Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. august 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. august 2012 · Nr. 88 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 í meldrinum Leo Poulsen Eftir at hava havt summarferiu seinastu vikurnar, byrjaði Dia Midjord aftur í Kringvarpinum í morgun. Tó við einari stórari broyt­ing, tí nú er hann kring­ varps­stjóri. - Tað verður spennandi og annaðleiðis. Eg havi ikki havt mína dagligu gongd í Vørslu­ni, so tað eru ting innan sjón­varps­ fram­leiðslu, eg má seta meg inn í. Annars kenni eg stovnin rættiliga væl, sigur Dia Midjord. Hann heldur, at tað finnast fýra mátar at koma inn sum stjóri í einari fyritøku. Tú kanst koma uttaní­frá í góðum ella í ringum tíð­um, og tú kanst koma innan ífrá, somuleiðis í góðum ella ring­ um tíðum. - Eg eri so komin innan ífrá, og sum tað er galdandi fyri alt sam­ felag­ið, so eru tíðirnar kanska ikki tær bestu í løtuni, sigur Dia Mid­ jord. Hann hevur ógvuliga drúgvar roynd­ir sum venjari í fótbólti og ser­liga í hondbólti, og tað liggur ikki so langt frá stjórastarvinum. - Innan ítrótt mást tú sum venj­ ari saman við leikarunum seta tær eitt mál, sum vit saman mið­víst arbeiða saman fram ímóti. Á sama hátt mugu vit sum fyri­tøka seta okkum mál í Kring­varpi­num, sum vit miðvíst ar­beiða fram ímóti, sigur Dia Mid­jord. Tað eru nú nakrir mánaðir síða­ni, at Dia Midjord varð kunn­ gjørdur sum nýggjur kring­varps­ stjóri, og hesa tíðina hevur hann nýtt at hugsa seg um. - Eg havi brúkt tíðina at klekja teir tankar og tey hugskot, sum eg hevði í tonkunum, tá eg søkti starvið, sigur Dia Midjord. Røttu kanalirnar Nú hann tekur við, er fíggjarárið meira enn hálvrunnið, so tað verð­ ur ikki við brestin, at nýggir tank­ ar og hugskot verða førd út í lívið. - Tað er ikki so, at tú kanst koma inn sum nýggjur kring­ varps­stjóri og seta koll­velt­andi broyt­ingar í verk beinanvegin. Størri broyt­ingar eru ein longri pro­sess, sum skal blástemlpast í kring­varps­stýri­num, áðrenn nak­ að kann verða sett í verk, sigur Dia Midjord. Onkrar smærri justeringar kun­nu tó tillagast beinanvegin. - Men tað verður ikki soleiðis, at lurtarin ella hyggjarin frá fyrs­ta degi av fara at merkja, at Kring­varpið hevur fingið nýggjan stjóra, sigur Dia Midjord. Hann sigur, at hann hevur túsund hugskot, sum hann kundi hugs­að sær at ført út í lívið, men fjøl­miðla­r­nir eru ikki rætta staðið at kunngera tey. - Slíkt má fara gjøgnum røttu kanalirnar, og tað vil siga starvs­ fólk og stýri mugu hoyra um hug­ skotini fyrst. Tað kann jú lætt henda seg, at um eg boði frá vítt og breitt hvat eg ætli mær at gera, kann alt lætt verða skotið niður, sig­ur Dia Midjord. Allar ætlanir taka tíð, og stovn­ urin er rættiliga stirvin. - Tað hevði verið ynskiligt, at stovn­urin var meiri liðiligur. Um fólk gera tað sama dag út og dag inn er vandi fyri, at tey renna seg fastan, og tá hevði verið gott, um tey kundu roynt okkurt nýtt, sig­ur Dia Midjord. Hann heldur tí, at tað hevði ver­ið ynskiligt við smidligari starvs­økjum. Landsliðið eitt brand Eitt, sum fólk elska at øsa seg upp um, er tá sjónvarpið ikki sendir lands­dystirnar hjá føroyska A-lands­lið­num. Men tað hevur eisini sína frágreiðing. - Tað er altíð talan um sam­ráð­ ingar um rættindi til hvørja kapp­ ing, men vit kunnu koma út fyri, at tað stutt sagt verður ov dýrt at keypa hesi rættindi, sigur Dia Mid­jord. Viðhvørt verða rættindini eisi­ ni pettað sundur, so samráðast