mánadagur 30. juli 2012síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. juli 2012 · Nr. 87
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Seks sigrar endaðu
í høvuðsstaðnum
Kappróður Veteranarnir vunnu, 6-mannaførini vunnu,
dreingirnir vunnu, og genturnar í barnaróðrinum vunnu
Jóannes Hansen
Leingi varð hildið – og tølini søgdu
tað eisini - at talan var um rættuliga
soltið róðrarár hjá høvuðsstaðnum.
Tað hevur mangan runnið meiri
gull í kassan hjá Havnar Róðrarfelag,
sum er størsta og sigursríkasta
felagið av øllum, enn tað hevur
gjørt i ár, og onkuntíð hevur tað
roynst betri hjá bæði Argja Róðrar
felag og Róðrarfelagnum Knørri,
enn tað hevur gjørt í ár.
Men nú punktum er sett fyri
kappróðrinum í 2012 vísa tølini, at
fleiri FM heiti eru vunnin til
høvuðsstaðin: 6-mannafarið Lómur
hjá Argja Róðrarfelag er suverenur
meistari, og dreingirnir á Drekanum
hjá Havnar Róðrarfelag vunnu
tøttu FM kappingina ímóti Jallinum
hjá Róðrarfelagnum Knørri.
Jallurin er sera sannførandi FM
vinnari í barnakappingini hjá gent
um. Tað restaði bara eitt stig í fulla
úrtøku, og á Ólavsøku var Jallurin
tvey sekund undan Huldu, og so
vann Havnar Róðrarfelag báðar
veterankappingarnar.
Í master kappingini millum
10-mannaførini vann Havnarbáturin
allar tríggjar róðrarnar, og í master
kappingini millum 6-mannaførini
við kvinnum varð Lómur hjá Argja
Róðrarfelag meistari. Á Ólavsøku
var tað annars Gongurólvur hjá
Havnar Róðrarfelag, sum var fyrst
ur á mál, og Lómur endaði eisini
aftanfyri Sølmund. Kortini gekk
tað akkurát hjá Lómi at vinna FM.
Og so megnaðu kvinnurnar á
Herningi at vinna gullmerkini á
Ólavsøku.
Drekin
Treytin var tann, at Drekin skuldi
vinna seg framum Jallin. Um tað
eydnaðistg, so var tað nóg mikið at
vinna FM. Tað eydnaðist Drekanum
at vinna. Hann legði seg á odda
beinanvegin, og tað endaði við
trivaligum sigri. Drekin vann fyri
fjórðu ferð, og á Ólavsøku var
tíðarmunurin aftur til Jallin størri,
enn hann hevur verið í undanfarnu
kappingum.
Undanfarnu ferðirnar hava vest
mannadreingir umborð á Havfrúnni
verið um reppið at tikið Jallin. So
leiðis var tað eisini hesa ferð, men
tað gekk heldur ikki hesa ferð.
Drekin var fremstur, tá ið bát
arnir komu á Molan, og síðani øktist
munurin stútt og støðugt. Á máli
num var Drekin tað mesta av
tveimum bátslongdum undan Jalli
num. Harvið endaðu báðir bátarnir
við sama stigatali, og tí var tað
ólavsøkusigurin hjá Drekanum,
sum var avgerandi fyri, hvør skuldi
vinna FM.
Lómur
Sólskinssøgan um menninar um
borð á 6-mannafarinum á Argjum
endaði soleiðis, sum hon byrjaði á
Norðoyastevnu.
Báturin, sum ongantíð hevur
vunnið nakran róður, og sum tað
ikki varð roknað við nakrantíð fór
at vinna nakran róður, gjørdi bart.
Lómur vann á Norðoyastevnu,
Lómur hevur vunnið allar hinar
róðrarnar, og á Ólavsøku var Lómur
aftur sannførandi vinnari. FM
heitið varð vunnið við átta stigum
aftur til Riddaran, sum var næst
bestur.
Fyrra helmingin av teininum
bjóðaði Riddarin úr Miðvági ordu
liga av. Riddarin var tað mesta av
einari hálvari bátslongd framman
fyri, tá ið startspurturin var gott og
væl av. Men so fór at styttast, og á
Molanum vóru bátarnir stavn um
stavn. Síðani gekk tað bara ein veg:
Lómur legði seg á odda og økti stútt
og støðugt um leiðsluna, og á
málinum vóru argjamenn væl meiri
enn eina bátslongd frammanfyri
Riddaran.
Herningur
Tað var ikki lukkuligt, sum Hern
ingur hjá Róðrarfelagnum Knørri
leikaði í. Knørrakvinnurnar, sum
áður hava vunnið so nógv við
Jarnbardi, gjørdu orduliga bart, tá
ið tær vunnu við meiri enn hálvari
aðrari bátslongd.
