mánadagur 30. juli 2012síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. juli 2012 · Nr. 87
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ólavsøkan í myndum
Ólavsøkan gekk væl
Um niggju tíðina í morgun fóru tær sein
astu leivdirnar av ólavsøkuni heim at
leggja seg. Tá vóru fólkini í reinhaldinum
hjá Tórshavnar kommuna fyri langari tíð
síðan farin til verka at rudda býin aftur,
við góðari hjálp frá ungdómi í arbeiði.
Ólavsøkutiltøkini eydnaðust sum heild
væl, og nógv fólk var í býnum bæði fríggja
kvøldið og ólavsøkudagarnar.
Hóast ovurhonds nógv hevur verið at
gjørt hesar dagarnar letur politiið væl at.
Flestu uppgávurnar hava verið at fara
út at taka avdottin fólk upp, og í nøkrum
førum varð ringt eftir sjúkrabili, tí fólk
vóru dottin í fylsskapi og fingið smærri
snuddir.
– Samarittarnir hjá Reyða Krossi vóru
okkum ein ómetalig stór hjálp, sigur
vaktleiðarin hjá politinum í dag.
Samarittarnir tóku sær av øllum, sum
ikki orkaðu at standa á beinunum í
miðbýnum. Tey hjálptu teimum á føtur,
og nøkur vórðu tikin við til hølini hjá
Reyða Krossi at hvíla seg eina løtu.
Politiið var aðrastaðni og tóku upp
avdottin fólk, sum vórðu koyrd heim.
Sunnunáttina gistu fýra fólk í brum
muni, ein í nátt. Tað heldur politiið ikki
vera nógv. Talið hevur verið fallandi
seinastu árini og vísir hóast alt, at tey
flestu duga betur at drekka nú.
Bara eitt harðskapsmál var á ólavsøku.
Tað var seinastu nátt, tá ið ein varð
sligin og misti eina tonn. Politiið veit,
hvør sló, og viðkomandi verður skuld
settur fyri harðskap.
Sunnunáttina var eitt innbrot á Venj
ingarskúlanum, har ein 18 ára gamal
maður varð sæddur fara avstað við teldu
útgerð. Hann varð tikin beinanvegin.
Systrarnar báðar í
føroyskum klæðum
Havnar kirkja var fullsett,
langt áðrenn prestarnir,
løgtingsfólkini og lands
stýrisfólkini komu
Løgtingsformaðurin
Jógvan á Lakjuni
Børnini hugnaðu sær óført
Ikki øll hildu ólavsøkurøðuna vera líka spennandi