Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-30, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. juli 2012síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 30. juli 2012 · Nr. 87 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Kappróður Klaksvíkingur er nógv tað besta 10-mannafarið í ár Mynd: Álvur Haraldsen Triði trivaligasti sigurin á Ólavsøku Kappróður Tveir av trimum teimum mest sannførandi sigrunum í kappingini millum 10-mannaførini á Ólavsøku seinastu 40 árini eiga klaksvíkingar, sum vunnu sera stórt fyri trimum árum síðani og aftur hesa ferð ongan iva lótu vera um úrslitið Jóannes Hansen Talan var ikki um mettíð, og talan var ikki um trivaligasta sigurin, sum nakrantíð er vunnin í kapp­ ingini millum 10-mannaførini á Ólavsøku. Men eingin ivi er um, at tað var rættuliga sannførandi, tá ið Klaks­ víkingur leygardagin slerdi rimmar fast, at so nógv tað besta 10-manna­ farið í 2012 er tað hjá klaks­vík­ing­um. Hvíti báturin við reyða stokki­ num og bláu rimini leyp avstað, og á hálva kilometrinum av Argja­ landinum og inn ímóti Molanum eydnaðist tað at vinna meiri enn eina bátslongd á óslætta sjónum og í fríska mótvindinum. Framvið Molanum øktist fjar­ støðan aftur til Suðuroying og Vest­ menning, og á málinum var mun­ urin fimm sekund ella umleið tvær bátslongdir. Talan var sostatt um sera sann­ førandi sigur, og harvið vunnu klaksvíkingar FM heitið fyri fjórðu ferð við maner. Hini meistaraheitini eru vunnin í 2006, 2009 og í 2011. Kappingin um næstfremsta pláss­ið var tøtt. Vestmenningur og Suðuroyingur lógu stavn um stavn mest sum allan teinin. Suðuroyingur vann ta kappingina, og harvið vann Suðuroyingur silvurkrónurnar í FM kappingini, meðan Vestmenningur var nummar trý. Dyggir sigrar Sum oftast hevur tað verið sera tætt millum fremstu 10-mannaførini á Ólavsøku. Sigurin hjá Klaksvíkingi leygar­ dagin var tann triði størsti síðani 1973, um tað verður gjørt upp í tíð­ ar­muni. Trivaligasta sigurin eigur eisini Klaksvíkingur. Hann varð vunnin á Ólavsøku í 2009. Ta ferðina kapp­ aðust Eysturoyingur og Klaksvík­ ingur um FM. Eysturoyingur vann tvær tær fyrstu ferðirnar, og so vann Klaksvíkingur. Tí var spenn­ ingur um FM, tá ið teir róðu á Ólavsøku. Men tað var einki at rafla um, tí klaksvíkingar tryggjaðu sær meistaraheitið við størsta sigrinum á Ólavsøku, sum nakað 10-mannafar hevur vunnið seinastu 40 árini. Ta ferðina var vinnaratíðin 3.56.19, og tíðin hjá Orminum Langa, sum snýtti Eysturoying fyri næstfremsta plássið fyri fyrstu ferð hetta árið, hevði tíðina 4.03.15. Tað vil siga, at tíðarmunurin millum tveir teir fremstu var knappliga sjey sekund. Hetta er nógv tann tryggasti sig­ urin, sum er vunnin í hesi kapp­ ingini tey 40 árini, sum drekin.fo hevur yvirlit fyri. Í mong ár vóru tað Havnar­ báturin og Skálabáturin, sum strídd­ust um sigurin í finalu­róðri­ num. Størsta sigurin vann Skála­ báturin í 1993. Tá var vinnaratíðin 3.59.72. Tíðin hjá Havnarbátinum var 4.05.40. Hetta er næststørsti tíðarmunurin, sum hevur verið millum tvey tey fremstu 10-manna­ førini síðani 1973. Tvey