Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-30, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. juli 2012síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 30. juli 2012 · Nr. 87 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nleikarin á trúnini arstjóri skal hava størri tign enn at ganga í konu­fólka­ klæðum, hevur verið sagt. Tað broytir kortini ikki, at skemtiligi sjónleikarin er væl umtóktur. Tosar sama mál Gaman er nú álvari. Jón Gnarr og Besti Flokkurinn hava lagt seg vinstru fyri miðjuna og hava arbeitt miðvíst fyri at styrkja umstøðurnar hjá familjunum. Eitt av upp­ skotu­num er at fáa ókeypis – sum kortini verður goldin við skattapengum – busskoyring í íslendska høvuðsstaðnum. – Avbjóðingin er at taka hond um tað, sum tekur seg upp. Vit royna altíð at finna loysnir, sum tænir fólkinum best, ber Jón Gnarr fram í viðtalu við enska Huffington Post tann 21. februar í ár. Ein av styrkjunum hjá borgarstjóranum í Reykjavík er, at hann er fólksligur. Hóast tað hevur gingið við rúkandi ferð, hevur hann ikki mist fótafestið. Gnarr hevur ásannað, at hann umboðar sínar borgarar og ger nógv fyri at tosa sama mál sum veljararnir, ið hava góðan tokka til hansara. – Eg torgaði ikki politikk sum yngri. Politikkur var torrskiltur, strævin og keði­ ligur. Tað vóru fá, sum fataðu, hvat hesi fólkini førdu fram. ‘Hetta er vaksamannaprát, alt fer at laga seg,’ varð svarið, tá eg spurdi meg fyri. Men alt lagaði seg ikki. Samskifti millum valdsharrar og velj­ ararnar skal vera lætt at skilja, og tað havi eg lagt doyðin á. Allastaðni í heim­ inum samskifta fólk, so hin skilur, hvat tú sigur, sigur Jón Gnarr í samrøðuni við Huffington Post. Eg eri sum tey samkyndu Tað er fríggjadagurin 27. juli. Í strembanini at skapa rúm fyri øllum, og at munur skal ikki gerast á borgarum, stendur Jón Gnarr nú á pall­ inum til tiltakið hjá LGBT Føroyar. Borgarstjórin hevur heldur ongantíð ivast í at víst teimum samkyndu í Ís­ landi sín fulla stuðul. Borg­ arstjórin er altíð við til til­ tøkinum, sum íslendska LGBT hevur skipað fyri. Nú er hann í Føroyum. Hóast skemtiligu røðuna, so var álvari í politikkinum. Men tað er eisini rúm fyri skemti í politikki, heldur hann. – Skemt er sum at vera samkyndur. Tað er ein partur av mær, og eg fari ongantíð at broyta tað. Eg fari altíð at skemta og undirhalda, men undirhald er eisini álv­ari, og sjálvandi taki eg starvið sum borgarstjóri í størst­ um álvara, sigur hann við Huffington Post. Jón Gnarr hevur tvey ár eftir sum borgarstjóri. Tað verður kanska næstu 24 mán­aðirnar, at ein hvítabjørn kemur í dýragarðin í Reykja­ vík. Jón Gnarr í konufólkaklæðum á Gay Parade í Reykjavík í 2010 UM JÓN GNARR: Jón Knarr Kristinsson varð føddur 2. januar 1967. Hann varð doyptur Jón Gunnar Kristinsson, men broytti millumnavnið í 2005. Hann er giftur Jóhannu Jóhannsdóttir. Saman eiga tey ein son. Jón Knarr var rokaligur sum smádrongur. Hann var millum annað undir viðgerð fyri ADHD. Hann fekk ongantíð hægri útbúgving. Hann royndi nakrar ferðir, men gavst og fór í starv sum hýruvognsførari og hjá Volvo í Íslandi. Gjøgnumbrotið sum sjónleikari kom í nítiárunum og hevur verið sera virkin í sjónleikaravinnuni. Í 2009 tók hann stig til Besti Flokkurinn, sum er ein satiriskur mótmælisflokkur. Nú er hann borgarstjóri í Reykjavík.