mikudagur 1. august 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. august 2012 · Nr. 88
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nøvn
24. juni fylti Elsebeth Malena
Syderbø í Klaksvík 90 ár.
Hóast nakað av tíð er liðin,
vil eg fegin koma við einari
heilsan og siga nøkur orð um
hesa stillføru álitiskvinnu.
Lena, sum hon vanliga
verður nevnd, er ættað úr
Kunoy. Dóttir Siggu Malenu
og Dánial Julius Poulsen. Hon
var bert níggju ára gomul tá
pápin doyði av lungnabruna,
og tað kom at merkja hana
alt lívið. Tey vóru níggju
systkin. Fimm beiggjar og
fýra systrar. Lena er elst av
systrunum, og tí kom nógv at
hvíla á hennara herðum frá
barni av. Hon lærdi at binda
longu níggju ára gomul og
m.a. bant hon teimum eldru
beiggjunum nógv hosupør,
tá teir skuldu til skips. Hon
var mammuni Siggu ein stór
hjálp.
Sum ung tænti Lena á Før
oya Fólkaháskúla í Havn. Her
hevði hon eina góða tíð, hóast
ófriðartíð var. Hon plagar at
greiða frá, tá bumbað varð
í Sandagerði. Og hon tosar
eisini mangan um fólkini,
sum myndaðu Háskúlan,
Rasmus Rasmussen, Símun
av Skarði og konuna Sonnu.
Tað krógvast ikki, at hon
hevur sera stóra virðing fyri
teimum fólkunum.
Lena giftist við Johan Syd
erbø, sum eisini var kunoy
ingur og tey fingu mong góð
og rík ár saman. Níggju eru
børnini: Dánial, Jonly, Sigurd,
Hemming, Jógvan, Birgir,
Pavla, Jørleiv og Frank. Og
tað hevur sanniliga fruktað
væl. Ommubørnini eru 30 í
tali og langommubørnini 24.
Johan doyði fyri 10 árum síð
ani.
Stutt eftir at tey vóru gift,
bygdu Lena og Johan sær hús
á Stongunum í Klaksvík. Har
hevur gestablídnið altíð verið
avbera stórt, og orðatakið um
hjartarúm og húsrúm kann
av sonnum verða brúkt um
hetta heimið. Umframt tað
stóra húskið, búðu stundum
onnur í familjuni eisini her.
Lena røkti heimið til fulnar,
og tað gjørdi, at maðurin Jo
han kundi leggja alla orku
í at skaffa teimum dagliga
breyðið í munnin.
Lena býr framvegis í heim
inum á Stongunum. Hon fylg
ir framvegis væl við í øllum
viðurskiftum í samfelagnum.
Hon situr undir hvørjari
røðu í Løgtinginum, tí er
Tingið saman, er Tingvarpið
frá í stovuni hjá Lenu. Og
tá hennara viðmerkingar
falla, er lítil ivi um hennara
politiska lit. Hon er eitt
brennandi fullveldisfólk.
Lena hevur sera gott
minni. Hon minnist hvønn
tann einasta føðingardag,
brúdleypsdag og aðrar merk
isdagar í familjuni.
Tað andaliga fyllir nógv.
Lena hoyrir hvønn tann ein
asta morgunlestur í Útvarp
inum. Stundum lurtar hon
bæði fyrru ferð og seinnu
ferð hann verður sendur. Men
tað er fast, at klokkan fimm
minuttir yvir 10 situr hon
við blýanti og pappíri, klár
at skriva sálmanummrini
niður, og so syngur hon við
av fullum hjarta. Tað ger
hon eisini, tá guðstænasta er
í Útvarpinum sunnumorgun.
Og í sjónvarpinum fer heldur
ikki ein guðstænasta aftur
við borðinum. Og sunnudag
hyggur hon eisini eftir DR-
kirken í DR1.
Hóast Lena sum sagt
hevur búð í Klaksvík í mong
ár, hevur hon framvegis eina
serliga kenslu fyri heim
bygdini Kunoy. At fara í
kirkju í Kunoy sigur henni
nakað heilt serligt, og hon
setir seg altíð í bonkin, har
húskið plagdi at hava sítt
fasta pláss.
90 ára føðingardagurin
fall á ein sunnudag, og tí
var tað náttúrligt, at Lena
og hennara kæru byrjaðu
stóra dagin við at fara í
kirkju í heimbygdini hjá føð
ingardagsbarninum. Hendan
dagin prædikaði viðareiðis
prestur
Kirsten
Donskov
Felter, og føðingardagsbarið
fekk eisini eina heilsan í
sjálvari prædikuni.
Eftir
guðstænastuna
varð døgurði fyri teimum
nærmastu í bygdarhúsinum
í Haraldssundi. Og klokkan
fýra var opið hús har. Mong,
skyldfólk og kenningar, nýttu
høvi at koma at heilsa upp
á føðingardagsbarnið. Og
hóast Lena ger lítið burtur
úr sær sjálvari, so er hon
ógviliga glað fyri dagin.
At enda vil eg takka Lenu
Syderbø fyri nógvar góðar
løtur, og vónandi verða tær
nógvar afturat.
vinur
Lena Syderbø,
Klaksvík, 90 ár
90 ára føðingardagur
Hósdagin 23. august verður Arnhold Olsen úr Fuglafirði,
búsitandi á Skála, 90 ár. Dagurin verður hildin kl. 19 í
bygdarhúsinum í Leirvík. Tey, sum vilja halda dagin
saman við føðingardagsbarninum, verða biðin um at siga
frá á tlf 441252 innan 16. august.
90 ára føðingardagur
Tað hevði glett meg at hitt familju, vinir og kenningar á
90 ára degi mínum tann 4. aug. Frá kl 18.00 til 23.00 eri eg
stødd í húsum Kongshavnar Kvinnufelags á Glyvravegi 4
á Glyvrum. Tit eru vælkomin, men vinarliga sigið mær frá
á tlf. 22.31.81 ella 58.44.73 í seinasta lagi 1. aug.
Vinarliga
Betta Eið, Nes Hvalba
Gullbrúdleyp
Leygardagin hin 4. august 2012 hava Elsebeth og Niels
Pauli Danielsen verið gift í 50 ár. Í tí sambandi verður
opið hús í Leguhúsinum í Nesvík frá kl. 14, hvar ið øll eru
vælkomin.
80 ára føðingardagur
Hósdagin 2. august fyllir Gerda
Petersen úr Norðragøtu, búsitandi
í Esbjerg, 80 ár. Dagurin verður
hildin saman við børnum við
familju.
Føðingardagin er Gerda
stødd hjá dóttirini Joan Joensen,
Merkurvænget 5, 6710 Esbjerg V.