mánadagur 30. juli 2012síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. juli 2012 · Nr. 87
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Pætur Albinus
Á 26. ári á rað varð skipað fyri
ólavsøkurenning
hesa
ólavsøk
una. Bragdið, sum skipar fyri ólav
søkurenningini, nýtti á fyrsta sinni
eina flís, eitt sokallað chip, sum
allir rennararnir fingu og skuldu
seta á skógvin. Henda skipanin,
sum kallast IPICO og verður nýtt
í alheims kappingum, ger tíð
takingina væl lættari og førir sjálvt
tíðina inn í skipanina, tá ið rennarin
kemur á mál.
Gudmundur á fyrsta sinni
Teinurin, sum var ein fimm kilo
metrar langur teinur runt í Havnar
gøtum, var ein heldur stuttur teinur
hjá teimum garvaðu rennarunum,
men eins og vanligt er, so luttóku
fleiri av hesum kendu andlitunum.
Hjá monnunum var tó sermerkt,
at fleiri av hesum andlitunum
vóru við síðulinjuna og hugdi at
kappingini. Talan var um teir fimm
fyrrverandi vinnararnar Absalon
Hansen, Guttorm Sørensen, Boga
Lenvig, Hall Holm og vinnarin frá
í fjør, Marnar Djurhuus, sum av
ymsum orsøkum ikki høvdu teknað
luttøku.
Sam Vang og Andrias Hansen,
sum áður hava vunnið ólavsøku
renningina, vóru tó við og kundu
teir lima seg í ein hóp saman við
Henry Olsen og Gudmundi Joensen
sum teir fýra, ið kundu fara at gera
um seg. Tað vísti seg eisini skjótt,
at Gudmundur Joensen, sum eftir
øllum at døma heldur fram við at
vera í góðum formi, rann frá hinum.
Hóast Henry Olsen rann væl aftaná
honum og eina løtu tók seg inn á
hann, so var orkan uppbrúkt og
Gudmundur Joensen vann.
Tá ið blaðið fór til prentingar
mánadagin vóru tíðirnar framvegis
ikki teldutøkar.
Bjørk vann
Í kappingini hjá kvinnunum var tað
eisini ein av kendu rennarunum hjá
Føroyum, sum vann. Nevniliga Bjørk
Herup Olsen. Tað gjørdist ongantíð
spenningur um fremstu plássini í
kvinnukappingini. Bjørk var klárt
fremst nærum beinanvegin. Valborg
Heinesen var eisini beinanvegin
væl frammanfyri Borgarhjørt Holm
á triðja plássi. Bjørk endaði umleið
minuttin frammanfyri Valborg,
sum var umleið ein hálvan minutt
frammanfyri Borgarhjørt.
Kappingin var býtt upp í fleiri
aldursbólkar. Allar tíðirnar verða
tøkar seinni á heimasíðuni www.
bragdid.fo.
albinus@sosialurin.fo
Bjørk og Gudmundur
fremst á ólavsøku
Nú kemur
graslíki á
Tórsvøll
Pætur Albinus
Gamla grasið, sum í nógv ár
hevur verið á Tórsvølli, er
tikið av og flutt út á eitt nú
golfvøllin á Glyvursnesi á
Argjum. Nú byrjar arbeiðið at
leggja graslíki á tjóðarleikvøll
okkara.
Fótbóltssamband
Føroya bjóðaði hetta arbeiði
út, og ímillum tær átta, ið
bjóðaðu seg fram, átti Polytan
bestu loysnina. Hetta er sama
slag av undirlagi sum er lagt
á aðrar vøllir í Føroyum, mill
um annað í Klaksvík og á
Toftum.
Um alt gongur eftir ætlan,
so verður vøllurin liðugur
og klárur at taka í brúk til
steypafinalurnar, sum verða
á Tórsvølli 24. og 25. august.
Tá graslíkið er lagt á, verða
ymiskar royndir gjørdar á
vøllinum, og síðani fær vøll
urin væntandi endaliga loyvi,
so graslíkisvøllurin á Tórsvølli
kann brúkast í samband við
altjóða dystir.
Fyrsti
landsdystur
á
nýggja graslíkisvøllinum á
Tórsvølli, verður fríggjadagin
12. oktober, tá Svøríki kemur á
vitjan í Føroyum. Fýra dagar
seinni, týsdagin 16. oktober
tekur føroyska A-landsliðið
ímóti Írlandi, somuleiðis á
Tórsvølli.
albinus@sosialurin.fo
Renning Á siðvandu ólavsøkurenningini í ár vórðu tað tveir kendir rennarar,
nevniliga Bjørk Herup Olsen og Gudmundur Joensen, sum komu fyrst um málstrikuna