mikudagur 1. august 2012síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. august 2012 · Nr. 88
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nøvn
Tá kommunustýrisvalið 8.
desember 1970 var av, vóru
valdir Hans Andreas Jacob
sen (Hansy), Asbjørn Joenen,
Páll á Dul, Trygvi Laksáfoss,
Kári Kjelnæs, Olvheðin Ja
cobsen og eg – 7-manna
stýri.
Fýra fyrst nevndu vóru
nakað eldri enn teir tríggir
seinast nevndu, og høvdu
allir havt leiðandi størv. Hetta
gjørdi, at vit tríggir fingu fýra
góðar lærumeistarar. – Hetta
er fyrstu dagar, vegirnir hjá
Olvheðin og mær bóru sam
an burtursæð onkuntíð sum
smádreingir.
Eitt tað fyrsta málið eftir
valið, var at royna at útvega
Klaksvík
eina
svimjihøll.
Frammanundan hevði nevnd
á privatum støði gjørt drúgvt
arbeiði, savna pening, keypt
øki og gjørt projekt. Vit trígg
ir yngru vórðu settir í svimji
hallarnevndina við góðari
uppbakking.
Komandi árini gjørdust
spennandi við broyttum pro
jektum o.s.fr., og fyri at gera
søguna stutta, so hevði Trygvi
Laksáfoss, borgarstjóri í 1973,
havt samband við Johan
Nielsen,
fólkatingsmann,
um at játta fullan studning
til høllina, ikki bara til undir
vísingarhøll, men høll við 25
metra hyli.
So ein dag fáa vit tríggir
fundarboð frá Trygva, har
hann greiddi frá, at Johan bað
okkum koma á fund við Knud
Heinesen, f.v.undirvísingar
ráð-harra og Per Hækkerup,
búskaparráðharra,
tí
nú
skuldi stjórnin hava eina
íbúðarsemju
í
Danmark
ígjøgnum, og høvdu brúk
fyri sínari atkvøðu. – Trygvi
og vit tríggir fóru síðani til
Danmarkar, har Johan tók
sera væl ímóti okkum, hevði
lagt til rættis fund. Hetta
gjørdist
ein
ógloymandi
túrur. – Tá fundurin var av,
varð farið aftur til Føroya við
heildarstudningi fyri høll við
altjóða mátum, sum gjørdist
tann fyrsta av sínum slagi í
Føroyum. Ferðin eydnaðist
væl. Samstundis hugdu vit
eftir hallum í Danmark. Í de
sember 1974 lat høllin upp.
Hetta gjørdist fyrsta sam
starv Olvheðin og eg høvdu,
men mong skuldu koma eftir
hetta.
Olvheðin var maður við
visjónum, hann hevði styrki
til at halda fast við sína
meining, hann var ein rúk
andi debatørur, og tað skuldi
nógv til at fáa hann frá tí,
sum hann hevði sett sær
fyri.
Hansara alskur til at út
róðrarvinnan
hevði
góð
ar sømdir, var týðiligur. Í
1980unum var hann í býráð
num undangongumaður at
fáa útróðrarmonnum góðar
umstøður við nýggjum egn
ingarskúrðum, sum vórðu
fíggjaðar við eginkapitali og
restfígging við kommununi
og landinum. Tá vóru heilt
nógvir útróðrarbátar í Klaks
vík.
Illa ber til við hesum fáu
orðum ikki at nevna fótbóltin
og 66-liðið, har Olvheðin var
ein av grundsúlunum, kvikur,
kundi spæla ymsastaðir á
vølli og hevði eitt gott skot.
Minnist einaferð – helst
í 1967/68, eg hevði danskar
fótbóltsáhugaðar gestir ein
sunnudag. KÍ spældi ímóti
VB. Vit stóðu við “ovara”
málið, og eitt hornaspark
kemur
innfyri.
Olvheðin
heilfluktaði so tað sang eftir
í netinum. Eitt ótrúliga gott
mál. Tá letur í hesum eina:
“Sikke’ et mål”. Hann tók
eisini til tað seinni, so tað
hevur verið nakað serligt.
Vit komu at hava mong ár
saman í býráðnum - samdir
og ósamdir. Hann sat frá 1971
til 1992.
Minnist tá tað leikaði á í
1987 og 88 og Olvheðin kom
inn í samgonguna, kom
hann serliga væl við. Sum
sagt, sterkur debatørur, har
hann mintist niður í detaljur.
Hann setti tingini ruddiliga
uppá pláss.
Tíðin er gingin, tíðar
hvarvið er stutt samanlagt,
men tað skal ikki verða
ósagt, at tað hevur ríka mítt
lív at kenna og samstarva við
Olvheðin og heilt nátúrliga,
áðrenn eg endi hesar fáu
tankar,
er
hóskandi
at
nevna allar tær ríku og góðu
andaligu samrøðurnar vit
høvdu, sum hóast alt høvdu
og hava virðismkila ævin
leikatýdningin fyri okkum
báðar, og vit endaðu ofta
hesar
samrøðurnar
við:
“Alt er náði Harrans fyri at
takka.”
Hann fekk eina góða konu
í Alexandrinu, sum kom úr
hendinga góðum heimi. Tey
fingu fýra væl uppalin børn.
Alexandrina og eg fóru bæði
í skúla í senn, har vit gingu 9
ár. Tað kom honum væl við,
eftir at hann alt ov tíðliga
misti Alexandrinu, at hann
fekk eina so góða konu í
Kirsten, ikki minst nú hann
seinnu árini viknaði og hon
kundi vera um hann. Eisini
var tað við jarðarferðina
ein grípandi tøkk og heilsan
børnini hjá Olvheðini góðu
Kirsten.
Góði Olvheðin, onki er
meiri vist, enn at vit síggjast
aftur við náðitrónu Guds. Eg
minnist teg ídag við djúpum
taksemi.
Harrin styrki og signi teg
Kirsten, John Kára, Mark
us, Jógvan, Mariu og øll
tykkara.
Jógvan við Keldu
Onkrir tankar nú
Olvheðin er farin
Á trappuni á Christiansborg eftir fundin: f.h. Olvheðin Jacobsen, Kári Kjelnæs, Trygvi Laksáfoss og Jógvan við Keldu