mikudagur 1. august 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. august 2012 · Nr. 88
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hetta má u
Hósdagur
2. august
Fríggjadagur
3. august
skráin fyri summ
tíð
stóri pallur Flags
Ft pallurin
19.00
Danny
19.30
Eva & Marianna
20.00
Brandur
21.00
Bárður Johannesen
21.45
Glóð
22.45
Uni Debess
23.30
Guðrið Hansdóttir
00.30
Frændur
tíð
stóri pallur Flags
Ft pallurin
19.00
Jákup Eli Joensen
20.00
Sveinur
21.15
Kim Hansen
22.15
Ronan Keating
00.00
Hanus G. Johansen
00.15
Divaz
01.30
Dynamit
02.45
Evi
03.00
Grandma’s Basement
Lagt til rættis: Rólant Waag Dam
Summarfestivalurin byrjar hósdagin. Festivalurin har
øll syngja við og har hugnin er í hásæti. Festivalurin
er fyri øll, ung sum eldri, børn og vaksin. Á hesum
báðum síðunum varpa vit ljós á nakrar av teimum
upplivingum, tú kanst fáa á ársins Summarfestivali
T
alan verður um eina rættiliga forkunnuga
framførslu, tá glóð fer á pall í Flags tjaldinum
hóskvøldið. »Spilt tíð« og »Ferðsludráp« hava verið
nógv at hoyrt í landsins útvarpsrásum, samstundis
sum oddamaðurin Hans Edward Andreassen vann
eina Planet Awards sum ársins sangari. Harumframt
hevði bólkurin eina frálíka framførslu á Ó12, tá teir
spældu í Føroyum fyri fyrstu ferð. Nú fer glóð so á
pall fyri aðru ferð – og tað er ein framførsla, ið er
verd at bíða eftir.
glóð fríggjakvøldið kl. 21.45
FLAGS
T
riðja árið á rað borðreiðir Summarfestivalurin við
einum stórum poppnavni, nú írski Ronan Keating
vitjar. Í fjør var tað danski Rasmus Seebach og árið
fyri var tað Westlife, ið fekk fjøldina at syngja við.
Í ár er tað so fyrrverandi frontfigururin í Boyzone,
sum bjóðar til felagssang á Vágsbøi. Bara sum
einstaklingur hevur Ronan Keating selt umleið 25
milliónir fløgur, og millum kendastu løgini er »When
You Say Nothing At All«.
Ronan Keating fríggjakvøldið kl. 22.15
Stóri pallur
B
ólkurin, sum gavst í 2005, spælir aftur í ár á
Summarfestivalinum. Og tá omanfyri 3000 fólk
hava ynskt at fáa bólkin á pall aftur, so er trupult
at ímynda sær annað, at tað verða minst 3000
Dynamit-fjepparar á Vágsbøi. Hetta er í sjálvum
sær ein garantur fyri eini góðari uppliving. Fyrr í
vikuni segði oddamaðurin í bólkinum, Niclas Heri
Jákupsson, at Dynamit einans fer at spæla løg, sum
fólk kenna og kunnu syngja við til.
Dynamit fríggjakvøldið kl. 01.30
Stóri pallur
R
uss Taff vitjar aftur í ár í Føroyum. Heimskendi
gospelsangarin og Føroyavinurin telist millum
mest virdu gospelsangararnar í heiminum, og tí
eiga øll, sum hava møguleikan, at lurta eftir 58 ára
gamla amerikanarum. Russ Taff vitjaði í Føroyum
fyri fyrstu ferð, tá hann spældi á G! í 2004. Síðani
hevur hann vitjað í Føroyum fleiri ferðir og tey, sum
ikki hava hoyrt mannin sungið og spælt enn, eiga at
fara.
Russ Taff leygarkvøldið kl. 18.45
Stóri pallur