leygardagur 13. mars 2004síða 24
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
46
Nr. 51 - 13. mars 2004
Nr. 51 - 13. mars 2004
47
Innilæstar vakurleikadrottningar
Nýggi leikurin hjá
Grímu, Vakurleika-
drottningin úr Lee-
nane, er ein tikkandi
bumba sum hóttir við
at bresta heima hjá
tær sjálvum
SJÓNLEIKUR
Anna V. Ellingsgaard
ave@post.olivant.fo
"At skriva sjónleikir er eitt
slag av tignarligum ar-
beiðsloysi", sigur unga,
írska leikskaldið Martin
McDonagh. Ella segði,
áðrenn
heimurin
fekk
eyguni upp fyri hansara
skaldagávum,
og
hann
gjørdist eitt av heimsins
mest lovandi leikskøldum í
nýggjari tíð.
Soleiðis gongur tað í
ævintýrum, men ikki í
sjónleikunum hjá McDon-
agh. Har verður tað við
dreymin um stóra kærleik-
an, eydnuna og at sleppa
burtur.
Tignarligur
blørðubruni
Vit eru í lítla køkinum í
lítla húsinum í lítlu írsku
bygdini
Leenane.
Her
ganga
tey
fýra
Mag,
Maureen, Pato og Ray og
mala runt í hvør sínum lítla
heimi, har tey hvør sær
hava útnevnt seg sjálvan til
heimsmeistara.
Blørðu-
brunin hjá gomlu Mag
hevur eina serstaka tign
yvir sær, piparmoyggin
Maureen er Øskufían sum
bíðar eftir prinsinum, Ray
er týdningarmikli boðberin
av slatri og fríggjarabrøv-
um, og Pato kallar sína
hálvsvøku
piparmoyggj
vakurleikadrottning.
So-
leiðis gera tey øll neyðsýn
til dygd, tí so sleppa tey
undan at royna nakað nýtt.
At yvirliva sum innilæstar
vakurleikadrottningar
er
betri, enn als ikki at yvir-
liva.
Í bakgrundini hoyra vit
lagið "Spinning Wheel".
Lívið melur í klingur, inntil
Pato órógvar rútmuna eina
løtu og fær lívið hjá hinum
trimum at mala um seg og
dreymin um at sleppa
burtur frá sær sjálvum og
sínum leiklutunum.
Lat upp for fanin!
Men trongdin at halda hvør
øðrum fast í hesum leik-
lutum er sterkari enn
dreymurin um, at okkurt
nýtt skal henda. Tú veist,
hvat tú hevur, men ikki hvat
tú fært so best man vera at
verða verðandi her. Og
møðgurnar Mag og Mau-
reen hava hvørja aðra. Mag
gevur dóttrini støðuga ringa
samvitsku fyri ikki at hava
nóg stóra viðring fyri henn-
ara sjúkum, og Maureen
gevur mammuni skyldina
fyri at hon ongan sjeik
hevur. Soleiðis halda tær
hvørja aðra sum gíslar í
einum spæli, har fígginda-
skapurin teirra millum er
høvuðsreglan, sum skal
káva út yvir, at spælið snýr
seg um nakað heilt annað.
Á sama hátt sum smarta
kaskettin og stóru orðini
hjá Ray káva út yvir eitt
bygdafrell og slatrivætti,
sum onki fær í lag. Tað er
so deiligt at standa og
skrála "Lat so hesa hurðina
upp, for fanin", tá tað bara
er hurðin inn í trygga lítla
heimin hjá Mag og Maure-
en og ikki út í stóru verð,
man buldrar á.
Avdúking
Leikskaldið
McDonagh
hevur eitt serligt hegni at
eyðgleiða typir, vit øll
kenna, uttan at gera tær til
keipumyndir.
Niðriundir
søgugongdini og persónun-
um fjalir seg ein røð av
øðrum søgum og persón-
um, sum spakuliga fáa
myndina at støkka sundur.
