mánadagur 30. juli 2012síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 30. juli 2012 · Nr. 87
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
Pál Joensen raðfesti ikki 400 metra
frí svimjingina, men Jón Bjarnason
ásannar nú at Pál Joensen á einum
góðum degi hevði kunnna vunnið
eitt bronsu heiðursmerki, so sum
finalan spældi av leygarkvøldið.
Ein av orsøkunum til at tað gekk
so illa hja fleiri av svimjaranum í
innleiðandi umfarinum var at tað
var kaos í skiftirúminum undan
svimjingini. FINA, sum er altjóða
mynduleikin í svimjing, kolldømdi
svimjubrillur, hettur, svimjudraktir
og svimjubuksur, sum ikki uppflylla
tey krøv, ið eru sett. Hetta kemur
sjálvandi sum ein spann av køldum
vatni beint í andlitið hjá fleiri av
svimjarunum, sum ikki vita betri,
tí tey hava fingið útgerðina frá
viðurkendum framleiðarum.
«Í skiftirúminum fáa fleiri svimj
arar at vita at teir blíva kolldømdir
um teir brúka tí útgerðina, ið teir
hava. So har kemur panikkur í. Fleiri
blivu ávirkaðir av støðuni og millum
teir vóru Tea Hwan Park, sum vann
OL gull í 2008, og Paul Biedermann,
sum hevur heimsmetið. Tea Hwan
Park verður kolldømdur, meðan
Paul Biedermann svimur langt frá
síni bestu tíð, sigur Jón Bjarnason,
venjari hjá Páli Joensen.
Tíverri fyri okkara viðkomandi,
so varð Pál Joensen eisini merktur
av kaosinum, sum var rundan um
svimjingina.
«Pál var merktur av stressinum
og tí kaosinum, sum var beint áðr
enn. Olympiski heimsmeistarin
verður kolldømdur, maðurin við
heimsmetinum verður eisini koll
dømdur. Fleiri kláraðu at halda
høvdið kalt, meðan aðrir blivu
ávirkaðir av tí. Ein teirra var so
Pál Joensen, sum bleiv eitt sindur
stressaður av øllum tí, ið hendi
beint áðrenn hann skuldi í hylin,
sigur Jón Bjarnason.
Fleiri av svimjaranum hava
vant málrættað síðani tey dugdu
at svimja, fyri at kom til OL. Ein
kann so spyrja seg sjálan hvussu
framleiðarar av ítróttarútgerðini,
IOC og FINA ikki kunnu fáa slík
viðurskiftið upp á pláss.
«Trupulleikin er at tað eru
nakrar reglur, ið ikki eru upplýstar
til framleiðarnar av hettum og
svimjubrillum. Tí lúkar útgerðin
ikki tey krøv, sum IOC og serliga
FINA hava sett.
Pál Joensen, sum er við til OL fyri
fyrstu ferð, hevur tó fingið nógvar
royndir av tí, sum hendi. Skuldi
nakað líknandi hent fríggjadagin,
tá finalan í 1.500 metrum verður, so
hevur Pál Joensen roynt at verið í
støðuni fyrr og vónandi er tað til
hansara fyrimun.
Svart neglalakk
At Jón Bjarnason skuldi til London
at leita eftir svørtum neglalakki
hevði hann nokk ikki roknað við
undan OL leikunum. Men tað gjørd
ist veruleikin, tá fyriskiparnir vildu
hava Pál Joensen at dekka eina lýs
ing á buksunum til.
«Beint áðrenn Pál skuldi í hylin
er tað galið við eini lýsing á buks
unum hjá honum. So vit máttu leita
eftir einum svørtum markøri at
teknað útyvir, ella svart neglalakk,
men tað var ikki lætt at finna. So
var tað hettan, sum hann skuldi
svimja í, ið ikki vísti seg at verða
FINA góðkend. Vit vóru tó so hepn
ir at vit í “last go room” høvdu eina
góðan vin, sum eitur Vladimir
Stanlykov. Hann letur Pál svimja í
hettuni og í brillinum uttan at blíva
kolldømdur, greiðir Jón Bjarnason
frá.
Í ruðuleikanum máttu svimjarar
skifta brillur, hettur og onkur mátti
úr øllum.
– Fyri summi var tað brillurnar,
fyri onnur hetturnar og fyri onkur
bæði tvey. Onkur mátti eisini skifta
svimjibuksur og onkur dama mátti
eisini skifta svimjidrakt. Tað var
eitt sirkus og tað eru nógv óð fólk
her, men tað eru eisini onnur, sum
eru fegin um tað, tí tey hava fingið
fyrimun av tí, sigur Jón Bjarnason.
Pál sá møguleikan
Pál Joensen svam í fjórða riðil og
hevði tí fyrimun av at vita hvussu
fleiri av hinum høvdu klára seg
áðrenn hann hoppaði í hylin. Bæði
kolldømdi Tae Hwan Park, sum
seinni slapp at svimja í finaluni
alíkavæl, og Paul Biedermann
svumu áðrenn Pál fór avstað. Hetta
var við til at styrkja vónina hjá Páli
at koma í finaluni.
