mikudagur 1. august 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. august 2012 · Nr. 88
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína útbúgving,
men nú kanst tú fáa svar upp á spurningar um lestur her
í Sosialinum. Holger Arnbjerg, sum starvast á Altjóða
Skrivstovuni, og Bjørg Róin, lærari á Føorya Studentaskúla í
Hoydølum, vegleiða teg um tínar møguleikar innan útbúgving
og um tey fíggjarligu viðurskiftini.
Holger og Bjørg arbeiða dagliga við at vegleiða fólki, sum ætla
sær undir útbúgving í Føroyum ella uttanlands, antin tað er
styttri ella longri útbúgving, verklig ella ástøðilig.
Tú kanst senda spurningar um útbúgvingar til post@sosialurin.
fo, og so svara Holger og Bjørg tær her í Sosialinum.
At taka eina útbúgving er
vegurin fram hjá tær. Og
tað eru tað fleiri orsøkir til.
Her eru nakrar av teimum
týdningarmestu:
•
Tú fært nógv fleiri starvsmøguleikar
•
Í dag krevja rættiliga nógv størv,
at tú hevur eina víðarigangandi
útbúgving
•
Tú fært møguleikar fyri hægri løn og
betri starvsviðurskiftum. Lívslønin
og livitíðin vísir seg at vera hægri
fyri fólk við útbúgving enn fólk
uttan.
•
Tú kemur í eina stóra fakliga
menning, men sum í stóran mun
er ein persónlig og sosial menning
í eini útbúgvingartilgongd, har tú
kanska fyri fyrstu ferð flytur langt
heimanífrá at búseta teg.
•
Tú lærir at arbeiða systematiskt,
kritiskt og sjálvstøðugt.
•
Tú fært innlit innan títt fak, men
kanst samstundis fara niður í
smálutir fyri at fá heildina at virka.
•
Í útbúgvingartilgongdini hevur
tú stórar møguleikar fyri at lesa
uttanlands við eitt nú at taka
alla ella partar av útbúgvingini
uttanlands.
•
Útbúgving tín læsir teg ikki fastan
í eini ávísari starvsleið restina av
lívinum. Nógv fáast við alt møguligt
annað-, enn tað sum útbúgvingin
beinleiðis miðjaði eftir, og nógv
skfita spor fleiri ferðir í sínum
arbeiðslívi.
Holger og Bjørg
Útbúgving er vegurin fram
Tí er neyðugt við eini útbúgving
Spurnarsíðan
Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni.
Ov lágt miðaltal
Eg havi søkt inn á eina útbúgving á Sterinum við einum
próvtøkumiðaltali upp á 6,7 og nógvum viðkomandi
arbeiðsroyndum og øðrum kvalifikatiónum, og er eri
ógvuliga motiverað og búgvin – og eri 25 ára gomul. Ein
vinur mín søkti eisini beinleiðis eftir HF – uttan nakrar
arbeiðsroyndir ella aðrar viðkomandi royndir og hevði
7,6 í miðal í gymnasialu miðnámsútbúgving. Kunnu tit
forklára mær, hví eg ikki slapp inn, meðan vinur mín
slapp?
»Tann avvísti«
Til tann avvísta
Til upptøku á Fróðskaparsetri Føroya í ár vóru nógvir væl
skikkaðir umsøkjarar bæði í kvotu 1 og í kvotu 2. Tí vóru
nøkur avvíst, hóast tey vóru skikkað, meðan onnur ikki
uppfyltu upptøkukrøvini.
80 prosent vórðu tikin inn gjøgnum kvotu 1, har
bara miðaltalið frá upptøkugevandi gymnasialu
miðnámsútbúgvingini er avgerandi fyri upptøkuna.
Tað er eitt ávíst tal av plássum, og her verða tey tikin
inn, sum hava hægsta miðaltal, og tey er vinur tín ímillum
og ikki tú.
Tú hevur helst søkt gjøgnum kvotu 2 (ein kvotu 2
umsókn er samstundis ein kvotu 1 umsókn). Her kunnu
ymsar viðkomandi kvalifikatiónir geva atgongd, men
har eru ov fá pláss (max 20%), og har eru mong sum tú
við eini ikki so góðari próvtøku, men við nógvum ymsum
kvalifikatiónum, sum hava søkt. Og so hava tað allarhelst
verið alt ov nógvir vælkvalifiseraðir umsøkjarar, enn tað
hava verið pláss, sum hevur gjørt, at tú ikki slapst inn í ár.
Vh
Bjørg + Holger
Slapp hvørki inn í Føroyum ella uttanlands
Eg slapp hvørki inn uttanlands ella í Føroyum til eina
víðarigangandi útbúgving.
Hvat kann eg gera fyri at sleppa inn næsta ár?
»Asking«
Til »Asking«
Fimm góð ráð:
• Set teg í samband við lestrarvegleiðaradeildina
á útbúgvingarstaðnum fyri at frætta um tínar
møguleikar fyri at bøta
tína umsókn til næsta ár
• Kanna hvar tøk
pláss eru í Danmark –
annaðhvørt innan fyri
sama útbúgvingarøki eitt
annað stað ella innan fyri
líknandi útbúgvingarøki á
sama stað (hygg í yvirlit yvir
tøk útbúgvingarpláss á www.
ug.dk). Í Føroyum mást tú
spyrja á útbúgvingarstaðnum. Í
UK eitur tað »clearing« og eitt nú
í Noreg eitur tað »restetorget«, um
tú vilt vita, um har eru tøk pláss í
august.
• Fá eina persónliga vegleiðing hjá
einum vanligum lestrarvegleiðara, eitt
nú á Altjóða Skrivstovuni ella gjøgnum
www.evejledning.dk, sum hevur opið um kvøldið og
um vikuskiftið um alternativar møguleikar.
• Umhugsa suppleringsmøguleikar í Føroyum ella í DK.
Suppleringsmøguleikarnir finnast eitt nú á
www.gsdanmark.dk - www.kvuc.dk - www.vuc.nu
og á útbúgvingarstøðunum í Føroyum.
• Kanna møguleikarnar fyri upptøku via kvotu 2 til
næsta ár.
Her mæla vit til:
1) at kanna kvotu 2 treytirnar væl og virðiliga og tosa við
ein lestrarvegleiðara á staðnum.
2) at søkja relevantar arbeiðsroyndir og aðrar
kvalifikatiónir, sum telja.
3) at fáa góð ráð til at skriva eina lívssøgu/motiveraða
umsókn.
Vh
Bjørg og Holger