása dystin.
Vónandi hendir hetta ongantíð
aftur!
TB áskoðararnir skulu annars
hava stórt rós fyri teirra avrik
utanfyri vøllin. Teir eru mælskir,
skemtiligir og halda ein gang sum
fáir aðrir fjepparar kunnu standa
mát við.
trondur@sosialurin.fo
KÍ-Víkingur 3-3 (0-2)
0-1: Sølvi Vatnhamar 5.
0-2: Kaj Leo í Bartalsstovu 16.
0-3: Filip Djordjevic 46.
1-3: John Hammer 58.
2-3: Páll Klettskarð 82.
3-3: Páll Klettskarð 89.
Dómari: Lars Múller
KÍ: Andras Gango – Álvur F. Christiansen
(Sørmundur Kalsø, 77.), Jógvan Isaksen, John
Hammer, Heðin á Lakjuni – Henry Heinesen (Ivan
Joensen, 55.), Kristoffur Jakobsen, Hjalgrím Elttør,
Ísak Simonsen (Heðin Klakstein, 50.), Andy Olsen –
Páll Klettskarð
Gult kort: Henry Heinesen, Páll Klettskarð
Víkingur: Geza Turi – Hans Jørgen Djurhuus, Erling
Jacobsen, Dánjal Pauli Lervig, Hanus Jacobsen
– Sølvi Vatnhamar, Niclas Niclassen (Fritleif í
Lambanum, 73.), Evrard Blé, Kaj Leo í Bartalsstovu
– Filip Djordjevic, Hjartvard Hansen
Gult kort: Hans Jørgen Djurhuus, Dánjal Pauli
Lervig
Reytt kort: Hans Jørgen Djurhuus 71. (2 gul)
HB-TB 4-1 (3-1)
1-0: Christian R. Mouritsen 12.
1-1: Gilli Sørensen 33.
2-1: Alex José dos Santos 35.
3-1: Christian R. Mouritsen 40.
4-1: Andrew av Fløtum 81.
Dómari: Rúni Gaarbo
HB: Teitur M. Gestsson - Jógvan Rói Davidsen, Rógvi
Holm, Jóhan Troest Davidsen, Alex José dos Santos
- Hallur Hansson, Vagnur Mohr Mortensen, Rókur
Jespersen (Kristin R. Mouritsen, 75.) - Christian
R. Mouritsen (Gunnar Haraldsen, 88.), Andrew av
Fløtum (Rógvi Poulsen, 85.), Símun Samuelsen
Gult kort: Jóhan Troest Davidsen, Andrew av
Fløtum, Rógvi Holm
TB: Ivan Stojkovic - Hanus Mortensen, Óli
Johannsen, Dimitrije Jankovic, Gunleif Olsen - Dan
Mortensen (Teitur Justinussen, 89.), Rógvi Joensen
(Martin Tausen, 79.), Nenad Stankovic, Bárður
Dimon (Poul Ingason, 61.), Gilli Sørensen - Bojan
Timic
Gult kort: Dimitrije Jankovic, Gilli Sørensen, Poul
Ingason, Bojan Timic
Reytt kort: Gilli Sørensen (2 gul) 70.
EB/Streymur-B68 0-0
Dómari: Ransin N. Djurhuus
EB/Streymur: René Tórgarð – Jónhard
Frederiksberg (Árni G. Olsen, 73.), Gert Hansen, Egil
á Bø, Leif Niclasen – Pætur Dam Jacobsen, Sorin
Anghel, Niels Pauli Danielsen (Arnbjørn Hansen,
86.) – Arnar Dam (Jóhannes Hansen, 76.), Levi
Hanssen, Hans Pauli Samuelsen
Gult kort: Levi Hanssen, Hans Pauli Samuelsen
B68: Hans Jørgensen – Dánjal Pauli Højgaard,
Oddur Højgaard, Jóhan Dávur Højgaard, Einar T.
Hansen – Bjarki Johannesen (Jústinus R. Hansen,
46.), Ndende Adama Guéye (Jan V. Andersen,
83.), Jann Ingi Petersen, André Olsen – Óli Olsen
(Kristian Anton Andreassen, 87.), Christian Høgni
Jacobsen
Gult kort: Christian Høgni Jacobsen
ÍF-FC Suðuroy 3-2 (1-0)
1-0: Karl Løkin 8.
1-1: John T. Poulsen 46.
2-1: Jan Ó. Ellingsgaard br 53.
3-1: Dánjal á Lakjuni 62.
3-2: John T. Poulsen 64.
Dómari: Alex Troleis
ÍF: Hallgrím G. Hansen – Nenad Saric,Uni R.
Petersen, Høgni Zachariassen, Jan Ó. Ellingsgaard
– Dánjal á Lakjuni (Jákup Johansen, 79.), Høgni
Madsen, Bogi Løkin (Ari Ó. Ellingsgaard, 64.), Karl
Løkin, Thomas Asmussen (Heri Nesá, 90.) – Clayton
Soares
Gult kort: eingin
FC Suðuroy: Stanislav Kuzma – Høgni Midjord (Dan
Djurhuus, 79.), Suni úr Hørg, Sasa Kolman, Jón Áki
Jacobsen – Palli Augustinussen, Poul N. Poulsen,
Jón K. Poulsen, Heri Kjærbo, David Asare (Reidar
Dahl Joensen, 79.) – John T. Poulsen
Gult kort: Jón K. Poulsen, Heri Kjærbo
B36 - NSÍ 5-1 (1-0)
1-0: Dánjal Rói Olsen, 5.
2-0: Bárður Olsen, 48.
2-1: Jann Martin Mortensen, 69.
3-1: Dánjal Rói Olsen, 74.
4-1: Pól Jóhannus Justinussen, 88. (sj.)
5-1: Gunnar Zachariasen, 91.
Dómari: Rói Jacobsen
B36: Meinhard Joensen - Høgni Eysturoy (53.
Símun Hansen)Jonas Flindt Rasmussen, Odmar
Færø, Símun Joensen - Lukasz Cieslewicz (88.
Gunnar Zachariasen) Atli Danielsen, Róaldur
Jakobsen, Bárður Olsen - Dánjal Rói Olsen (79.
Rasmus D. Sørensen) Jákup á Borg
Gul kort: Odmar Færø, Meinhardt Joensen
NSÍ: Kristian Joensen - Monrad Holm Jacobsen,
Jens Joensen (83. Pál M. Joensen) Helgi L. Petersen,
Sjúrður Jacobsen (11. Óli Arge) (74. Andrias á
Línknargøtu) - Jann Martin Mortensen, Magnus
H. Olsen, Pól Jóhannus Justinussen, Andras
Frederiksberg, Viljormur Davidsen - Klæmint
Andrasson Olsen
Gult kort: eingin
27. juli
28. juli
29. juli