– Pál dugdi gott at síggja, at hetta
kundi blíva til nakað stórt, men
hann var ávirkaður av støðuni og
svimur ikki nógv væl teir fyrstu 200
metrarnar. Hevði hann svomið teir
seinastu hálvthundrað metrarnar,
sum hann gjørdi í Danish Open, so
hevði hann komið í finaluna sum
nummar fimm ella seks, sigur Jón
Bjarnason.
Tíðin hjá Páli var eitt lítið sindur
verri enn tíðin hjá hinum í Danish
Open í marsmánaði, tá hann kvali
fiseraði til OL.
– Tað er nemt at verða bak
klókur. Vit mettu at Pál kundi blíva
nummar seks ella fimm undan
innleiðandi umførini, men nú vísur
tað seg at hann kanska hevði kunna
blivi nummar trý eftir teimum
tíðunum hann hevur klára undir
venjing og um vit raðfestu tað
hægri. Tað er bara kanska og tað er
ikki nokk og vit seta nú alt inn upp
á 1.500 meturin.
Heldur ikki í finaluni vóru tíðir
nar góðar, sjálvt um kolldømingin
hjá Tae Hwan Park varð tikin
aftur.
– Eftir finaluna so má eg sig at har
er eitt bíligt bronsuheiðursmerki
vit kundi havt verið farinir eftir.
Serliga tí at Paul Biedermann, sum
hevur heimsmetið í 400 metra frí,
ikki kom í finaluna, viðurkennur
Jón Bjarnason.
Pál irriteraður
Tað merkir eisin Pál Joensen, at
hann ikki svam so væl, sum hann
kann. Men hann er eisini uppsettur
upp á at hetta ongantíð skal henda
aftur.
– Pál er irriteraður um støðuna.
Hann er eisini vónbrotin, men meiri
irriteraður inn á at hann svam so
seint. Á venjingarleguni í Kroatia
gjørdu vit eina 1.500 metra svimjing
har hann svam teir seinastu 400
metrarnar skjótari enn hann svam
400 meturin hesaferð. Hann er
vónbrotin, irriteraður og uppsettur
upp á at hetta skal ongantíð henda
aftur, sigur Jón Bjarnason.
Pál skal í morgin svimja 4x200
metra stafett(???), men tað er
heldur ikki her at vit skulu roknað
við at síggja vágbingin í eini OL
finalu. Jón Bjarnason sigur at
Pál sjálvandi fer at hjálpa sínum
liðfeløgum tað hann er mentur,
men at fokus framvegis er á 1.500
metra svimjingini fríggjadagin.
– Pál fer at gera tað hann er
mentur fyri at hjálpa hinum, men
tað krevur nógv at koma í finaluna
í hesi svimjingini. Fáa allir rist
seinastu dagarnar úr kroppinum
og svimja upp til sítt besta, so er ein
møguleiki fyri einum finaluplássi,
sigur Jón Bjarnason.
Fyri danir hevur hendan svimj
ingin fingið størri týdning, eftir at
tað gjørdist greitt at millum annað
Mads Glæsner ikki hevur sovmið er
í tær finalurnar hann kundi hugsað
sær.
Jón Bjarnason til OL setan
Pál Joensen kundi ikki verða við
til OL setana, tí hann skuldi svimja
dagin eftir. Tað var kanska tí at Jón
Bjarnason fekk heiðurin at umboða
svimjuleiðararnar á Olympic Park
til setana.
– Vit eru fimm leiðarar og eg
eri ótrúliga fegin um at eg fekk
møguleikan. Kanska fall valið á meg
tí Pál ikki kundi verða við, sigur Jón
Bjarnason.
OL setanin hevur fingið nógv
góð skotsmál har fólk sum David
Beckham, Daniel Craig, bretska
drotningin og Paul McCartney
framførdu
– Tað var ótrúliga stuttligt. Har
vóru eini 80 túsund fólk og tað
merktist eisini. Tað var eisini flott
at síggja øll blitsini, ljósshowið og
alt fýrverki, sigur Jón Bjarnason at
enda.
trondur@sosialurin.fo
So nær við var Pál:
1. Sun Yang 3.45,07
2. Peter Vanderkaay 3.45,80
3. Conor Dwyer 3.46,24
4. Gergo Kis 3.46,77
5. Hao Yun 3.46,88
6. Ryan Napoleon 3.47,01
7. David Carry 3.47,25
8. Ryan Cochrane 3.47,26
………………………………………..
9. Pál Joensen 3:47,36
Kaos órógvaði Pál
Pál Joensen gjørdist ein tíggjundapart av einum sekundi ov stuttur til at røkka finaluni í 400 metra frí svimjingini
í OL í London. Kaos í svimjihøllin var við til at órógva fleiri av svimjaranum – har í millum okkara Pál Joensen