Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-30, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. juli 2012síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. juli 2012 · Nr. 87 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Munur á einum stigi Fótbóltur Í Sundalagnum iðra tey seg um, at tey mistu trý stig, samstundis sum toftamenn fegnast um, at teir ðvi eina stiginum lyftu seg upp um strikuna Navn Eftirnavn EB/Streymur hevði allar møgu­ leikar at staðfesta sína støðu í oddinum, men tóku ikki av møguleikanum. Botnliðið B68 visti, at møguleikin var til staðar, og toftamenn eru í dag iva­leyst fegnir um eina stigi, teir fingu úr Margáum fríggja­ kvøld­ið. Høvdu møguleikarnar Hjá B68 var talan um ein sera týdningarmiklan dyst, har teir við at halda egið mál reint, vunnu seg upp um niðurflyt­ ingarmarkið. Hetta gjørdu teir við at spæla 0-0 í móti EB/ Streymi fríggjakvøldið. Verju­ kempan Marni Djurhuus var leikbannaður, eftir at hava fingið sítt fimta gula kort, men missurin í honum var lítil samanborið við missin í altjóða fótbóltskappingini herfyri, tá Egil á Gø, Pauli G. Hansen, Pætur Dam Jacobsen og Arn­ bjørn Hansen vóru skaddir. Ímóti dystarenda hevði inn­ skifti Arnbjørn Hansen onkra málroynd, men eins og í góðu møguleikunum fyrr í dystinum hjá Arnari Dam og Leif Nicla­ sen, so endaði royndin við síðuna av málinum. Meðan sundalagsmenn iðra seg um, at teir ikki fingu trý stig til hølvdar, fegnast tey á Toftum um, ið eina stigið, ið bar tey upp um markið. Eina stigið hjá EB/Streymi kundi táverandi løtu ikki nýtast til nógv, men eftir at KÍ seinni eisini spældi javnt, merkti tað, at fjarstøðan ímillum tey bæði liðini í oddanum heldur sær. rolant@sosialurin.fo ÍF greiddi so dánt sína skyldu Fótbóltur Avgjørda botnliðið FC Suðuroy og serliga John T. Poulsen vildu ikki geva seg so, men forsagnirnar fóru ikki av lagnum og ÍF fekk trý stig umvegis ein tepran 3-2-sigur Pætur Albinus ÍF fekk fríggjakvøldið á heimavølli vitjan av FC Suðuroy, sum tykist stríðast í einum óloysiligum dysti um at lívbjarga sær í Effodeildini. Hetta var gyltur møguleiki hjá ÍF at halda fast í oddastríðnum, og hóast ÍF legði væl frá landi og fyri tað mesta hevði gott tak á dystinum, so skuldi tað gerast til eina truplari uppgávu enn flest øll høvdu vænt­ að. Tað byrjaði soleiðis, sum ein kundi vænta sær. ÍF legði betur frá landi og tað gav úrslit longu í 8. minutti, og var tað eftir eitt gott samstarv ímillum brøðurnir Løkin. Við knøppum flytingum í vinstra borði vendi Bogi seg hegnisliga leysan og fann Karl mitt fyri málið, haðani hann sendi leðurkúluna í netið til 1-0. Hetta gjørdist eisini hálv­leiks­ støðan í einum fyrra hálvleiki, sum á ongan hátt stóð kurl við ein væl meiri hendingaríkan seinna hálv­ leik. Seinni hálvleikur var ikki meiri enn ein minutt gamal, tá ið FC Suðuroy javnaði. Høgni Midjord royndi seg við skoti frá brots­ teigarhorninum, og ungi málverjin hjá ÍF, Hallgrím G. Hansen - sum varð valdur í málið ístaðin fyri nýggja málverjan í hópinum, fyrrv. landsliðsmálverjan Tórð Thomsen, megnaði heldur óheppið ikki at halda skotinum. John T. Poulsen fangaði leysa bóltin og javnaði til 1-1. FC Suðuroy hevur ikki havt nógv at fegnast um í ár, og teir sluppu heldur ikki at fegnast um at vera á jøvnum í longri enn sjey minuttir. Tá fekk ÍF brotsspark. Hesum tók Jan Ó. Ellingsgaard sær av og so var ÍF aftur á odda 2-1. Síðani gingu bara góðir 10 minuttir, áðrenn ÍF økti um leiðsluna. Eftir eitt langt ÍF-álop var tað Dánjal á Lakjuni, sum fekk bóltin, rak inn í feltið og smekkaði bóltin í mál til 3-1. Ónøgdin sat uttan á vágbingunum og í hesi støðuni vóru Suni úr Hørg og Stanislav Kuzma somikið ósamdir, at tað endaði við, at hesin fyrri nevndi skumpaði hin. Teir báðir og aðrir vágbingar við fingu tó skjótt aftur eina vón, tí bara tveir minuttir seinni svaraði FC Suðuroy aftur. Leikandi venjarin, Sasa Kolman, fann John T. Poulsen, sum við sínum seinna máli minkaði til 2-3 og aftur fekk spenning í dystin. ÍF helt tó fast og kundu fugl­ firðingar í nógva regninum hetta kvøldið fegnast um ein 3-2-sigur, sum merkir, at teir als ikki geva seg so í oddastríðnum - teir liggja á fjórða plássi væl fyri í mun til evro­ peiskt pláss og eru trý stig frá bronsuplássinum, sjey stig frá odda­liðnum KÍ. albinus@sosialurin.fo Fótbóltur Við sigrinum á FC Suðuroy heldur ÍF seg í nánd av toppliðunum