mikudagur 1. august 2012síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 1. august 2012 · Nr. 88
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Uni Holm Johannesen
Framsókn fer í hesi ting
setuni at seta fram uppskot,
at lóg um skrásett parlag
fær
virkni
í
Føroyum.
Allir borgarar skulu hava
somu rættindi, heldur Poul
Michelsen,
formaður
í
Framsókn.
Kaj Leo Johannesen, løg
maður, var ein av tveimum
tingfólkum hjá Sambands
flokkinum, sum atkvøddi
fyri skrásettum parlagi í
2002. Hann dylir ikki fyri, at
hann tekur undir við slíkum
uppskoti, hóast undirtøkan
ikki er stór í Sambands
flokkinum.
- Øll kenna mína per
sónligu
meining.
Henda
samgongan
hevur
ikki
skrásett parlag sum mál
í samgonguskjalinum, og
eg veit væl, at hetta verð
ur ómetaliga torført at
fáa samtykt í hesum sam
gonguskeiðnum, sigur Kaj
Leo Johannesen, løgmaður,
sum kortini leggur doyin á,
at hann veit einki um inni
haldið í uppskotinum, sum
Framsókn fer at seta fram.
Alfred Olsen, formaður
í tingbólkinum hjá Sam-
bandsflokkinum, segði á
tingsins røðarapalli í gjár, at
Sambandsflokkurin fer ikki
at samstarva við Framsókn
og andstøðuna um hetta
málið.
- Samgongan fer ikki at
seta uppskot fram um at
broyta hjúnarbandslógina,
og hon fer heldur ikki at
taka undir við líknandi
uppskoti. Tað stendur einki
í samgonguskjalinum um
slíka broyting, og eg kann
lova, at hetta verður ikki
framt, segði Alfred Olsen.
Eisini
Kári
P.
Høj
gaard, landsstýrismaður í
innlendismálum og formað
ur í Sjálvstýrisflokkinum,
sigur, at hjúnarbandslógin
verður ikki broytt.
- Í samband við tær broyt
ingar, sum eru framdar í
Danmark við skrásettum
parlag og broyting í hjúna
bandslógini, havi eg fráboðað
umsitingini
í
Innlendis
málaráðnum og mínum sam
starvsfeløgum í landstýri
num, at slík lógaruppskot
verða ikki framløgd vegna
samgonguna, so leingi eg
havi ábyrgdina av málsøki
num, sigur Kári P. Højgaard.
Tingfólk leysar
teymar
Allir flokkar á tingi uttan
Miðflokkurin geva sínum
tingfólkum fríar teymar at
taka støðu í slíkum etiskum
málum.
Høgni Hoydal, formaður
í Tjóðveldi, mælir eisini
til, at tey tingfólk, sum
taka undir við broyting í
hjúnarbandslógini,
skulu
fara saman og orða eitt
uppskot, sum loyvir sam
kyndum at ganga saman í
parlag.
- Verður hetta til floks
politiskt mál, fer einki at
henda. Tingfólk skulu hava
fríar teymar í hesum máli
num. Tað er neyðugt og
umráðandi at fáa eitt skyn
samt orðaskifti, sigur Høgni
Hoydal.
Lógin um skrásett parlag
er danskt málsøki. Danska
fólkatingið
samtykti
í
summar at loyva kirkju
ligari vígslu av samkyndum.
Lógin er ikki galdandi í
Føroyum, men hon kann
setast í gildi, um føroyskir
myndugleikar biðja um tað.
at samgongan hevur upp
raðfest útbúgving í fíggjar
karminum, og hóast hann
vísir á, at tað er alneyðugt
at uppraðfesta útbúgving,
so okkara ungdómur í størri
mun
fær
møguleika
at
útbúgva seg í Føroyum, so
hevur samgongan hjá løg
manni skorið hægri útbúgv
ing í samtyktu fíggjar
kørmunum.
Orð og gerðir hjá løgmanni
hanga ikki saman her, sigur
Aksel V. Johannesen.