Meistararnir á Páll Fanga hava
vunnið allar róðrarnar fyrr í summ
ar, men í dag royndist tað ikki so
væl. Páll Fangi fekk ikki so góðan
start. Tað eydnaðist tó bátinum úr
Klaksvík at stríða seg av fjórða og
aftasta sessinum og fram á næst
fremsta plássið, sum Páll Fangi
vann í tættari kapping við Hvessing
og Rádna.
Kappróður
Lómur vann ein sannførandi sigur á ólavsøku
Mynd: Álvur Haraldsen
Miðvingur var
best av øllum
Trý FM heiti fóru vestur eftir – eitt til Miðvágs,
eitt til Vestmanna og eitt til Kvívíkar
Tríggir bátar vunnu FM við full
um stigatali. Umframt 6-manna
farið Lóm hjá Argja Róðrarfelag
vóru tað 5-mannafarið Hav
frúgvin úr Vestmanna við
kvinnum og 8-mannafarið Mið
vingur.
Í 50 ár hevur Útvarpssteypið
verið handað, og tað verður tað
framvegis.
Tá ið steypahandanin var
eftir róðurin ólavsøkuaftan,
handaði Kaj Leo Holm Johanne
sen løgmaður Útvarpssteypið
til 8-mannafarið Miðving. Um
fleiri bátar eru javnir í stigum,
tá ið róðrarárið er liðugt, so
verður steypið handað tí báti
num, sum hevur víst besta
avrikið á Ólavsøku.
Henda heiðurin vann Mið
vingur, sum vann FM við full
um stigatali. Miðvingur hevur
vunnið FM tvær ferðir áður – í
1988 og 1993 – men hetta var
fyrsta ferðin, at tað eydnaðist
8-mannafarinum úr Miðvági at
vinna
meistaraskapin
við
fullum stigatali.
Junkarin
Kvívík er gomul kappróðrar
bygd. Kvívíkingur og Junkarin
hava vunnið nógvar sigrar og
FM heiti.
Í ár hevur tað verið dreingja
manningin í barnaróðrinum,
sum hevur drigið gull og skreyt
til Kvívíkar. Junkarin hevur
vunnið allar róðrarnar, og allar
ferðirnar hevur tað verið í
tættari kapping við Fípuna
Føgru úr Klaksvík.
Tí var tað longu undan
Ólavsøku greitt, at FM gullið
fór til Kvívíkar.
Klaksvíkingar hava hildið
seg havt møguleika at vinna
hvørja ferð, síðani teir á Norð
oyastevnu orduliga vórðu sett
ir upp á pláss, men Junkarin
hevur støðugt megnað at hildið
tørn um oddasessin.
Ólavsøkuaftan megnaði
Fípan Fagra at taka Junkaran
og harvið at vinna fyri fyrstu
ferð í ár.
Havfrúgvin
Kvinnurnar úr Vestmanna
hava verið sera sannførandi alt
kappingarárið, og heldur ikki í
ólavsøkuróðrinum var nakar
slingur í valsinum hjá teimum
úr Vestmanna.
Havfrúgvin legði seg fram
um kappingarneytarnar bein
anvegin, og hvíti báturin við
grøna stokkinum og gulu rond
ini helt tørn um oddasessin
allan tann stutta róðrarteinin.
Tá ið bátarnir fóru framvið
Molanum varð munurin aftur
til næstu bátarnar stútt og
støðugt øktur, og á málinum
var Havfrúgvin tað mesta av
tveimum bátslongdum fram
manfyri Blik av Argjum, sum
allar sey ferðirnar hevur vunn
ið silvurplássið.
Miðvingur
Undan ólavsøkuróðrinum var
tað ávísur spenningur um, um
tað fór at eydnast Miðvingi
eisini at vinna síðsta róðurin,
ella um tað fór at eydnast
onkrum av avbjóðarunum at
gera bart. Argjabáturin hevur
verið fremsti avbjóðarin mest
sum alt kappingarárið.
Upp undir Ólavsøku vórðu
Kvívíkingur og Nevið Reyða
nevndir sum møguligir out
sidarar, men tá ið alt kom til
alt, so var tað eingin, sum
skalaði Miðving. Hann var
meiri
enn
eina
bátslongd
undan næsta avbjóðaranum.
Nevið Reyða var væl við og
eina løtu á odda, og tað eydnað
ist Nevinum, sum var mannað
við royndum rógvarum, ið áður
hava eitt nú verið við Klaks
víkingi, at vinna tøttu kapp
ingina um næstfremsta plássið
við Argjabátin og Kvívíking.