Tað, sum við fyrsta eygna-
brá, er so einfalt, at tað
ríður á markinum til tað
keðiliga, verður ein tikk-
andi bumba, og Vakurleika-
drottningin úr Leenane er
onki undantak.
Tikkandi bumbur er onki
nýtt fyri áskoðarar. Vit mest
sum vænta tað. Men vit
vænta ikki, at tær bresta
inni hjá okkum sjálvum, og
tí skakar Vakurleikadrottn-
ingin teg meir, enn tú vilt
verða við. Leenane kundi
verið tín heimbygd, og Mag
minnir teg ivaleyst um
ommusystir tína. Vit kenna
typirnar, umhvørvið og eru
øll nóg bygdaslig til at duga
reglarnar, sum fáa spælið,
vit øll spæla, at síggja út
sum okkurt annað.
Martin McDonagh hevur
gjørt tað til sína sergrein at
avdúka spælið og okkum
øll. Og Gríma hevur tikið
avdúkingina eitt hóttandi
fet nærri okkum sjálvum
við Vakuleikadrottningini
úr Leeane, sum verður
frumframsýndur
næsta
leygardag kl. 19.
Leikarar:
Maureen: Ria Tórgarð
Mag: Laura Joensen
Pato: Kári Øster
Ray: Hans Tórgarð
Egi Dam hevur leikstjórnað
og týtt leikin og Eyðun
Jóhannesen, og Kári Øster
hava staðið fyri pallmynd-
ini. Búi Dam hevur gjørt
írska eyðkennislagið til
leikin
Ria Tórgarð sum piparmoyggin og Kári Øster sum heimafturkomni verðismaðurin
Mynd: Anna V. Ellingsgaard
Piparmoyggin og riddarin av
tí Hvíta hestinum
Mynd: Anna V. Ellingsgaard
TÍÐINDASKRIV
Borgarar
í
Tórshavnar
kommunu hava tikið stig til
at savna inn undirskriftir
ímóti ætlanini at flyta tey
meira enn 100 ára gomlu
húsini hjá Anton Degn,
Degn´s Hús, á Tinghúsveg-
num og í staðin byggja eini
miðbýarhús í fimm hædd-
um.
– Vit halda, at hesin
bygningurin fer at mis-
prýða umhvørvið við Ting-
húsvegin, Tinghúsvøllin,
Tinghúsið og Vaglið og
mæla tí frá, at Tórshavnar
býráð gevur byggiloyvi til
ætlanina, sigur Ingi Mohr,
fyrrverandi býráðslimur.
Hann er ein av teimum, ið
hevur tikið stig til at savna
undirskriftir fyri at mót-
mæla ætlanini.
Ístaðin verður mælt til at
fríðka og varðveita hugna-
liga umhvørvið í hjartanum
í høvuðsstaðnum, Tí Dei-
ligu Havn.
Bløð at skriva undir
áheitanina til Tórshavnar
býráð liggja frammi frá 12.
til 20 mars í handlum,
kioskum,
bensinsølum,
tænastustovnum, kaffístov-
um og aðrastaðni.
Fyri stigtakararnar
Ingi Mohr
TÍÐINDASKRIV
Seinastu árini er tað blivið
alsamt meiri vanligt, at
føroyingar velja at ættleiða
børn úr útlondum. Fyri
bæði foreldur og børn byrj-
ar ein nýggj tilvera saman,
sum í onkrum lutum brýtur
frá tí hjá "vanligum" før-
oyskum familjum. Ætt-
leiddu børnini koma frá
ymiskum londum og eru
ymisk til aldurs, tá tey
koma til Føroya og hvørt
einstakt hevur sína bak-
grund og viðføri frá lívin-
um, áðrenn tey blivu ætt-
leidd - hetta kann vera
meiri og minni kent.
Leygardagin 3. apríl frá
kl. 9 til umleið kl. 17
verður fjølbroytt tiltak fyri
bæði børn og vaksin í
leguhúsunum í Nesvík.
