mikudagur 1. august 2012síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 1. august 2012 · Nr. 88
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað var ein stórur heiður
fyri tann 20 ára gamla Shizo
Kanakuri, tá hann bleiv
valdur til at umboða Japan á
teimum olympisku leikunum
í Stockholm í 1912, tí hetta var
fyrstu ferð, at Japan sendi
umboð til teir olympisku leik
irnar. Kanakuri var sjálvur
annar.
Tá í tíðini vóru ferðamøgu
leikarnir ikki teir somu sum í
dag, so tá Shizo Kanakuri kom
til svenska høvuðsstaðin,
vóru 18 dagar, síðani hann
var farin frá húsum. Hann
hevði ferðast við skipi og ta
longu tokferðina eftir teirri
transsibirisku jarnbreytini,
og tá hann loksins kom vegin
fram, vóru fimm dagar til
marathonrenningina.
Tá renningardagurin kom,
var av allar fagrasta summ
arveðri, og hitin var oman
fyri tey 30 stigini. Marathon
teinurin var frá tí olympiska
leikvøllinum til Sollentuna
og aftur til leikvøllin.
Hetta skuldi vísa seg at
blíva ein kapping, sum gav
hvørjum manni nóg mikið
og summum ov nógv. Ein
rennari úr Portugal doyði, so
útlúgvaður var hann, og 68
aðrir valdu at gevast.
Hvarv
Shizo Kanakuri var millum
teir 68 rennararnar, sum góv
ust at renna. Tað stóð at lesa
á tí almenna úrslitalistanum.
Men har stóð ikki, at Kana
kuri var ongantíð komin
aftur - hvørki so ella so.
Onnur søgdu seg hava
sæð hann miðskeiðis á tein
inum, men aftan á tað hevði
eingin borið eygað við hann.
Hann var ikki skrásettur á
teimum
ávísu
støðunum,
har rennararnir blivu skrá
settir
undir
kappingini,
hann var ikki at síggja á mál
inum ella har um vegir, og
fyrireikararnir høvdu ikki
fingið nøkur boð um hann.
Shizo
var
snøgt
sagt
horvin. Onkur vildi vera
við, at hann hevði mistikið
seg á einum krossvegi og
var farin skeivan veg, og at
hann framvegis rann onkun
staðni.
Tað vóru bara tveir ja
panskir luttakarar á leik
unum
í
Stockholm,
og
teir høvdu sum vera man
ongar liðleiðarar ella onnur
hjálparfólk við sær heim
an. Harafturat vóru sam
skiftismøguleikarnir ógvu-
liga avmarkaðir, og tað gekk
long tíð, áðrenn tað frættist,
at Shizo Kanakuri var komin
afturíaftur.
Ein gáta
Shizo Kanakuri umboðaði
aftur Japan á teimum olymp
isku leikunum í 1920 og í 1924,
men hann hevði framvegis
ikki sagt, hvat var hent tann
julidagin í Svøríki.
Sjálvur var hann væl
kendur innan frælsan ítrótt
í heimlandinum. Í 1917 var
tað hann, sum tók stig til
eina boðrenning í sambandi
við, at 50 ár vóru liðin, síðani
Tokyo gjørdist høvuðsstaður
í staðin fyri Kyoto.
Men evropear og serliga
sviar
hugsaðu
framvegis
javnan um tann japanska
marathonrennaran,
sum
hvarv uttan fyri Stockholm
í 1912, og søgan gjørdist ein
støðugt størri gáta. Í dag
hevði hetta verið ørvísið,
men samskiftið tá í tíðini var
ikki sum nú, og Japan var eitt
sera fjarskotið land.
Tað gingu 50 ár. Tá høvdu
fleiri svensk bløð greinar
við minnum frá Stockholm-
leikunum, og ein av tíðinda
monnunum gjørdi av at
fara til Japan at vita, um tað
mundi bera til at fáa at fáa
greiði á, hvat hendi tí horvna
rennaranum.
Hann hevði eydnuna við
sær. Í einum lítlum býi, sum
eitur Tamana, fann hann
tann gamla rennaran. Har
hevði hann livað eitt stillisligt
lív sum lærari í landalæru,
men nú hann var vorðin 70,
hevði hann valt at fara frá
við eftirløn. Og nú fekk tann
svenski tíðindamaðurin alla
søguna.
Bað um djús
Tá Shizo Kanakuri hevði
sveittað seg ígjøgnum teir
fyrstu 30 kilometrarnar, var
hann sera tystur. Tá í tíðini
vóru eingi støð, har renn
ararnir kundu fáa ein vatn
sopa, og sum nevnt høvdu
luttakararnir ikki tey hjálpar
fólkini sum nú.
