Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-30, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. juli 2012síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 30. juli 2012 · Nr. 87 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Tá løgtingið er sett á Ólavsøku byrjar eitt nýtt løgtingsár hjá løg­ tingslimunum. Men í hesum løgtingsárinum eru tað ikki bert løg­ tings­limirnir, sum fáa møguleika at skifta orð um, hvussu viðurskiftini skulu skipast í okkara samfelag. Á fyrsta sinni verður skipað fyri einum politiskum festi­ vali í Føroyum, kallaður Fólkafundurin 2012 (FF2012). Endamálið við FF2012 er at fáa poli­tikkin út til vanliga borg­aran. Fyri tað fyrsta kunnu øll tosa beinleiðis við tey, ið ráða fyri borgum, og fyri tað næsta kunnu politiskir flokkar og alskyns áhuga­feløg fáa teirra boð­skap út til vanliga borgaran. Hugskotið til FF2012 kemur frá líknandi ár­ ligum tiltaki, ið byrjaði á Gotlandi í Svøríki. Tiltakið hevur eisini verið hildið á Bornholm seinastu tvey árini. Hetta tiltakið hevur verið ein brakandi succes. Fyrstu ferð møttu 10.000 fólk upp frá Bornholm og restina av Danmark, og næstu ferð møttu 27.000 fólk upp. Høvuðsinnihaldið í FF2012 er eitt fram­sýn­ ingarøki í Hoyvíkshøllini við básum hjá polit­isk­ um flokkum, komm­unu­ feløgum, kommunum, áhugafeløgum, vinnu­ feløgum, fakfeløgum og onnur. Á hesum fram­sýningarøkinum verð­ur m. a. eitt “speak­ ers’ corner”, og um kvøld­arnar verða floks­ formennirnir bodnir at halda røðu. Síðani verða tiltøk eis­ ini hildin inni í Hoyvíkar skúla. Har verða hildnir pallborðsfundir og fyri­ lestrar. Eisini kunnu tey, ið hava básar á fram­ sýningarøkinum, fáa fatur á eini skúlastovu í Hoyvíkar skúla, har tey kunnu skipa fyri ymsum tiltøkum (t. d. fyrilestrar, verkstovur, fundum og annað); tað er møguleiki hjá framsýnarum at fyri­ skipa hesi tiltøk alment og eisini at fyriskipa tiltøk bert fyri serliga innbodnum gestum. Hjá vanliga borga­r­ an­um er ikki neyðugt við tilmelding, og tað er ókeypis hjá øll­um at verða við á FF2012, ið verður hildin fríggja­dag­ in 21. og leygar­dag­in 22. sep­tember. Fríggjadagin verða serlig tiltøk hildin fyri miðnáms­skúla­ næm­ingum og lesandi á hægru útbúgvingunum. Politiskir flokkar og alskyns feløg mugu melda til og gjalda eitt gjald fyri at sleppa at hýsa einum fram­sýn­ ingarbási og hava ein skúlastovu til at fyri­ skipa tiltøk á FF2012. Umleið um eina viku fer henda tilmelding at opna. FF2012 verður fyri­ skipaður av Ólavi í Geil Guttesen, BA (hons) og Ma lesandi í Event Mangagement á Leeds Metropolitan Uni­versi­ ty og Jóhannes Mið­ skarð, cand. pæd. og PhD stipendiatur við Roskilde Universitet og Leeds Metropolitan University; eitt av ser­ frøðingaøkinum hjá Jó­hannesi er nýtsla av einari politiskari sam­ skiftis­ástøði. FF2012 verð­ur fyriskipaður í sam­starvi við Tórs­havn­ ar Kommunu. Fólka- fundurin 2012 Meðan vit brenna ljósið í báðum endum... Høgni Hoydal Løgmaður fer heilt víst ikki at nevna við einum orði í ólav­søkurøðu síni, hvør veru­leikin er handan gerð­ir­ nar hjá hansara samgongu. Ístaðin fer hann at tosa utt­ anum. Lesa okkurt upp, sum embætisfólk og spunasmiðir hava skrivað. Og landsstýrið fer at vilja látast at gera alt tað øvuta av tí, sum tey veru­ liga gera. Veruleikin er, at hendan samgongan er farin lúkst aftur í amtstíðina tjóð­ skap­ar­liga, og hevur bitið høvdið av allari skomm við blokkbidding og undir­ graving av føroyskari tjóð­ ar­bygg­ing. Vinnuliga er sam­gong­an farin fulla ferð aftur í feudal­tíðina, har úr­ valdir bólkar fáa útlutað polit­isk vinnu­rætt­indi frá lands­stýris­monnum. Og sosialt er samgongan spolað fulla ferð aftur í gamla stættasamfelagið, har gramm­leiki og egingirnd hjá nøkr­um fáum