skal til hvønn dyst sær. - Eg veit, at føroyingum dáma sera væl fótbólt, og at A-landsliðið er vorðið eitt brand, men viðhvørt eru dystirnir so dýrir, at teir koppa øllum, og tað ber jú ikki til, si­g­ur Dia Midjord. Hann sigur tó, at tey fara at gera alt tey kunna til tess at trygg­ ja, at føroyingar eisini fram eftir sleppa at síggja útidystirnar hjá A-landsliðnum. - Tað verða væl eisini vit, ið standa fyri upptøkunum, tá lands­ lið­ið leikar á heimavølli, so eitt ella annað stað hava hini eisini brúk fyri okkum, sigur Dia Mid­jord. Hann hevur tó fyrr av­sann­að, at hans­ara fortíð sum ítrótta­mað­ur og venjari fara at tryggja ítrótti­num betri umstøður í Kring­varpi­num. Hølistrupulleiki loysast Ein trupulleiki, sum nýggi kring­ varps­stjórin fær at dragast við, er tann veruleiki, at stovnurin hús­ ast í tveimum ymiskum hølum. - Tað er sjálvandi ikki optimalt hjá einari fyritøku við einari leiðslu at húsast undir fleiri tøk­um. Tá verður ein partur av starvs­fólki­num skorin frá, og tað er eingin ynskistøða. So tað er ein tru­pul­leiki, sum má loysast so ella so, sig­ur Dia Midjord. Men hvussu hetta skal loysast, dug­ir kring­varps­stjórin í løtuni ikki at siga. - Eg kann illa ímynda mær, at kring­varpsstýrið hevur pening tøkan til at byggja upp í verandi bygn­ing í Sortudýki. Og eg dugi held­ur ikki at ímynda mær, at vit kunnu kroysta fleiri fólk inn har uppi, tí vit, sum er, útnytta hvønn krók, sigur Dia Midjord. Tað verða helst góðar stund­ ir at arbeiða við hesum tru­pul­ leikan­um, tí tað verður eingin størri yvirháling av skránni í fyrs­ ta umfari. - Tað er jú soleiðis, at nú, eg taki við 1. august, so eru fólk jú farin í holt við at fyrireika vetrar­skrán­ na, og tá ber ikki til at gera inntriv í ta prosessina, sigur Dia Midjord. Sjálvt um nýggi kring­varps­ stjórin ikki vil avdúka ov nógv um­ fram­tíð­ina enn, so hevur hann tó onkrar ætlanir í kvittanum, sum hann fegin vil í holt við sum skjót­ ast. - Eg kundi hugsa mær, at vit fóru meira í dýpdina við tíð­ ind­un­um. Ikki bert siga frá, hvat er hent, men fara aftur um tíðindini og greiða frá hví og hvørjar avleiðingarnar eru av hendingunum. Seta tíð­ind­ ini meira í perspektiv. Men um tað skal gerast í sjálvari tíð­inda­ sendingini, ella sum ein sending fyri seg, mugu vit finna útav, sig­ur Dia Midjord. Má bjóða seg fram Hann sigur, at royndirnar frá venjara­starvinum kunnu hjálpa hon­um í stjórastarvinum, men hann heldur eisini, at neyðugt er at gera sum ein politikari. - Vil tú hava ávirkan, so er neyðugt, at tú bjóðar teg fram. Eg eri kanska ein, sum hevur rópt nakað hart í gongini, og so havi eg tikið avleiðingarnar, og bjóða meg fram sum kringvarpsstjóra, sigur Dia Midjord. Tað vóru hansara hugskot og tankar um stovnin, sum fingu hann at søkja, men hann hevur ikki hugsað serliga nógv um, at hann nú verður stjóri hjá fyrrverandi starvsfeløgum. - Sjálvandi verði eg nú stjóri hjá onkrum, sum eg áður arbeiddi undir, men eg síggi tað bara sum aðrar uppggávur enn áður. Tað verður eisini neyðugt at halda eina ávísa frástøðu, sigur Dia Midjord. Uppgávan verður í fyrsta umfari at halda hjólini malandi, og so koma broytingarnar so líðandi. - Arbeiðsuppgávurnar broytast, men tað skal persónurin jú helst ikki, sigur Dia Midjord. Tað arbeiða í Kringvarpi Føroya umleið 90 fólk í umleið 85 fulltíðar størvum. Eg eri kanska ein, sum hevur rópt nakað hart í gongini, og so havi eg tikið avleiðingarnar, og bjóða meg fram sum kringvarpsstjóra