Tá Kanakuri rann fram við
einum húsum í útjaðaranum
á Stockholm, sá hann, at fólk
sótu uttanfyri og drukku
appelsindjús. Hann rann inn
í túnið og spurdi, um hann
kundi fáa eitt glas ella tvey.
Verturin var blíður og bað
Kanakuri seta seg niður,
meðan hann fór inn eftir ein
um glasi.
Tá verturin kom útaftur,
sat Kanakuri og svav á einum
stóli. Verturin hevði ikki sam
vitsku til at vakja gestin, so
hann lat hann sova. Tá Kana
kuri loksins vaknaði av sær
sjálvum, var tann olympiska
marathonrenningin
liðug,
og nú hann kortini var ov
seinur, valdi hann at hugna
sær saman við vertinum
og húski hansara eina løtu
afturat.
– Men eg var so illa við
og skammaði meg so, at eg
tordi næstan ikki at vísa meg
aftaná. Eg fór við tokinum
inn í miðbýin, gisti á einum
lítlum hotelli og fór við
fyrsta skipi til Eysturlond,
greiddi Kanakuri tí svenska
tíðindamanninum frá 50 ár
seinni.
Men søgan endar ikki
her, tí nakrir svenskir vinnu
lívsmenn gjørdu av at bjóða
Shizo Kanakuri til Svøríkis,
so hann kundi fullføra tað,
sum hann var byrjaður uppá
í 1912.
Endaði 54 ár seinni
Hetta gjørdist veruleiki í 1967,
og eitt mál við tiltakinum var
at savna pening til ta svensku
luttøkuna á teimum olymp
isku leikunum í Meksiko
árið eftir. So ein mánadag,
sum var munandi kaldari
enn tann heiti julidagurin í
1912, rann tann 76 ára gamli
Shizo tann seinasta partin
av marathonteininum. Alla
staðni stóðu fólk og fagnaðu
honum.
Tá sannleikin skal sigast,
so rann hann ikki alt tað, sum
var eftir í 1912. Nakrir metrar
inni á sjálvum leikvøllinum
restaðu í. Men hann kom
tó á mál, og tá hann fór um
málstrikuna, vóru júst 54 ár,
8 mánaðir, 6 dagar, 8 tímar,
32 minuttir og 20,3 sekund,
síðani hann byrjaði. Sum vera
man nógv tann longsta tíðin,
sum nakar marathonrennari
hevur brúkt. Og metið verður
neyvan tikið.
Aftaná varð Shizo boðin
at vitja tey húsini, har hann
hevði
sitið
uttanfyri
og
drukkið
appelsindjús
og
fingið sær ein blund hin
heita dagin í 1912. Tað var
bankamaðurin Bengt Petre,
sum bjóðaði honum hagar.
Tað var pápi Bengt, sum var
vertur hjá Shizo 54 ár framm
anundan.
Ein long kapping
Tá Shizo Kanakuri hevði full
ført renningina, tók hann
samanum:
– Hetta hevur verið ein
long kapping. Men ímeðan
havi eg fingið bæði konu,
seks børn og tíggju abbabørn,
og øll mugu skilja, at slíkt
tekur tíð.
Tað hoyrir við til søguna,
at í veruleikanum høvdu
sviar fingið eitt lívstekin
frá tí japanska rennaranum.
Nakað aftan á leikirnar í 1912
fekk Petre eina bók sendandi
frá sínum japanska gesti.
Petre tulkaði hetta sum eina
persónliga heilsan og goymdi
bókina sum eitt virðismikið
minni. Tá so Kanakuri kom
aftur 54 ár seinni, vísti son
urin honum bókina.
– Á hatta, lat í tí gamla
japanaranum. – Hatta er bara
eitt gamalt tollavgreiðslu
skjal.
Nógvir japanar liva leingi,
og Shizo Kanakuri var einki
undantak. Hann doyði 93 ára
gamal í 1984 í sama býi, sum
hann var føddur í. Hann er
ikki gloymdur í Japan, tí
tann, sum vinnur ta japonsku
Fukuoka-marathonrenn
ingina, verður heiðraður við
Kanakuri-steypinum.
(Kelda: NRK)
Marathon-rennarin
sum hvarv
Mitt í marathon-renningini á teimum olympisku leikunum í Stockholm í 1912
hvarv japanski rennarin Shizo Kanakuri. 54 ár seinni kom hann á mál
Shizo Kanakuri steðgaði á at fáa sær eitt glas av djús og at rinda møðina. Men vanlukkutíð sovnaði hann
– Hetta hevur verið ein long
kapping. Men ímeðan havi
eg fingið bæði konu, seks
børn og tíggju abbabørn, og
øll mugu skilja, at slíkt tekur
tíð, segði Kanakuri, tá hann
tók saman um sína kapping