FM Umframt sigurin og FM heitið í kappingini millum 10-mannaførini so vann Klaksvíkar Róðrarfelag eisini FM heitið í kappingini millum 6-mannafør við kvinnum. Undan Ólavsøkuni hevði Páll Fangi vunnið allar róðrarnar. Í finalu­róðrinum eydnaðist tað ikki Páll Fanga at vinna. FM vinnararnir fingu einki serligan start, og Hern­ ingur vísti seg ikki at vera at spæla við. Blái báturin hjá Róðrarfelagnum Knørri vant burtur úr kappingar­ neytunum, og meistararnir á Páll Fanga vóru tvær bátslongdir aftanfyri Herning, tá ið bátarnir fóru um málstrikuna, Jarnbardur hjá Knørrafelagnum hevur ofta vunnið hesa kappingina. Hetta var fyrsta ferðin, at Herningur vann ein róður í hesi kappingini. Kappróðrarkøn høvdu á orði, hvussu væl Klaksvíkingur róði, tá ið hann ólavsøkuaftan vant burtur úr kappingarneytunum. Fregnast var eftir, um tíðin møguliga var nýtt met. Gamla metið setti Skálabáturin í 1992, og metið hjá skálamonnum er framvegis galdandi. Róðrartíðin hjá Skálabáti­ num í 1992 var 3.52.00. Vinnara­ tíðin fyri tjúgu árum síðani er so nógv betri enn tann, sum Klaksvíkingur vann við hesa ferð. Vinnaratíðin hjá Klaks­ víkingi var 4.15.07 ella 23.07 sekund lakari enn tann hjá Skálabátinum í 1992. Tað er rættuliga stórur munur, tá ið havt verður í huga, at róðrar­ teinurin bara er 900 metrar. Torført er at sammeta mann­ingina á Skálabátinum fyri 20 árum síðani við mann­ ingina á Klaksvíkingi, sum so sannførandi vann FM í ár. Tað kann væl hugsast, at manningarnar ikki eru so langt frá hvørjari aðrari í styrki, út­ haldni og teknikki. Um tær eru tað, so kunnu tað vera onnur viðurskifti, sum eru orsøk til, at vinnaratíðirnar á Ólavsøku vóru so ymiskar. Onnur orsøkin er veður og vindur. Tá ið Skálabáturin setti metið í 1992, var tað slætt í sjó­ num, og lágættarlotið var undan. Hesa ferð var tað nógv djálv í sjónum, serliga frá argjalandinum og inn á Molan, og tað var frískt høgættarlot ímóti. Hin orsøkin er kappingin. Hesa ferð var Klaksvíkingur fimm sekund frammanfyri Suðuroyingin, sum var næst­ fremstur. Fyri tjúgu árum síð­ ani varð Skálabáturin ógvuliga pressaður. Ta ferðina var mun­ urin frá Skálabátinum og aftur til Havnarbátin bara 00.32 sekund. Tíðin hjá Skálabátinum var 3.52.00, og tíðin hjá Havnarbátinum var 3.52.32. Sambært yvirlitið á drekin. fo, so var vinnaratíðin hjá Klaks­víkingi hesa ferð fimti lakasta vinnaratíðin á Ólav­ søku síðani 1973. Lakastu tíðina eigur Nólsoyingur, sum í 1985 vann ólavsøkuróðurin í tíðini 4.32.10. Í 1979 var tíðin hjá Nólsoyingi 4.18.40. Vinnaratíðin hjá Eysturoyingi í 1998 var 4.16.18, og í 1980 vann Havnar­ báturin á Ólavsøku í tíðini 4.15.60. Í 2001 var um reppið, at Havn­arbáturin tók metið frá Skálabátinum. Tað ferðina var vinnaratíðin hjá Havnarbáti­ num 3.52.03. Triði bestu vinn­ ara­tíðina í ólavsøkukapp­róðri­ num millum 10-mannaførini eigur Klaksvíkingur. Í 2009 var vinnaratíðin hjá honum 3.56.19. Fimti lakasta vinnaratíðin KAPPRÓÐUR Hóast Klaksvíkingur tóktist rógva fram­úr væl, tá ið hann vann sannførandi ólavsøku­sigur, so var vinnaratíðin avgjørt ikki millum tær bestu