Málbólkurin eru familjur
við ættleiddum børnum,
ættleidd ella tey, ið ætla at
ættleiða. Umframt at hava
stovnandi fund av føroysk-
um ættleiðingarfelag, verð-
ur hetta eisini ein hugna-
dagur við ymiskum á
skránni, og ein góður
møguleiki at tosa saman.
Okkurt verður fyri børnini -
spøl, sangur o.a. Fyri tey
vaksnu verður umframt
fundin viðkomandi fyri-
lestur v.m.
Ætlanin er, at felagið á
fjølbroyttan hátt skal verða
við til at samskipa felags
áhugamál hjá limunum.
Tað kann verða við hugna-
løtum, fyrilestrum, upp-
lýsing um ættleiðing, net-
verki, umboðan mótvegis
myndugleikum o.s.fr.
Tað er ein mammubólkur
í Havn, sum hevur tikið stig
til tiltakið. Fyrsta stigið
varð tikið í mai mánaða í
fjør, tá ein fyrireikandi
fundur varð hildin í Komm-
unuskúlanum í Havn. Á
hesum fundinum varð ein
fyrireikingarbólkur mann-
aður, og hava tey arbeitt við
ymiskum ætlanum viðvíkj-
andi stovnanini av felag-
num - hesum fara tey at
greiða nærri frá hendan
dagin.
Fyrireikarnir vóna, at
nógv fara at vísa tiltakinum
áhuga og at eitt føroyskt
felag fyri ættleiðing fær
eina góða byrjan.
Tilmelding og møguligir
spurningar hjá Anniku tlf.
310 649 ella Nitu tlf. 312
705. Freistin at tekna seg
er sunnudagin 21. mars.
Vaksin
200
kr.,
børn
ókeypis.
Morgunmatur, døgurði
og millummál er við í
luttøkugjaldinum.
Mikukvøldið fekk løg-
reglan fráboðan um rok á
Vertshúsinum, og í samráð
við
starvsfólkið
máttu
politistarnir lata staðið
aftur
av
trygdaráðum.
Eingin kom til mein í bar-
daganum, og málið verður
nú kannað
Tey, sum mikukvøldið
høvdu leitað sær oman í
Vertshúsið í miðbýnum í
Havn, fingu alt annað enn
eitt hugnaligt kvøld, hóast
dramatikkinum ikki bilti
nakað. Fyri einstakar kund-
ar á Vertshúsinum hetta
kvøldið gjørdist blóðið í so
heitt, og úrslitið var, at farið
varð til hendurs inni á
sjálvum
Vertshúsinum.
Sambært øðrum stjóranum,
Óla Svend Nolsøe, komu
sjey mans inn og vildu kon-
frontera onkran av kundun-
um við okkurt, men løg-
reglan fekk beinanvegin
skil á støðuni.
Løgreglan fekk fráboðan
um 11 tíðina mikukvøldið,
og í samráð við starvsfólk
varð av trygdaráðum av-
gjørt at evakuera og lata
staðið aftur. Rokið var tó
ikki størri enn so, at tveir
løgreglumenn megnaðu at
fáa tamarhald á støðuni, og
tíbetur var eingin skaði av
bardaganum á Vertshúsin-
um.
Løgreglan upplýsir, at
málið nú verður kannað,
bæði við ljósi varpaðum á
einstaklingarnar,
sum
voldu ófriðin, men eisini á
Vertshúsið, sum við lóg
hevur skyldu at varðveita
húsfrið og hava trygdina í
hásæti.
Kundi hent sunnudag
í kirkjuni
Annar stjórin á Verts-
húsinum,
Óla
Svend
Nolsøe, sigur, at slíkum er
ein verjuleysur fyri.
- Slíkar hendingar kunnu
tað saman fara fram sunnu-
morgun í kirkjuni, og talan
var um vanligan vertshús-
ófrið uttan nakað álvar-
samt, sigur Óla Svend.
Eingin kom til skaða, og
einki brotnaði inni á Verts-
húsinum.
