Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-01, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. august 2012síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 1. august 2012 · Nr. 88 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 upplivast! Leygardagur 4. august – Har Hittini Hittast mar Festivalin tíð stóri pallur Flags Ft pallurin 15.00 Karneval fer úr Badmintonhøllini og inn á Vágsbø 16.00 Kular Røtur & Trøllashow 17.00 Súsanna - Barnaprix vinnarin 17.30 Tinganest 18.15 Ingibjørg & Rani 19.00 Russ Taff 20.15 Swangah Dangah 21.30 TV-2 23.00 Fate 23.15 Hans Andrias Jacobsen 00.00 Føstufressar 01.15 Kristina Bærendsen 01.45 Ólavur Presley & His Dirty Rag Rags 03.00 Páll Finnur Páll B ólkurin hevur 30 ár á baki og øll hesi árini, hevur bólkurin ferðast ovast á donsku tónatindunum. Sum so mangir aðrir danskir bólkar, hava TV2 spælt í Føroyum áður, men hóast hetta, hava fólk alla orsøk til at gleða seg til leygarkvøldið, tá Steffen Brandt og hansara menn ætlandi spæla. Síðani teir vóru her seinast eru, fleiri nógv róstar útgávur komnar frá teirra hondum, umframt at royndu menninir eru uppaftur royndari, men ikki minni livandi kortini. TV2 leygarkvøldið kl. 21.30 FLAGS T inganest er ein annar av royndu bólkunum, sum spæla leygarkvøldið. Menninir har vesturi frá hava hóast sløk 30 ár á baki, einans lagt tríggjar útgávur eftir seg, umframt ein savnsútgáva. Hetta hevur verið við til at staðfesta støðu teirra sum kultbólkur, ið hevur passaliga langt í millum framførslurnar, at fólk gleða seg til hvørja ferð, teir fara á pall. Soleiðis er eisini í ár. Tinganest leygarkvøldið kl. 17.30 flags S wangah Dangah hava rappað seg inn í hjørtuni á føroyingum seinasta árið. Fakfólkini hava saman við fjøldini eisini tikið væl í móti bólkinum, sum vann tvær virðislønir á Planet Awards – ársins bólkur og ársins nýggi bólkur. Á ólavsøku vístu Swangah Dangah, at teir duga at endurnýggja seg, tá teir góvu út lagið »Apocalypse«, sum klaksvíkingurin Urbanus Olsen hevur framleitt saman Eyðun Müller Thomsen. Og við Klaksvík sum karmi er upplagt, at dreingirnir úr høvuðsstaðnum framføra hetta lagið live fyri fyrstu ferð. Swangah Dangah leygarkvøldið kl. 20.15 flags D anski rokkbólkurin við føroyska rokkaranum Dagfinni Joensen sum oddamanni, hevur fingið nógv rós fyri seinastu útgávuna, bólkurin lat av hondum. Hetta er tann fyrsta við Dagfinni sum sangara, og hetta hevur hann fingið sera góð skoðsmál fyri. Nógvir føroyingar lurta eisini eftir bólkinum, sum spælir í Føroyum fyri fyrstu ferð leygarkvøldið. Fate leygarkvøldið kl. 23.00 flags 18.45 Pál á stórskíggja leygarkvøldið kl. 19.00 G jøgnum árini hevur Summarfestivalurin havt fleiri tiltøk, sum ikki hava nakað við tónleik at gera, sum part av skránni. Steypafinalan í fótbólti, bæði sjálvur dysturin og fagnaðurin av leikarunum aftaná, hevur staðið á skránni, men hóast steypafinalan er flutt, hevur enn eitt ítróttartiltak snýkt seg upp í skránna. Hesaferð verður talan um OL-svimjing, tá finalan í 1500 metra frísvimjing verður á skránni. Innleiðandi umfarið verður fríggjadag og gongst sum ætlað svimur Pál seg í finaluna – tað rokna fyrireikararnir av festivalinum og Russ Taff við í øllum førum.