Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-01, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. august 2012síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 1. august 2012 · Nr. 88 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fulla navn hennara er Elisa­ beth Christina Frede­rikka Næs eftir ommuni, men van­liga verður hon nevnd Betta, sum omma okkara eisini var nevnd. Sum barn og upp í ungdómsárini var hon altíð nevnd Betta hjá Martini, tí hon var dóttir Martin og Juliannu Næs og tí, at hon hevði tvey onnur systkinabørn nakað um sama aldur við sama Bettu- navninum, og tær spældu ofta saman. Tær vóru Betta hjá Johannesi og Betta hjá Sannu. Allar itu tær eftir ommuni, sum var úr Saltnesi – dóttir Jóannes og Súsonnu Petersen úr Saltnesi, sum ættarfólkið hjá teimum hev­ ur stevnt hvørt øðrum til ættarstevnu í Saltnesi at minnast Jóannes og Súsonnu nú 4. august. Hinar báðar Betturnar gift­ust – onnur heim á Skála­ bakka, hin til Keyp­manna­ havnar. Betta hjá Martini var eftir í Nesi. Hon giftist við Frits Eið úr Porkeri, og tey bygdu sær hús í Nesi og fingu trý børn: Marjun, gift í Danmark, Martin, gift­ur í Nesi og Jórun gift á Hell­ urnar. Omman átti 8 børn, sum øll fingu familju og tey 7 høvdu eina dóttur, sum varð uppkallað eftir ommuni. 4. august verður Betta Eið 90 ár. Faðir hennara, Martin Næs, fór sum ungur – eftir at hava verið til skips í 12 ár og ein vetur á Føroya Fólka­ háskúla, at handla í Nesi, har eingin handil var fyrst í nítjanhundraðogtjúgu árun­ um. Men av at handla í so lítlari bygd – u.l. eini 18-20 húski – kundi hann ikki hava sítt livibreyð. Hann var tí við í øllum vanligum arbeiði í bygdini og róði út. Handilin – fyri ein stóran part – tóku konan og børnini sær av, so hvørt sum tey komu so frægt til. Og her kemur Betta inn sum tað fasta hjólið. Hon var næsteldst av systkjunum. Longu 11 ára gomul stóð hon i handlinum – viðhvørt einsamøll. Og hon hevur verið tann fasta hjálpin alla tíðina hjá faðir sínum og seinni hjá bróður sínum Manna Næs, sum tók handilin eftir faðir sín so leingi, møguligt var hjá honum at hava handil í so lítlari bygd fram til 1974. Frá 14-16 ára aldri var hon mest sum tann fasta “eks­ pedi­trisan”. Men hon vildi eisini kunna sær eitt sindur út í ann­að umhvørvi. Hon tók tí hús­pláss í Vági hjá sóknar­ fút­an­um Bern­hardi Mort­en­ sen, sum hon sigur, vóru sær rík ár (1938-40). Somuleiðis tað árið (1940- 41) hon var í húsi hjá Várdis í Havn og til hjálpar hjá pápasystrini Daniellu Mort­ en­sen í Havn (1941-42). So var hon aftur í handli­ n­um í Nesi í 4 ár og tók sam­stundis lut í øllum bygda­lívinum, sum tá var: hoyggj­aði, gekk til neytar, vask­aði ull, kruvdi nótaseið, var úti og dyrgdi, bar faðiri sín­um døgurða inn í kolholið í Prest­fjalli, var barnagenta hjá yngru systkjum sínum og so fram­vegis. Men Betta vildi eisini hyggja eitt sindur út um land­klovarnar. Hon fór tí í eitt ár í húspláss – stovugenta – í einum “herskapshúsum” úti á Lyngbyvegnum í Keyp­ manna­havn, hjá gamla stjór­ anum Olsen og konu hans­ ara, har hon var fagnað sum dóttir í húsinum árið 1946-47. Men tá hevði sjómaðurin Frits Eið úr Porkeri bíðað nóg leingi. Hon kom tí heimaftur um veturin í 1947 at giftast. Betta er nú millum tey elstu fólkini í bygdini. Frits doyði fyri nøkrum árum síð­ an. Hon hevur havt góða heilsu og verið við í øllum tí vanliga bygdarlívinum og hevur verið sera góð at heita á í øllum tí vanliga ger­ andislívinum, og somuleiðis hevur hon verið ein frægd hjá skyldfólki, grannum og bygdarfólki sum heild at rætta henni eina hond, har hevur staðið á nú, hon er einsamøll á ellisárum. Hon hevur trúliga ver­ið við í “bindiklubbum”, sjó­ mansringi, og í mong ár limur í kirkjuráðnum. Í umleið 20 ár helt hon sunnudagsskúlan í Nesi. Hon fylgir væl við í bygdalívinum og minnist væl úr farnum tíðum. Góða Betta! Okur seks systk­ini, sum eftir eru av níggju og mong, mong onnur, sum eftir eru av teimum, sum hava livað saman við tær, og sum tú hevur umgingist í tínum lívi sum bygdarfólk, bera tær stóra takk fyri tað góða fyridømi, tú hevur ver­ ið sum bygdarfólk okkara millum. Okur ynskja tær framvegis góða heilsu og mong ár enn. Johannes Betta Eið, f. Næs, í Nesi í Hvalba 90 ár Randi Jacobsen Millum tey tíggju, sum søkti stjórastarvið á Vinnu­ háskúlanum, var Hans Jo­ hannes á Brúgv. Hann hevur verið stjóri á skúlanum síðan 2004. Hann varð áramálssettur fyri fimm ár fyrt. Síðan varð setanin longd við tveimum árum og síðan við einum ári aftrat. Sambært reglunum skuldi starvið lýsast leyst nú. Mánadagin fekk Hans Jo­hannes á Brúgv eina upp­ ringing við upplýsingini um, at hann ikki fekk starvið aftur. Mentamálaráðið valdi í staðin at seta Vilhjálm Gre­ goriussen í starvið. – Tað má eg bara góðtaka, men eg kundi hugsað mær at hildið fram, sigur Hans Johannes á Brúgv, sum ikki er beiskur. Hann nevnir tí, at hin varð valdur millum annað, tí hann hevði Master út­búgv­ ing í leiðslu. Ta útbúgvingina hevur Hans Johannes á Brúgv eisini, men honum vantar at gera høvuðsritgerðina. Hans Johannes á Brúgv fýlist á tilgongdina við at seta starvið. Umsóknarfreistin var úti 22. mai, og hann veit, at innstillingin varð liðug 21. juni. Hví tað so skuldi aka meira enn ein mánað at seta starvið, skilir hann ikki. Hann fer úr stjóra­starv­ inum 31. august. Stjórin ov stuttur Hans Johannes á Brúgv, sum hevur verið stjóri á Vinnuháskúlanum í átta ár, fekk ikki starvið aftur Hans Johannes á Brúgv