mánadagur 30. juli 2012síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. juli 2012 · Nr. 87
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Uni Holm Johannesen
10
dagar
fyri
íslendska
kommunuvalið í 2010 fer
ein skari av uppreistrarfólki
skrálandi eftir Laugavegi í
Reykjavík. Hýrurin er góður
í kalda lotinum. Við skelt
um, ljósarreyðum ballón
um, rópum og sangi hava 50
mælskir íslendingar kring
sett gongugøtuna. Teir gera
grúiliga um seg. Ýlini taka
ikki at dragna. Stríðssang
urin er ein íslendsk útgáva av
“Simply the Best,” sum ameri
kanska Tina Turner sang so
meistarliga í 90-árunum.
Oddmaðurin í fylkingini
er 42 ára gamli Jón Gnarr
Kristinsson. Hann er gitin
sum sjónleikari, skemtari,
punktónleikari og høvundur.
Hann hevur nú gjørt eitt
skarvslop inn á politiska
pallin. Hann bjóðar seg fram
á kommunuvalinum tann 29.
mai. Veljarakanningar vísa,
at satiriski mótmælisflokkur
hansara Besti Flokkurinn
stendur til at vinna valið
í Reykjavík. Tað er álvari í
hóttanini, hóast tað er lítil
álvari í vallyftunum.
Gnarr ger brádliga eitt
hvølt ýl í stóru mannamúgv
uni.
– Vit vilja gera alt fyri
øll! Vit vilja hava eina hvíta
bjørn í dýragarðin! Vit vilja
lurta meira eftir konufólk
unum og teimum gomlu! Vit
vilja, at Reykjavík fær eitt
Disneyland! Vit vilja hava
ókeypis handkløð í svimji
høllunum! Vit vilja hava
eitt rúsfrítt Alting í 2020!,
rópar skemtarin og sipar til
virðisgrundarlag hjá flokk
inum.
Búskaparkreppan
herjar
Íslendska samfelagið ak á
knøunum um hetta mundi.
Íslendingar kendu sviðan av
úrslitinum, tá samhaldsfestið
verður slept upp á fjall, tí
villir solospælarar fáa frítt at
fara við hjálp frá tillagaðum
lógum og almennum skipan
um. Spekulatión og løtuvinn
ingar vunnu frama í polit
isku skipanini. Nú var ballið
liðugt. Búskaparliga skrældið
var veruleiki. Ótamda liberal
isman fór út av eggini. Lands
kassin var skralltómur, og
sakleysir borgarar sótu eftir
við rokningini. Kreppan var
fullkomin. Álitið á politisku
skipanina var horvið. Armóð
og vónloysi settu sín greiða
dám á gerandisdagin.
Tað var í kjalarvørrinum av
hesum, at Besti Flokkurinn,
uttan nakað boð um loysnir,
bjóðaði seg fram til komm
unuvalið í 2010. Speirekandi
fylkingin hjá Jón Gnarr fekk
undirtøku beinanvegin, hóast
stóra ivamálið, um flokkurin
yvirhøvur hevði áhuga at
sleppa framat valdinum.
Rokaligi Jón Knarr bleiv
landskendur í Íslandi í níti
árunum. Hann var nógv um
hildin sum skemtari. Stóra
frambrotið sum sjónleikari
kom við filmunum The Ice
landic Dream og A Man like
Me. Hann hevur seinni roynt
seg sum handritahøvund til
filmar, har hann hevur lut
tikið sjálvur sum sjónleikari.
45 ára gamli Jón Knarr hevur
seinastu 15 árini verið millum
kringastu sjónleikararnar í
Íslandi.
Við skemtiligum orðavali
slóð hann fast í miðlunum
í valstríðnum, at hetta var
álvari.
– Vit rópa okkum fyri
Besti Flokkurinn. Hví skuldu
vit rópt okkum Besti Flokk
urinn, um vit ikki vóru tann
besti flokkurin? Vóru vit
ikki tað, so høvdu vit helst
marknaðarført okkum, sum
tann vánaligi flokkurin, førdi
Jón Gnarr fram.
Gay Pride
Tað er fríggjadagurin 6.
august 2010. Tað eru gott og
væl tveir mánaðir síðan, at
Besti Flokkurinn skúgvaði
hinar politisku mótstøðu
flokkarnar til viks á komm
unuvalinum. Heili 35 prosent
av atkvøðunum fullu Jon
Gnarr og hinum skemtar
unum í lut. Eitt greitt dømi
um, hvussu misnøgd ís
lendingarar vóru við valds
harrarnar, sum høvdu rátt
fyri borgum seinastu áríni.
Besti
Flokkurinn
skipaði
skjótt samgongu við Sam
fylkingina. Henda góðveð
ursdagin í Reykjavík eru 12
litríkir lastbilar miðpunktið
í stórari paradu, sum fer
spakuliga eftir gongugøt
unum í íslendska høvuðs
staðnum. Fremstur stendur
borgarstjórin í konufólka
klæðum og veittrar til stóru
fjøldina, umleið 65.000 fólk
í alt.
Borgarstjórin
er
Jón
Gnarr, sum roynir av øllum
alvi at bresta vindeyguni
upp og skotra rotið burtur úr
politisku skipanini. Aðalmálið
er at fáa samband aftur við
borgararnar, og fremst av
øllum at skapa bjartskygni
og álit millum fólkini og
valdsharrarnar.
Undirhald
er eitt av vápunum.
– Borgarstjórin fekk tí
verri ikki komið í dag. Hann
er upptikin, segði Jón Gnarr
í setanarøðuni við kventra
sligari damurødd.
– Hatta er tað, tit fáa,
tá tit atkvøða fyri slíkum
klovnum og lata teir sleppa
framat valdinum, skoytti
hann uppí.
Tað eru ikki øll sum halda,
at framferðin hjá borgar
stjóranum er sømilig. At
finningarnar hava verið, at
Jón Gnarr vísir ikki virðing
fyri embætinum – ein borg
Skemtingarsami sjón
Satiriski mótmælisflokkurin Besti Flokkurinn vann óvæntað kommunuvalið í Reykjavík í
2010. Gnarr, best kendur sum sjónleikari og skemtari, situr nú sum borgarstjóri í íslendska
høvuðsstaðnum. - Skemt er sum at vera samkyndur. Tað er ein partur av mær, og eg
fari ongantíð at broyta tað. Eg fari altíð at skemta og undirhalda, sigur hann
Jón Gnarr sum Darth Vader. Myndin legði hann á Facebook fyri tveimum vikum síðani