stýrir politiska valdin­um. Og har ognarleys, verka­fólk og fakfeløg ongi rætt­indi skulu hava. Tann øvuti Robin Hood Við skattabroytingunum og pensjónsskattingini hjá hesi samgongu, hava tey í fyrsta lagi skapt ta grovastu um­ fordeiling millum láglønt og hægri lønt, sum er sædd í nøkrum vesturheimskum samfelag: - Minst 265 mió. kr. verða árliga fluttar til serliga okkum, sum vinna oman fyri 350.000 um árið, í beinleiðis skattalætta. - Tey, ið tjena undir 300.000 um árið, sum lítlan og ongan skattalætta fáa, gjalda gildið við at teirra pensjónsinngjaldingar verða brandskattaðar bein­anvegin. Brúka bæði úr posa og sekki Men tað er bara annar part­ urin av grova vitloysinum. Hin parturin er, at tá lands­ stýrið skrumblaði ígjøg­ num at skatta pensjónir við inngjald, so varð sker­ings­ punktið sett til 1. januar 2012. Tað merkir, at allir teir pengar, sum vórðu goldnir inn til pensjónir, áðrenn 1. januar 2012, teir verða fram­ vegis skattaðir við útgjald. Hvørt ár frameftir, næstu 20-30 árini, fær landskassin nógvar pengar inn frá gomlu skipanini, tá tær pensjónirnar verða goldnar ÚT. Og samstundis so fær landskassin pengarnar inn beinanvegin fyri alt tað, sum verður goldið INN, eftir 1. januar 2012. Og tey brúka pengarnar beinanvegin til skattalættar til okkum hægri løntu. Tey komandi 20-30 árini, og inntil ongin livir eftir, ið hevur goldið inn í gomlu skipanina, brúka vit altso skattingina av BÆÐI útgjaldi og inngjaldi. Frá báðum skip­ anum í senn. Futta fortíð, nútíð og framtíð av Vit brenna altso í løtuni ljósið í báðum endum – og futta allar pengarnar av bein­anvegin til okkara egnu nýtslu. Verður hetta ikki broytt, so fer okkara ættarlið at brúka trífaldar pengar í mun til onnur. Vit brúka bæði pengarnar frá uppsparingini hjá foreldrunum. Vit brúka uppsparingina hjá okkum sjálvum beinvegin. Og vit brúka uppsaringina hjá bør­num og barnabørnum okkara. Jørgin, Jenis, Kári og Kaj Leo vóna sjálvandi, at ongin gjøgnumskoðar hetta. Og onkur teirra hev­ur uttan iva heldur ikki skilt tað. Tí avleiðingarnar síggj­ast ikki veruliga fyrr enn upp­ sparingin hjá for­eldr­unum (og ommunum og abb­unum) er uppi. Vit skulu krevja aðra leið Tað er lætt at halda ball nú fyri ta minnu helvtina av okkum, sum eru boðin við, tí onnur skulu gjalda gildið. Og uppvaskið verður ikki tespiligt um nøkur ár. Veit ikki, um egin­girnd­ arormurin longu hevur etið seg langt inn í renslið hjá mongum okkara. Trúgvi onki uppá tað – hóast Fólka­ flokkurin satsar alt fyri, at tað skal henda. Men alt ov fá tala at hesum grova ráni millum ættarlið. Vita skulu tit kortini í samgonguni: At vit í Tjóðveldi og í andstøðuni sum heild fara ikki at lata hetta grovasta ábyrgdarloysið um okkum ganga. Og vit eru sannførd um, at eisini mong onnur í samfelagnum fara at gera vart við seg og krevja heilt aðra leið fyri okkara elskaða land í komandi tíðum. Tað ber jú væl til at fáa tjóðarbygging, ábyrgd, visjón­ ir, rættvísi og samhaldsfesti at gerast ýtini fyri einum frælsum og skapandi Før­ oyum. Hevði tú kunnað hugsað tær uppá nøkur fá ár at brúkt alla uppsparingina hjá tínum foreldrum til tín sjálvs? Og samstundis at futta alla uppsparingina hjá tær sjálvum og tínum børnum og barnabørnum av til tína egnu nýtslu her og nú? Tað er tað, sum hetta landsstýrið ger í løtuni... 21. - 22. sept. í Hoyvíkshøllini og Hoyvíkar skúla Vit brenna altso í løtuni ljósið í báðum endum – og futta allar pengarnar av bein­ anvegin til okkara egnu nýtslu. Verður hetta ikki broytt, so fer okkara ættarlið at brúka trífaldar pengar í mun til onnur. Vit brúka bæði pengarnar frá uppsparingini hjá foreldrunum. Vit brúka uppsparingina hjá okkum sjálvum beinvegin. Og vit brúka uppsaringina hjá bør­num og barnabørnum okkara