- Tá løgmaður sigur, at
samgongan hevur upprað
fest útbúgving, so er hetta
ikki rætt. Javnaðarflokkurin
heitir inniliga á løgmann
um, heldur enn bara at tosa,
at vísa í verki, at samgongan
vil uppraðfesta útbúgving.
Okkara stuðul skal ikki ligg
ja eftir, sigur formaðurin í
Javnaðarflokkinum.
Høgni Hoydal, formaður í
Tjóðveldi, mælir eisini staði
liga til størri íløgur í Fróð
skaparsetri. Hann vísir
á, at tað hevur víst seg,
at býir og øki, sum
hava dúvað upp á
eitt kappingarført
universitet, hava
fólkavøkstur og
búskaparvøkst
ur.
- Vit mugu syrgja fyri, at
ungdómurin kann taka ein
part av útbúgvingini her.
Hetta má raðfestast hægri
umgangandi, sigur hann.
Løgmaður viðgongur, at
skúlatilboðini skulu styrkj
ast.
- Mær tykir nívandi tungt
at síggja ungdómin fara av
landinum. Vit mugu vera til
bata fyri hesum, sigur hann.
Marokko er einki
fyri Poul
Poul Michelsen, formaður í
Framsókn, heldur ólavsøku
røðuna hjá løgmanni vera
lítið ítøkiliga. Hann er serl
iga harmur um orðingina,
at løgmaður vil hava breiðar
semjur, sum røkka longri enn
eitt valskeið.
-
Minnilutasamgongan
breyt upp úr nýggjum við
fiskivinnuavtalum og øðrum,
men har stendur einki eftir,
sigur Poul Michelsen.
Løgmaður vísir í ólav
søkurøðuni á, at Føroyar
eru
slopnar
lutfalsliga
snikkaleysar
gjøgnum
kreppuna í heimsbúskapi
num. Bæði tí, at samfelagið
var væl fyri, tá kreppan av
álvara fór at gera um seg,
og tí vit hava tikið rætt
stundis avgerðir, ið hava
vent gongdini. Vend er
komin í føroyska bú
skapin.
Lønarútgjald
ingarnar vaksa, útflutn
ingurin veksur, hallið
minkar og arbeiðsloysið
er minkað seinasta árið
og er nú millum tey lægstu
í Evropa.
Formaðurin í Framsókn
minnir kortini á, at búskap
artølini eru ikki alt.
- Tað er sera umráðandi at
skapa eitt samfelag, har borg
ararnir trívast og hava álit á
politisku skipanina. Fólka
fráflytingin er støðug, tí fólk
hava ikki álit á politisku kós
ina. Um tað bara snúði seg
um pengar, so búði eg í Ma
rokko nú. Eg vil búgva her
saman við tykkum, og eg vil
eisini, at onnur hava hug at
búgva her. Tað er krav, at vit
skapa álit millum politisku
skipanina og borgararnar,
sigur Poul Michelsen, sum
heldur, at løgmaður hevur
nógvar skynsamar ætlanir,
men har lítið og einki aftan
fyri.
Útbúgving verður
uppraðfest
Kaj Leo Johannesen, løgmað
ur, segði í viðtalu við Sosialin
tann 6. juli í ár, at hann og
hini, sum hava ábyrgdina av
øllum útjaðarøkjum í heimi
num, hava ikki dugað nóg
væl, tá umræður fólkafrá
flyting.
Hann ásannaði tá, at Før
oyar sleppa ikki undan at
uppraðfesta
útbúgvingar
økið. Hann treiv í aftur tað
sama í ólavsøkurøðuni.
Tað er nú nógv, sum bend
ir á, at størri játtan verð
ur til Fróðskaparsetri og
útbúgvingar sum heild, tá
fíggjarlógin verður smíðað í
heyst.
Hjúnarbandslógin verður ikki broytt
- Fólkafráflytingin er støðug, tí fólk hava ikki
álit á politisku kósina. Um tað bara snúði seg um
pengar, so búði eg í Marokko nú. Eg vil búgva her
saman við tykkum, og eg vil eisini, at onnur hava
hug at búgva her
Poul Michelsen, formaður í Framsókn