mánadagur 30. juli 2012síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. juli 2012 · Nr. 87
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Genturnar umborð á Erlu Kongs
dóttir úr Fuglafirði staðfestu so
rudduliga ólavsøkuaftan, at tær
eru vóru tær bestu í hesum róðrar
árinum.
Hvassi úr Sundalagnum og
báturin úr Fuglafirði vóru í innan
hýsis kapping um FM heitið undan
ólavsøkuróðrinum. Áðrenn start
spurturin var av, varð tað greitt, at
eingin kapping fór at vera í hesum
róðrinum. Hvørki um sigurin á
Ólavsøku og harvið heldur ikki um
FM heitið.
Erla Kongsdóttir vann mest
sannførandi sigurin av øllum á
Ólavsøku. Tíðarmunurin frá Erlu
og aftur til Hvassa var níggju
sekund ella fýra bátslongdir. Tað
hevur verið kappast um FM millum
5-mannafør
við
gentumanning
síðani 2005. Hetta er fyrsta ferðin,
at Erla Kongsdóttir vinnur meist
araheitið. Einasti bátur, sum hevur
vunnið FM tvær ferðir, er Hvassi, ið
vann silvur í ár. Hvassi vann FM í
2007 og aftur í fjør.
Einki tíðarmet varð sett í kapp
róðrinum á Ólavsøku. Felags fyri
tíðirnar hjá teimum, sum vunnu,
var, at tær taldust millum lakastu
tíðirnar, sum sigursharrarnir í
kappróðrinum á Ólavsøku hava
megnað seinastu fjøruti árini.
At vinnaratíðirnar ikki vóru
betri boðar frá, at umstøðurnar
at rógva kapp hava mangan verið
betri á Ólavsøku, enn tær vóru
tað leygardagin, og tíðirnar kundu
eisini boðað frá, at kappingin ofta
hevur verið størri og tættari, enn
hon var tað hesa ferð.
Í kappingini millum 5-mannafør
við dreingjum vann Drekin í tíðini
4.47.22. Metið varð sett í 1994, tá ið
Súlan vann í tíðini 4.14.68. Tíðin hjá
Drekanum var sætti vánaligasta
vinnaratíðin í hesi kappingini
síðani 1973.
Hóast kvinnurnar umborð á
Herningi hesa ferð vundu burt
ur úr kappingarneytunum, so var
vinnaratíðin hesa ferð í kappingini
millum 6-mannafør við kvinnum
tann 9. lakasta seinastu 40 árini.
Besta tíðin er tann hjá Jarnbardi
í 1995. Ta ferðina vunnu Knørra
kvinnur-nar í tíðini 4.21.12. Hesa
ferð var tíðin hjá Herningi 4.52.15.
Tað vil við øðrum orðum siga, at
fyri seytjan árum síðani vunnu
Knørra kvinnurnar við meiri enn
hálvum minutti skjótari vinnaratíð,
enn tær í Knørrafelagnum vunnu
hesa ferð.
Erla Kongsdóttir við gentu
manning var heilt suverenur vinn
ari leygardagin. Kappingin millum
5-mannaførini við gentum er sjey
ára gomul, og tíðin hjá Erlu Kongs
dóttir var tann lakasta vinnaratíðin
øll hesi sjey árini. Bestu tíðina eigur
Drekin, sum í 2008 megnaði teinin í
tíðini 4.29.24. Tíðin hjá Erlu Kongs
dóttir var 5.18.20!
Havfrúgvin vann allar róðr
arnar í ár í kappingini millum
5-mannaførini við kvinnum. Á
Ólavsøku var vinnaratíðin 5.26.09.
Tað er triði lakasta vinnaratíðin
á Ólavsøku seinastu fjøruti árini.
Metið setti Aldan í 1981, tá ið tíðin
var 4.38.40.
Eisini Lómur við monnum vann
allar róðrarnar í ár. Á Ólavsøku
vann
6-mannafarið
hjá
Argja
Róðrarfelag í tíðini 4.44.22. Tað er
næstlakasta vinnaratíðin í hesi
kappingini. Bestu tíðina eigur
Tvørabáturin, sum í 2009 setti met
í tíðini 4.12.06.
Miðvingur vann allar róðrarnar
í kappingini millum 8-mannaførini.
Á Ólavsøku var vinnaratíðin tann
fjórði lakasta seinastu 40 árini.
Tíðin hjá Miðvingi var 4.30.15. Besta
tíðin er frá 1999. Tá vann Ørvur í
tíðini 4.03.21.
Erla er ein s
Tíðirnar vóru einki
Felags fyri allar vinnaratíðirnar á Ólavsøku er, at tær teljast millum tær lakastu seinastu fjøruti árini