mánadagur 30. juli 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 30. juli 2012 · Nr. 87
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Meistararnir reistu
seg í stórum stíli
Fótbóltur So bragdaði loksins hjá meistarunum úr B36, sum við stórspæli
í Gundadali ólavsøkudag vundu burturúr NSÍ við 5-1-stórsigri
Pætur Albinus
Tað var ein dystur um at hanga við
í miðara feltinum og ikki at detta
niður mótvegis botninum, tá ið B36
og NSÍ ólavsøkudag bardust um 6.
plássið í Effodeildini. NSÍ, sum
hóast at hava staðið seg væl og víst
seg at verið í rúkandi menning,
hevur styrkt seg við landsliðsleik
arunum, Pól Jóhannus Justinussen
og Viljormi Davidsen, men tóktist
at vera lítið hjálpt av hesum, sum
skuldi vera ein styrkur.
B36 helt framvegis fast við sína
byrjunaruppstilling, burtursæð frá
at Súni Olsen sat á beinkinum við
smærri skaða. Dánjal Rói Olsen er
nú aftur í dystarvenjing og spældi
framúr, meðan meistaraspælið frá í
fjør javnan var at hóma. Tað
úrslitaði seg í einum uppibornum
stórsigri, sum serliga varð staðfestur
seint í seinna hálvleiki.
B36 stýrdi
Sum heimalið og verandi meistarar
tók B36 á sínar herðar, at teir skuldu
mynda henda dystin. Hetta sást
frá dystarbyrjan av. Teir vunnu
sær bóltin, spældu bóltin runt í
verjuni og bygdu tolið eitt álop upp
á beinini.
Hetta gav úrslit eftir bara fimm
minuttir. B36 hevði otað seg fram til
brotsteigarmarkið, haðani bólturin
varð spældur til Símun Joensen í
vinstru síðu. Hann sendi bóltin inn
fyri, har Dánjal Rói Olsen stakk
høvdið fram og stútaði B36 á odda
1-0.
NSÍ formáddi sær ikki nógv í
fyrra hálvleiki, og var tað B36, sum
var greitt spælstýrandi. NSÍ fekk
sjáldan vent spælinum longri fram
mi enn á miðjuni, eitt nú orsakað av
einari ágangandi B36-verju og
einum alt ov einsamøllum Klæminti
Andrasson Olsen í NSÍ-álopinum.
Eins og í fjør leyp B36 á við nógvum
monnum, har serliga álopskendu
bakkarnir, Høgni Eysturoy og
Símun Joensen, gjørdu ein mun, tá
ið B36 hevði bóltin. Hetta helt NSÍ
frá at fáa møguleika til at skapa
nakað, men B36 - sum slakaði á í eitt
korter - skapti tó ikki meir enn
hetta eina málið í fyrra hálvleiki og
slapp tískil til hálvleiks á odda 1-0.
Lítil ivi
Seinni hálvleikur byrjaði eins væl
hjá B36, sum hin fyrri. Spældir vóru
bara tríggir minuttir, tá ið Bárður
Olsen úr 20 metra fjarstøðu langaði
bóltin í netið til 2-0.
Við einari 2-0-leiðslu um hendi
dovnaði B36 nakað í royndini eftir
at fáa mál, hóast teir ongantíð mistu
tamarhaldið og stýringina í dysti
num. NSÍ lá tó framvið og spældi
sín møguleika, og tá ið góðir 20
minuttir vóru eftir at leika, bragdaði
hjá runavíkingur. Teir høvdu otað
fram í B36-feltið, har Jann Martin
Mortensen sparkaði ein leysan bólt
hegnisliga í nettakið til 2-1.
Minkingin hjá NSÍ setti B36 í
eina vandastøðu, har teir aftur
hesaferð vóru í vanda fyri at tveita
eina leiðslu burt. Tað minti eisini
um nervar, tá ið Meinhard Joensen
fekk gult kort fyri drál, men bara
fimm minuttir eftir málið svaraði
B36 aftur. B36 fekk nógv pláss í
vinstru síðu, Jákup á Borg rak
mótvegis baklinjuni og sendi bóltin
innfyri til ein sera væl upplagdan,
hartarbeiðandi
og
æviga
væl
staddan Dánjal Róa Olsen, sum
stýrdi bóltinum í netið til 3-1.
Hetta trekti av álvara tenninar
úr NSÍ, sum at enda mátti taka við
eini eyðmýking. Tveir minuttir fyri
leiklok var NSÍ-leikarin, Pól Jó
hannus Justinussen, óheppin og
beindi bóltin í egið net eftir horna
spark, meðan innskifti debutant
urin, Gunnar Zachariasen, staðfesti
ein 5-1-stórsigur til B36 í sjálvari
yvirtíðini. Aftur hesaferð átti Jákup
á Borg næstseinasta fótin á bólti
num.
albinus@sosialurin.fo
Fótbóltur
Dánjal Rói Olsen fegnast, eftir at hann hevur lagt B36 á odda
Mynd: Álvur Haraldsen