HíS
Nei til miðbýarhús við Tinhúsvegin!
– Varðveitið Degn´s Hús
Føroyskt ættleiðingarfelag verður nú stovnað
Rok á Vertshúsinum
C
M
Y
K
47
46
HAVNAR
BIO
Tlf. 31 19 56
www.bio.fo
Leygardagin 13.03.kl. 2100
Leygardagin 13.03.kl. 2330
Sunnudagin 14.03.kl. 2000
Sunnudagin 14.03.kl. 2230
Billettprísur: 65,- kr.
Leygardagin 13.03.kl. 1630
Leygardagin 13.03.kl. 1845
Sunnudagin 14.03.kl. 1700
Sunnudagin 14.03.kl. 1830
Leygardagin 13.03.kl. 1900
Leygardagin 13.03.kl. 2115
Sunnudagin 14.03.kl. 2045
Leygardagin 13.03.kl. 2315
Sunnudagin 14.03.kl. 2300
Billettprísur: 45,- kr.
Leygardagin 13.03.kl. 1700
Sunnudagin 14.03.kl. 1630
– Seinasta sýning
Frumsýning
Fríggjadagin 23.04. kl. 1800
Fríggjadagin 23.04. kl. 2045
Fríggjadagin 23.04. kl. 2330
Leygardagin 24.04.kl. 1800
Leygardagin 24.04.kl. 2045
Leygardagin 24.04.kl. 2330
Sunnudagin 25.03.kl. 1700
Sunnudagin 25.03.kl. 1945
Sunnudagin 25.03.kl. 2230
Mánadagin
26.04.kl. 1700
Mánadagin
26.04.kl. 1945
Mánadagin
26.04.kl. 2230
Týsdagin
27.04.kl. 1700
Týsdagin
27.04.kl. 1945
Týsdagin
27.04.kl. 2230
Mikudagin
28.04.kl. 1700
Mikudagin
28.04.kl. 1945
Mikudagin
28.04.kl. 2230
Hósdagin
29.04.kl. 1700
Hósdagin
29.04.kl. 1945
Hósdagin
29.04.kl. 2230
Forsølan er byrjað
KOMANDI FILMUR
Leygardagur kl. 19.05:
»Mary Celeste«
– ein gáta av
havinum
Ein dagin í november í
1872
fór
amerikanska
briggin »Mary Celeste« úr
New York við kós ímóiti
Gibraltar-sundinum.
Tríggjar vikur seinni varð
skipið
funnið
rekandi
norðan fyri Azorurnar. Tað
vísti seg, at skipið var
mannleyst, og hetta gjørd-
ist byrjanin til eina sanna
gátu.
Sunnudagur kl. 14.15:
Framvið ánni
Jógvan Gerðalíð
Tað eru ikki so nógv ár síð-
an, Klaksvíkin ikki var
býur. Men nú er alt broytt.
Í hesi sendingini fer Jógv-
an Gerðalíð at greiða frá
gomlum
býlingum
og
hendingum framvið Borð-
oyavík. Fyrra sending.
Leygardagin kl. 17:
Sjómansend-
ingin Vitin
Í hesari aðru sendingini av
hinari kanarisku oynni
Tenerife, hoyra vit m.a.
um, hvønn týdning hetta
oyggjalandið í Atlantshavi
hevði fyri rannsóknar- og
handilsferðirnar hjá spani-
ólum og øðrum sjófarandi
londum á sinni.
Eisini eru vit við, tá ið
M. C. gongur og roynir at
slota seg fram á slóðina hjá
eini eldri havnakonu, sum
vegna heilsusakir heldur til
her suðuri í hitanum ein
rúman part av árinum.
Læknin, Rodmundur í
Liða sleppur at spæla eitt-
hvørt slag av náttarravni,
og tónleikurin í sendingini
er merktur av hugadámi-
num um tað æviga várið í
Himmiríki.
Endursent verður sunnu-
dagin kl. 15 og hósdagin
kl. 16.